mánadagur 4. mai 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Til Havnar hósdag
At hava egna prentsmiðju kravdi sítt, og tá
Norðlýsið bara kom út eina ferð um vikuna,
bleiv tað ov lítið at gera við prentingini, og í
1990 slapp Oliver sær av við prentsmiðjuna.
Nýggju hentleikarnir, ið fylgdu við offset-
prentingini, gjørdu eisini, at tá var bara at
koyra filmarnar til Havnar, so bar til at fáa
blaðið prenta har.
– Vit gjørdu filmarnar til blaðið her
norðuri, og so fór konan hósmorgun til
Havnar við filmunum, so blaðið kundi
prentast, og har bíðaði hon so, til alt var
liðugt prentað og hon kundi koma norður
aftur við blaðnum. Eg havi mangan hugsað
um tað, at tað vóru ikki altíð so tespiligir
túrar hja henni, tí hon skuldi fyrst um
Leirvíksfjørð og síðani koyra allan vegin í
kavaroki og mjørka á Oyggjarvegnum, sigur
Oliver.
– Tað kundi vera øgiliga spennandi onkun
tíð, strævið aðrar tíðir, men so sanniliga eisini
stuttligt, og nú aftaná er tað ótrúligt at hugsa
sær, hvussu stórar allar broytingarnar hava
verið. Talan hevur verið um øgilig og ótrúlig
frambrot, sjálvt um eg aftaná eisini havi
hugsað, at offset-tíðin var øgiliga keðilig við
sínum strimlum av satsi, voksi og øllum tí, ið
skuldi til.
Serliga nevnir hann vansan, ið var, at tá
okkurt skuldi setast, so sást eingin tekstur,
fyrr enn hann kom út eftir framkallingina, so
ikki fyrr enn tá kundi tú nakar feilur loftast.
– Eg vil næstan siga, at tá var tað – hóast
alt – ólíka snildari við blýgginum, tí tá varð
teksturin stýrdur øgiliga væl. Men sjálvandi
vildi eingin allíkavæl farið aftur til blýggið, tí
tilsamans var talan um eina nógv snildari og
einfaldari arbeiðsgongd, sum mundi lætta um
hjá øllum, tá samanumkom, sigur Oliver.
Altíð frammarlaga
Yvirhøvur hevur Norðlýsið alla tíðina verið
nokk so frammarlaga tekniskt, tí Klaksvíkar
Prentsmiðja var millum tey fyrstu, sum fingu
fotosetara, og Norðlýsið sjálvt byrjaði at
arbeiða við teldum miðskeiðis í 90-unum,
har forritið til umbrótingina fyrst var Aldus
PageMaker, síðani QuarkXpress og nú Adobe
InDesign.
– Tá vit fingu ta fyrstu telduna, byrjaðu
vit øgiliga spakuliga, og tað var tann tíð, tá
sonurin, John William, og Gunvá við Keldu,
sum arbeiddi her tá, skiftust um bara ta einu
telduna. Men so skjótt sum gongd av álvara
kom á, gekk tað bara ein veg, og longu í 2001
vóru vit úti við okkara heimasíðu, ið síðani er
ment og endurnýggjað til tað, hon er í dag,
sigur Oliver Joensen.
Serliga heldur hann avgerðina um, at
Norðlýsið skuldi fara á internetið, vera ein
varða í søguni hjá blaðnum.
– Heimasíðan er bara vaksin og hevur
verið dúgliga vitjað øll árini, so vit hava
fegnast um, at hon hevur verið so væl umtókt.
Tá vit komu á netið, bleiv nógv tosað um, um
slíkar tíðindasíður skuldu vera ókeypis ella
ikki, men vit valdu beinanvegin at hava fría
heimasíðu, tí vit dugdu at síggja, at tað bar
illa til at satsa upp á bæði, sigur hann.
– Tað stóð okkum greitt, at annaðhvørt
máttu vit hava eina fría síðu, ið kundi fáa
nógvar vitjanir, so tað bar til at selja lýsingar,
ella máttu vit taka pengar frá fólki fyri at
koma inn at lesa okkara síðu. Tað seinna trúði
eg einki uppá, tí fólk tíma ikki at lesa tungt
stoff á netinum, og tey tíma ikki at rinda
pengar fyri eina tíðindasíðu, tá tey kunnu
fara á eina aðra, har tey fáa tíðindini ókeypis.
Hetta vísti seg eisini at vera rætta leiðin hjá
okkum at ganga, tí hitt hevði aldrin borið til.
Oliver Joensen sigur seg vera sannførdan
um, at bløðini fara at hava eina framtíð, tí
tey kunnu taka sær av tilfari, sum slett ikki er
egnað til netið.
– Sum tíðindaberi hava bløðini ongan
møguleika, men um vit duga at gera tað, sum
vit hava gjørt, at vit framleiða lokalt tilfar,
so hava vit ein góðan møguleika. Nógvar
heimasíður kopiera donsku bløðini, men tað
kann ein og hvør gera, og á tí marknaðinum
yvirlivir bara tann, sum er skjótastur. Vit
kunnu fortelja nakað, ið onnur ikki kunnu, so
halda vit fast við tann lokala vinkulin og røkja
okkara heimabeitið, hevur Norðlýsið ikki bara
eina hundrað ára gamla fortíð aftan fyri seg,
men eisini eina framtíð fyri framman, sigur
blaðstjórin.
Vinnuvangin: Oliver Joensen
Heimasíðan er bara
vaksin og hevur verið
dúgliga vitjað øll árini, so
vit hava fegnast um, at hon
hevur verið so væl umtókt
– Eg havi ikki biðið børnini um nakað, men
tey eru allíkavæl øll komin inn í arbeiðið upp
á hvør sín máta, sigur Oliver, ið fyrst fekk
eina umbøn frá soninum, John William, um
at sleppa í læru á Norðlýsinum.
– Tað helt eg ikki, at hann skuldi koma,
men at hann heldur skuldi fara onkra aðra
staðni at finna sær eitt lærupláss. Eitt sindur
stríggið var hjá honum at finna nakað, men
tað bleiv so til, at hann endaði hjá Stig
Rasmussen, sum hevði prentsmiðjuna Estra
í Syðrugøtu, og har var John William í átta
ár. Hann segði enntá við Stig, at hann eftir
læruna ætlaði sær á Norðlýsið at arbeiða, men
tað legði Stig einki í, tí hann var ein góður
vinur av Norðlýsinum og arbeiddi eisini í
sínum ungu døgum á Klaksvíkar
Prentsmiðju.
Síðani var tað eldra dóttirin, Jastrid, sum
ferð eftir ferð segði, at hon skuldi ongantíð
fáast við Norðlýsið, prentsmiðjuarbeiði ella
nakað sovorðið.
– Men líka veit eg, tí áðrenn vit vistu av,
var hon farin á grafiskan skúla í Danmark,
og hon hevur nú sína egnu fyritøku, Grafia.
Og umframt, at hon hevur hjálpt nógv til
við serliga tí kreativa partinum, hevur enntá
eitt skifti verið stjóri á Norðlýsinum, flennir
Oliver, sum at enda nevnir yngru dóttrina, ið
fær rósur við á vegnum.
– Ja, Hannefía arbeiðir her, tó at hon
ikki hevur lært nakað innan fyri hetta fakið.
Men hon stendur fyri tí skapandi partinum
í dag, ger lýsingar og alt tað. Og tey, sum
lýsa hjá okkum, siga í øllum førum, at hon er
tann, sum er nógv mest álítandi av okkum í
firmanum.
Tá vit spyrja Oliver, hvussu tað sær út
við framtíðini, nú hann nærkast sínum
69 árum, svarar hann við einum skeivum
smíli, samstundis sum hann sær eitt sindur
hugsunarsamur út.
– Eg havi tað fínt, tí eg sleppi at gera tað,
sum eg tími at gera, og so er John William
stjóri. Í tí leiklutinum – eitt sindur aftan fyri
hann – havi eg nú hugnað mær í nøkur ár,
men vit mugu ásanna, at vit eru komin á eitt
vegamót, tí hann ætlar at gevast av heilsu
áðum, sigur hann.
– Hvussu framtíðin verður, veit eg ikki
akkurát í løtuni, men eg kann siga so mikið,
at eg ætli mær ikki at vera stjóri aftur.
Hinvegin vil eg fegin supplera og koma við
mínum íkasti, so nú fáa vit at síggja, hvussu
tað fer at síggja út hjá okkum frameftir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Familjufyritøka
Seinnu mongu árini hevur Norðlýsið verið ein familjufyritøka burturav, so bæði Elsa og
Oliver Joensen hava havt sín leiklut, eins væl og øll trý børnini í størri og minni mun hava verið við
Lag: Út á havið halda enn
Norðingar í góðum lag
kunnu halda stóran dag
fyri okkar’ kæra blað,
sum fyllir hundrað ár í dag.
Um mangt og hvat man vera hent
síðan blaðið kom á prent,
so er tað ikki ónormalt
at verja alt, sum er lokalt,
at skriva um hvønn fótbólstkamp
og hvønn ein settan stamp.
Verið stoltir, norðingar,
vit klára allar forðingar!
Altíð kapping, sjáldan friður,
og um KÍ flytur niður,
KÍ flytur niður,
best at blaðið ikki tigir.
Venda interessuni
frá høvuðsstaðarpressuni!
At fáa heimlig ting í lag,
Sum kópakonu, sjómansdag.
Tað setir fokus kolossalt
Á tað, sum er lokalt.
Og tá um okkurt nýtt er hoyrt,
Er myndatólið altíð klárt,
Av fugli, sílum ella grind
Vit fingu manga góða mynd.
Mann tann, ið setti djúpstu spor,
Var stóri klumpurin hjá Thor.
Tá seldu teir mong bløðini,
Tí stjórin bleiv í øðini.
Ein paparazzimyndamann
Viðhvørt mann brúka kann.
Og tá Oliver koyrir bil,
So stendur fartel’fonin til.
Skundisliga sæst hann koyra,
Sum hann skriðar sær í oyra,
Skriðar sær í oyra,
So hann tíðindi kann hoyra.
Hendir seg, hann ger tað lort
Og fær eitt klipp í koyrikoyrt.
At klára deadline, tíðarpress,
Tað elvir jú til mikið stress.
Til rættlestur er sjáldan tíð,
Tað sæst væl blaðnum í.
Øvundsjúkir havnarmenn,
og fremstur Heðin Mortensen,
til Havnar vilja draga alt
til teirra, sum teir hava valt.
Vilja taka alt frá oss,
ja hvørt eitt alment arbeiðspláss,
og sjálvt várt stolta sjúkrahús,
teir næstan hava koyrt í knús.
Her Norðlýsið má verja borg
og stíga fram á torg!
Havnin er eitt stórt kontór,
har hvør ein almenn króna fór.
Fult av stjórum, direktørum,
har øll klippa hvørjum øðrum,
klippa hvørjum øðrum,
skapa null í øllum førum.
Hetta er jú ónormalt
ímóti tí, sum er lokalt.
Óheft pressa má jú til
at bøta hetta hundaskil!
So Norðlýsið, halt teg framat,
minst 100 ár afturat!
Tá Norðlýsið herfyri fylti hundrað, varð eitt sindur gjørt burturúr, og millum annað hevði blaðið
bílagt ein tátt frá viðinginum, Andriasi Justesen, ið hegnisliga setti nakrar reglur saman um
Norðlýsið, sum eisini fekk Hans Hjalta Skaale at koma at syngja táttin, ið vit prenta niðanfyri: