Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Aksel V. Johannesen Kjak 11 Bjørn Kalsø er óseriøsur Sólvit nolsøe Kjaks 11 Út­lend­ ingaøkið yvirtakast Tað er harmiligt at staðfesta, at tað eru fleiri fólk í Føroyum, sum eru í fá­tæka­váða. Sendingin í Kring­varp­ i­num »Við hjálp frá góðum fólki« vísti tað. Og tey sum hava fingist við til­takið »Með­an vit bíða« eru sera rørd av at staðfesta, hvussu týð­u­ligur trupulleikin í veru­leik­a­ num er. Helst er tað tí, at vit ikki geva okk­um nóg nógv far um tað, at vit ikki síggja trupulleikan. Óiva er tað sama skil­ið í løgtinginum, at tey ikki geva sær nóg nógv far um tað. Vit trúgva tí ikki, vit skammast og royna at siga, at tað man ikki standa so illa til kortini. Bernhard Petersen, umboðið hjá Frels­un­ar­her­i­num, segði tað púra greitt á tiltakinum í Norð­ur­ landa­húsi­num leygarkvøldið, at tey eru fleiri, sum eru fátæk, og at talið veks­ur. Tí hava vit ein ítøkiligan trup­ul­ leika, sum vit eiga at loysa. Í dag fæst helst greiða á, um pol­ it­isku flokkarnir á tingi vilja standa sam­an um at loysa trupulleikan. Á kjak­fundinum millum floks­for­ menn í Miðlahúsinum herfyri kom heilt greitt fram, at ein máti at hjálpa teim­um familjunum úr ring­ asta fá­tæk­a­váð­anum er at hækka barn­a­í­skoyt­ið hjá teimum, sum eru ring­ast fyri. Verður barnaískoytið hækkað, so at tað lyftir 500 tey fátækastu børn­ini í Føroyum upp um fá­tæk­ a­markið, fer tað at kostað 9,2 mill­i­ ónir krónur. Tað er tað, sum ar­beitt nú verður við at gera við at snikka eitt uppskot til og at finna fígg­ing­ ina til endamálið. Tað krevur, at 17 tingfólk skriva und­ir uppskotið, tí freistin at leggja upp­skot fyri tingið er farin, og fá­ast und­ir­skriftirnar ikki, so má upp­ skot­ið bíða til eftir ólavsøku. Men vit hava tað álit á okkara fólk­a­valdu, at tey nú taka seg sam­ an. Tí sum samfelag, so eiga vit ikki at góðtaka, at nakar livir undir ó­ søm­i­lig­um umstøðum. Pengarnir tróta ikki í sam­felagnum. Men teir eru bara so ójavnt býttir. Og tað er ein trup­ulleiki, sum okkara pol­it­ iska skip­an eigur og skal broyta. Tað má ikki koma parta­pol­i­tikk­ ur upp í eitt slíkt mál, tí tað er tað alt ov við­kvæmt til. Jú, tað er pínligt hjá teimum ráð­andi – og hjá okkum øllum – at stað­festa, at tað er neyðugt at skipa fyri slík­um tiltøkum, sum »Meðan vit bíða« og soleiðis at leggja trýst á pol­it­isku skipanina fyri at hjálpa med­borgarum okkara. Tað burdi ikki verið neyðugt. Men tað er neyðugt. Tað burdi ikki verið neyðugt Týskvøldið byrjar árligi spæli­mans­fest­i­val­ur­in Vár­ fólk við at tveir av teimum bestu, ið Klaksvík hevur upp­fostrað, vísusangararnir Hanus G. Johansen og Jógv­ an Andrias Joensen fara á pall í Reinsarínum. Í 90’unum var vanligt at hes­ir báðir framførdu á sam­ an og hvør sær konsertum, har Jógv­an Andrias spældi ein part, Hanus ein part, og so spældu teir eisini saman ein part. Hanus telist millum okk­ ara navnframastu sangarar og hevur seinastu 25 árini berg­tikið áskoðarar bæði heima og úti. Hansara ríki sang­skattur telist millum teir sterk­astu hjá einum før­oyskum listamanni, og fleiri av hansara útgávum liggja ovarliga á listanum yv­ir bestu føroysku útgávur nakr­a­tíð. Jógvan Andrias hevur ikki ver­ið líka eyðsæddur á tón­leika­pallinum, men er sum Hanus inniligur vísu­ sang­ari úr Klaksvík. Tað er serliga hansara lag Ljós í myrkri (Píkatráur og kertu­ ljós) á Amnesty Tónar, ið fólk kenna hann fyri. Hetta lagið gjørd­ist ein sonn landaplága, men Jógvan Andrias hevur eina stóra skjáttu av løgum við sær. Hann stendur fyri ríka tón­leika­virk­semi­num í Span­ i­a­stovu í Klaksvík, og er tað meira sum fyriskipari, at hann er kendur nú á døgum. Tí er henda konsertin eitt ser­liga forkunnugt høvi, at upp­liva teir báðar saman aft­ur. Samstarvið millum Hanus og Jógvan Andrias byrjaði upp­runaliga á vísulinjuni á Norð­ur­lendska háskúlanum í Kung­alv í 1987, og síðan hava teir javnan spælt sam­ an bæði úti og heima. Várfólk heldur fram mik­ u­kvøld­ið, tá spæla Holgar og Black­sheep og hóskvøldið spæla Lív & Tróndur, Spæli­ menn­inir í Nólsoy og Ygg­dra­ s­il. Hanus G. og Jógvan Andrias í Reinsarínum Tað er totalt útilokað, at sjálvstýris- ella full­veldi­s­v­ ong­urin í føroyskum poli­ tikki stillar upp á sama lista til fólkatingsvalið. Tí tað er beinleiðis ó­lógligt. Einastu flokkar, sum hava loyvi at stilla upp á kom­andi fólkatingsvali, eru teir sjey flokkarnir, sum í dag eru umboðaðir á tingi. Og tað ber heldur ikki til at stovna ein nýggjan flokk við tí endamáli, at stilla upp til fólka­tingsval. Tað váttar Dan Knudsen, rík­is­umboðsmaður í Før­oy­ um, sum umsitur fólka­tings­ val í Føroyum. – Skalt tú stilla upp til fólka­tingsval í Føroyum, so eru tveir møguleikar. Tað er at stilla upp fyri ein flokk, sum frammaundan er um­ boð­að­ur í Løgtinginum, ella tú still­ar upp uttanflokka, sig­ur Dan Knudsen. Tað ber heldur ikki til at gera listasamgongur. Fyri at stilla upp uttanflokka skalt tú savna í minsta lag­ið 150 og í mesta lagi 200 und­ir­ skrift­ir frá stillarum. Um tú vilt stovna flokk at stilla upp til løg­tings­val, so ber til at savna und­ir­ skrift­ir og boða frá nýggj­ um flokki. Talið á und­ir­ skrift­um skal vera 1/33 av tali­num av veljarum, sum greiddu atkvøður við sein­ asta løgtingsval. Fyri at stilla upp til komandi løg­tings­val krevjast tí 926 und­ir­skrift­ir. Møguleikin fyri, at til døm­is fullveldisvongurin still­ar upp saman til fólka­ tings­valið fyri at vinna á annaðhvørt Javn­að­ar­ flokkinum ella Sam­bands­ flokki­num er tí so gott sum úti­lokaður. Tí har eru bara tveir møg­ u­leikar: Annar er, at allir full­veld­ is­flokkar semjast um eitt valevni, sum verður still­að upp uttanflokka. Hin er, at flokkarnir sam­ an stilla upp á listanum hjá ein­um av flokkunum. Tað er neyvan hugs­andi, at fullveldis- og sjálv­stýr­ is­flokk­ar semjast um eitt val­evni, líka so lítið, sum tað er hugsandi at teir semj­ ast um at stilla saman upp á listanum hjá einum av flokkunum. Greitt er ikki, hví fólka­ tings­val­lógin í Føroyum er gjørd so ódemokratisk, at tað ikki ber til at stovna nýggj­an flokk við tí end­ a­máli at stilla upp til fólka­tingsval – men tann møgu­leikin er ikki í fólk­a­ tings­vallógini fyri Føroyar. Eingin fullveldislisti Standið nú saman allir flokk­ar og loysið trupulleikan!