mánadagur 4. mai 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Eyðun Klakstein
S
øgan hjá felagnum J & K Petersen
Contractors gongur heilt aftur til
tíðina eftir seinna heimsbardaga.
Í 1948 keypti felagið tann fyrsta
lastbilin og byrjaði koyring fyri
fólk og kommunur í Sandoynni. Í
1970’unum var partur av virksem
inum eisini ferðafólkaflutningur,
men hetta steðgaði í 1975.
Tað felagið, sum fólk kenna í dag,
byrjaði sítt virksemi í 1975, tá ið brøðurnir
John og Kristian Anfinn Petersen tóku yvir
eftir pápan, og har av kemur navnið J & K
Petersen. Frá 1975 var bert entreprenørarbeiði
á skráni hjá felagnum, og tað er tað framvegis.
Eigarasamansetingin er broytt, og nú er
tað triðja ættarlið, Stein Olvur Petersen, sum
er stjóri fyri felagið. Stein Olvur Petersen,
Eyðfinn Lenvig og Per Kallsberg komu inn
í felagið í 2005 og hava myndað leiðsluna
síðani.
Og nú kann J & K Petersen Contractors
halda 40 ára føðingardag, og tað varð gjørt við
móttøku á Østrøm í Havn hósdagin.
Halda støddina
J & K Petersen menti seg støðugt ígjøgnum
1990’ini og útvegaði sær millum annað
dýpingaramboð í 1994. Í 1996 var fyrsta upp
gávan uttanlands veruleiki, tá ið dýpingar
arbeiði varð gjørt í Íslandi. Seinni hevur
felagið eisini havt uppgávur í Grønlandi, og
seinnu árini hevur J & K Petersen arbeitt fyri
fleiri feløg í Norðurnoregi.
Her heima hevur J & K Petersen fleiri størri
arbeiði í gongd í løtuni. Felagið ger brúnna
um Sandá, byggir út fyri Fótbóltssambandið á
Tórsvølli, ger kei í Fuglafirði, og hesa vikuna
byrjar arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvøll í
Hoyvík.
– Vit hava hildið fast um at virka innan
fyri okkara kjarnuøki, sum er byggivirksemi. Í
góðum tíðum hava vit hildið aftur, tí vit vilja
ikki eksplodera við virksemi í góðum tíðum.
Vit skulu ikki gerast størri enn eitt vist, men
heldur verða fremst á okkara øki og verða góð
til tað, sum vit fáast við, sigur Stein Olvur
Petersen, stjóri í J & K Petersen.
– Vit kenna eisini til at skula minka um
virksemið, tá ið tíðirnar eru minni góðar, og
tað vísur seg ofta at verða lætt hjá tí almenna
at spara upp á byggivirksemi í samfelagnum,
men tað verður ofta gloymt, at tey, sum fáast
við bygging, eru eisini menniskju og hava
familju og skulu hava ein gerandisdag at
ganga. Stundum virkar tað, sum at hesi fólk
ikki hava sama týdning sum tey, ið fáast við
tey sonevndu bleytu virðini, sigur hann.
Góð fólk og nýggja tøkni
Síðani 2000 hevur J & K Petersen Contractors
havt høvuðsskrivstovu á Hjalla, og haðani
verður alt arbeiðið hjá felagnum samskipað.
J & K Betong er dótturfelag hjá J & K
Petersen Contractors og er ein sjálvstøðugur
partur av virkseminum hjá felagnum. Byrjað
var við hesum virksemi í 1989.
– Eg haldi, at eg tori at siga, at vit hava
ment byggivinnuna í Føroyum munandi hesi
40 árini. Vit hava havt nógv góð fólk í arbeiði,
vit hava lagt okkum eftir at brúka nýggja
tøkni, og ofta hava vit verið ein fót framman
fyri onnur í vinnuni. Vit fara framhaldandi
at leggja dent á at menna felagið og okkara
virksemið komandi árini, sigur Stein Olvur
Petersen.
eydun@sosialurin.fo
J & K Petersen rundar í hesum døgum 40 ár við
hundrað starvsfólkum og arbeiðum í gongd heima og
uttanlands. Stjórin heldur, at felagið hevur staðið
ímóti freistingini at vaksa meira, enn gott er
J&K Petersen 40 ár
Hava hildið aftur
í góðum tíðum