mánadagur 4. mai 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen Grafisk sniðgeving: Pætur Eyðunsson Jensen umbróting: sosialurin
Í Vinnuni í dag vitja á tveimum virkjum, ið á hvør sín
hátt fáast við miðlar. Prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu
hevur rundan dag. Tað eru fimmti ár síðani, at Stig
G. Rasmussen fór undir prenstmiðjuvirksemi í Gøtu. Í
Klaksvík hitta vita ímyndina handan Norðlýsið, Olivur
Joesen, nú tað í apríl vóru 100 ár síðani, at málgagn
norðoyingar kom út á fyrsta sinni.
Vinnan hesuferð...
tað hendir...
Prents
miðju
felagið
havt
aðalfund
Jon Hestoy heldur fram sum
formaður.
Mánadagin 13. apríl hevði Føroya
Prentsmiðjufelag ársaðalfund.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu
Jon Hestoy og Eirikur Lindenskov.
Báðir tóku við afturvali og vórðu
valdir.
Umframt hetta tók Kristoffur Laksá
seg úr nevndini. Í hansara stað varð
Gunvá við Keldu vald.
Í nevndini sita sostatt Jon Hestoy,
Eirikur Lindenskov, Gunvá við
Keldu og Christian Nagata.
Nevndin hevur skipað seg við Jon
Hestoy sum formanni og Gunvá við
Keldu sum næstformanni.
hava gjørt
nýggjan
sáttmála
Týsdagin 21. apríl skrivaðu Føroya
Arbeiðsgevarafelag og S&K undir
nýggjan tvey ára sáttmála.
Umframt ávísar tillagingar í
sáttmálanum vórðu partarnir
samdir um eina lønarhækking á
1,98% hin 1. mai 2015 og 2,25% hin
1. mai 2016. Hetta er sama hækking
sum í hinum semjunum, ið eru
gjørdar millum fakfeløg á privata
arbeiðsmarknaðinum og Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Partarnir undirskrivaðu eisini
avtalu um fráboðanarfreist í
sambandi við verkfall.
føroyingar vilja
standa á odda
fyri tunlum
– Føroya Handverksmeistarafelag átalar, at
P/f Eystur- og Sandoyartunlar longu hevur
gjørt ta niðurstøðu, at føroysk feløg ikki
megna at veita neyðugu fíggjarligu trygdina
fyri byggiverkætlanini.
Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag í
almennari fráboðan.
Felagið heldur, at tað megna føroyskar
fyritøkur væl í einum hóskandi samstarvi.
– Hóast politisku flokkarnir fyri einum
ári síðan vóru fullsamdir um, at føroysk
vinna skuldi framat at stýra Føroya størstu
byggiverkætlan, gongur P/f Eystur- og
Sandoyartunlar beint ímóti hesum ynski og er
farið til Noregs at leita eftir samstarvsfelaga at
standa fyri byggingini.
Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað
vera óskiljandi, at føroyska byggivinnan ikki
so frægt sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið,
tá almenni útbjóðingarpolitikkurin greitt
ásetir, at tað almenna skal bjóða arbeiðir út.
– Við síni fráboðan um, at føroyingar eru
ov veikir at standa á odda fyri byggingini,
kolldømir tunnilsfelagið føroyskar
byggifyritøkur. Men tær kunnu væl stýra
verkætlanini í samstarvi við útlendsk
feløg og tann vegin veita neyðugar trygdir.
Tunnilsfelagið og tað almenna annars skulu
halda seg burtur frá at meta um, hvat vinnan
er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at skapa
forteytir við at skipa fyri útboðum og m.a.
tryggja, at útboðini eru á føroyskum máli,
sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya
Handverksmeistarafelag.
Hann heldur, at hugburðurin hjá P/f
Eystur- og Sandoyartunlar er skeivur,
tí felagið eigur at syrgja fyri, at føroysk
feløg sleppa framat at stýra Føroya størstu
byggiverkætlan, so tey í egnum landi kunnu
fáa virðismiklar royndir at bjóða seg fram til
stórar verkætlanir uttanlands.
– Føroyskir útbjóðarar skulu virka fyri,
at føroysk vinna mennir seg og á hendan
hátt gerst uppaftur betri før fyri at fara út
um landoddarnar. Tá útlendsk feløg stýra
verkætlanum her, verða bara smáuppgávur til
føroyingar at gera, og tað mennir ongan. Vit
krevja, at tunnilsfelagið vísir okkum álit og
virkar fyri at geva føroyskari vinnu veruliga
ábyrgd, sigur Magnus Magnussen.