Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 nr. 4 I 4. mai 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Árni Gregersen S miðjan og Baader-umboðs­fyri­ tøkan í Fuglafirði, Petur Larsen, mennist og hevur í seinastuni fingið stórar ordrar í Grønlandi. Fyritøkan í Fuglafirði skal fyri­bils í eitt ár gera serviceeftirlit á teimum fimm flakavirkjum hjá Royal Greenland runt um í Grønlandi. Talan er um virkini í Paamiut, Maniitsoq, Sisimiut, Kangaatsiaq og Qasigiannguit. – Seinasta árið ella so hava vit havt nóg­ mikið at gera, so tú kanst ætlað, at avtalan við Royal Greenland og arbeiði vit annars gera fyri stóru grøndlendsku fyritøkuna, setir stór krøv til okkara fyritøku og starvsfólk, sigur Rógvi Róin, stjóri. Avtalað er, at Petur Larsen skal standa fyri øllum eftirliti av Baader-maskinunum fyri­bils í eitt ár og við møguleika fyri at leingja av­ taluna. Petur Larsen hevur arbeitt rættuliga nógv fyri Royal Greenland í fjør í Grønlandi, men í mong ár hevur fyritøkan eisini gjørt nógv arbeiðir umborð á trolarunum hjá Royal Greenland. Rógvi Róin, stjóri, vísir á, at stutt eftir at hann og beiggin Atli Larsen keyptu fyritøkuna í 2007, minkaði talið av flakavirkjum nógv. Eisini rávørugrundarlagið minkaði og tí fóru tey á Petur Larsen miðvíst at marknaðar­ føra seg í útlandinum. Hetta kann sigast at hava borið ávøkstur. Í fjør var 16 prosent av samlaða um­setn­ ing­inum hjá fyritøkuni í útlandinum og í ár verður hesin partur væntandi væl hægri. Nýtt virki Alt bendir á, at ferð er við at koma á aftur fiski­vinnuna í Grønlandi. Fólk frá Petur Larsen eru í løtuni í lítlu bygdini Kangaatsiaq í Vesturgrønlandi. Teir skulu arbeiða har í 14 dagar við at seta eina verksmiðju upp, sum er gjørd í smiðjuni hjá fyritøkuni í Fuglafirði. Tá ið tað er frá hondini, verður farið víðari til Qasigiannguit. Har skal eftirlit gerast á øllum maskinunum, umframt at fólk frá Petur Larsen skulu fylgja við arbeiðsgongdum og møgu­liga finna nýggjar loysnir. Maniitsoq Onnur fólk frá Petur Larsen eru í Maniitsoq og seta nýggja útgerð upp. Tað tekur eitt sindur av tíð, men aftaná skal eftirlit eisini gerast á øllum hinum maskinunum á virkinum. Fyritøkan skal so eisini lata maskinur til virkið í Sisimiut. Har skal hópur av útgerð eisini latast og setast upp. Í løtuni verða fleiri maskinur renoveraðar, men mett verður at hetta arbeiðið verður liðugt, so maskinurnar kunnu setast upp í Grønlandi í juli Baader-serfrøðingar Petur Larsen byrjaði fyritøkuna í Fuglafirði, eftir at hann sjálvur í nógv ár hevði arbeitt, sum maskinmaður við júst hesum maskinum í Grønlandi. Synirnir Rógvi Róin og Atli Larsen reka nú fyritøkuna, sum umframt Baader-maskinur og verkstaðið í Fuglafirði, eisini eigur fyritøkuna PL- stórbilar, sum selur lastbilar og bussar frá Volvo og Renault í Føroyum. – Vit mugu ikki gloyma, at hesi gott 40 árini vit hava umvælt og viðlíkahildið Baader maskinur, hevur okkara høvuðsmarknaður veriðí Føroyum. Tað er og verður hann fram­ vegis, og tí er av alstórum týdningi fyri okk­ um, at kundarnir her fáa somu tænastu sum teir eru vanir við, sigur Rógvi Róin. 18 fólk arbeiða fæst hjá Petur Larsen. Fyri­tøkan heldur til á havnalagnum í Fugla­firði og PL stórbilar í Hvalvík. post@sosialurin.fo Petur Larsen í Fuglafirði skal gera eftirlit á fimm flakavirkjum hjá Royal Greenland – umframt at seta nýggj virkir upp Petur Larsen í Fuglafirði Stórordri frá Royal Greenland Seinasta árið ella so hava vit havt nógmikið at gera Árni Gregersen J on Hestoy er formaður í Prent­ smiðju­felagnum og stjóri í størstu prent­smiðjuni í landinum Føroya­ prent. Hann metir, at tær tríggjar føroysku prentsmiðjurnar og rotatións­prentsmiðjan hjá Prent­ mið­støðini, hava stórar avbjóðingar í komandi tíðum, men hann heldur ikki, at talgilda spøkilsi er ræðandi. – Vit hava hoyrt hatta leingi, men tað vísir seg, at framvegis verður nógv prentað á pappír og tað verður tað eisini komandi árini, sigur Jon hestoy. Stóru avbjóðingarnar hjá føroysku prent­ smiðjunum eru, at tað er dýrt at gera nýggjar íløgur, samstundis sum tímalønin í okkara parti av heiminum eru nógv hægri enn aðrastaðni. – Tildømis er mánaðarlønin hjá einum prentara í teimum gomlu eysturevropisku londunum ein týggjundapartur av tí hon er hjá okkum. Tað er tað, sum vit skulu kappast við. Jon Hestoy sigur, at føroyignar framvegis hugsa um, at verður arbeiðið gjørt í Føroyum, so eru pengarnir eisini í umferð her og tryggja væl­ferðina í landinum. Fleiri onnur grafisk arbeiðspláss eru enn prent­smiðjurnar, so eini 100 fólk tilsamans eru til arbeiðis í grafisku bransjuni. – Vit trúgva uppá eina bjarta framtíð, men tað er neyðugt, at vit standa saman og halda grafiska arbeiðið her í landinum, sigur Jon Hestoy, stjóri í Føroyaprent. post@sosialurin.fo Stórar avbjóðingar men vit syngja ikki svanasang Avbjóðingarnar í grafisku bransjuni eru stórar, men onki er sum bendir á, at minni verður at prenta komandi árini Jon Hestoy, formaður í Prentsmiðjufelagnum