Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 133 - 15. juli 2004 Nr. 133 - 15. juli 2004 3 Harðari revsing fyri harðskap Revsingin fyri neyðtøku og harðskap er herd nógv í Danmark tey bæði seinastu árini, og tað sama er galdandi fyri fólk, sum verða funnin sek í at hava misnýtt børn, skrivar Berlingske Tidende. Blaðið vísir til eina uppgerð hjá løgmálaráðnum. Har stendur, at fyri trimum árum síðani fingu fólk í meðal eitt árs fongsul fyri óviljað manndráp, men at í fjør var tann vanliga revsingin tvey ár. Í 2001 fingu fólk, sum høvdu misnýtt børn, vanliga eitt árs fongsul. Í fjør var revsingin í meðal trý ár handan rimarnar. Tá talan er um neyðtøku, er gongdin tann sama. Ein treytaleysur dómur fyri neyðtøku var í 2001 15 mánaðir í fongsli, men í fjør var hann 20 mánaðir. Lone Espersen, løgmálaráðharri, lovaði fyri tveimum árum síðani, at løgmálaráðið fór at gera sítt til at herða revsingina fyri grov brotsverk, og hesum hava dómararnir fylgt. Daimler skal spara Leiðslan á týsku bilverksmiðjuni Daimler-Chrysler hevur sett sínunm medarbeiðarum á høvuðsdeildini í Stuttgart knívin á barkan. Ganga tey ikki við til at at spara hálva fjórðu milliard krónur, verða 6.000 arbeiðspláss á deildini niðurløgd og flutt aðrastaðni. Daimler-Chrysler eigur eina verksmiðju í Norðurtýsklandi og eina í Suðurafrika. Tað hevur víst seg, at hesar báðar verksmiðjurnar fáa nógv meiri burt- urúr enn tann í Stuttgart, og nú krevur leiðslan, at úr- tøkan á høvuðsdeildini skal vera líka stór sum á hinum báðum. Sparingarnar, sum leiðslan ætlar at seta í verk, gera millum annað, at starvsfólk missa eyka samsýn- ingina, sum tey fáa fyri at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftinum. Fakfelagið hevur góðtikið at spara um- leið hálva aðru milliard krónur, men tað er leiðslan als ikki nøgd við. Ein onnur týsk stórfyritøka, Siemens, hevur fingið sáttmála við síni starvsfólk um minni løn. Siemens hótti við at flyta arbeiðsplássini til Ungarn, góðtóku starvsfólkini ikki niðurskurðin, skrivar DPA. Vandamikið at kyssa dýr Í Danmark fara matvørumyndugleikarnir og læknarnir nú at ávara fólk ímóti at kyssa djór. Berlingske Tidende skrivar, at minst trý børn á einum bóndagarði í Hillerød á Sælandi eru vorðin sjúk eftir at hava kyst djór. Tilburðurin hevur fingið myndugleikar- nar at áseta ávís krøv um reinføri, men umhugsað verður at herða reglurnar uppaftur meiri. – Djór eru ikki leiku. Hevur tú klappað einari geit á afturpartin, eigur tú at vaska tær um hendurnar, áðrenn tú fært tær at eta, sigur Birtge Vingum Jensen. Hon er formaður í einum felagi, sum virkar fyri at gera land- búnaðin til ein part av donsku ferðavinnuni. Ætlar at finna sjóorm Fýra ferðir hevur sviin Jan-Ove Sundberg roynt at fanga ein stóran sjóorm, sum sigst halda til í Selfjord- vatninum í Telemark í Noregi. Nú ætlar hann at royna aftur. Tað var í 1998, at menn komu fram á okkurt, sum bendi á, at ein stórur sjóormur er í Selfjord-vatninum. Jan-Ove Sundberg leitaði fyrstu ferð eftir orminum í 1999, og hann vil vera við, at hann sá okkurt, sum bendi á, at ormurin var har. Nú hevur hann fingið hjálp frá einum amerikanara, og teir báðir hava eisini útvegað sær serliga útgerð til leitingina. Jan-Ove Sundberg hevur eisini ljóðupptøkur úr vatn- inum. Havrannsóknarstovnurin í Bergen bað fimtan altjóða granskarar kanna upptøkurnar, og teir komu til ta niðurstøðu, at ljóðið á upptøkunum er av lívfrøði- ligum uppruna, skrivar Dagsavisen. Meiri vildu teir ikki siga.Sjálvur heldur Jan-Ove Sundberg, at sjóorm- urin í Selfjord-vatninum er góðar tíggju metrar langur. UTTAN ÚR HEIMI Fyri fyrstu ferð nakr- antíð verður val í Saudiarabia næsta vár, men kvinnurnar sleppa ikki upp í part VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá talan er um uttanríkis- og trygdarpolitikk, roynir Saudiarabia at knýta seg at Vesturheiminum. Men landið er eitt sera konserva- tivt islamskt kongsveldi, og innanríkispolitiskt er lítið, sum líkist teimum vest- urlendsku viðurskiftunum. Fyri at tekkjast Vestur- heiminum hevur kongs- húsið gjørt av at halda kommunuval í apríl næsta ár, og valið er tað fyrsta har nakrantíð. Týsdagin kunngjørdi blaðið al-Watan, at val- listarnir skulu leggjast fyri myndugleikarnar longu um tveir mánaðir, og tá skulu myndugleikarnir eisini hava at vita, hvør stillar upp. Um valreglurnar skrivaði blaðið, at bara menn, sum hava fylt 21 ár, sleppa á val, og at bara menn, sum hava fylt 26 ár, sleppa at stilla upp. Kvinn- urnar sleppa sostatt hvørki á val ella at stilla upp. Á valinum sleppa teir saudiarabisku menninir at velja nøkur av umboðunum í kommunu- og býráðun- um. Myndugleikarnir hava fyrr sagt, at eydnast valið væl, sleppa menninir at velja allar bý- og komm- unustýrislimirnar næstu ferð. Saudiarabia hevur einki tjóðarting. Allar lógir skulu kortini góðkennast í tí sokallaða "shua-ráðnum". Har sita 90 menn, sum Fahd, kongur, hevur til- nevnt. Tann dagliga og ovasta leiðslan liggur í hondunum á krúnprins- inum Abdullah. Í Norðurlondum kæra fólk seg um, at tey hava einki summ- ar. Aðrastaðni er nógv verri VEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógvir túsund danir, norð- menn og sviar eru rýmdir av landinum teir seinastu dagarnar suður í heitari lond at halda summarfrí. Í hesum londunum hevur hitin ligið ímillum 15 og 20 stig higartil í summar, og harafturat hevur tað regnað meiri enn vanligt. Í Svøríki eru summar áir farnar upp um áarbakkarnar, og har vesturi í landinum drukn- aðu tvey fólk. Men tað er ikki bara á okkara leiðum, at fólk kæra seg um summarið. Í Bret- landi hava bjargingarlið havt úr at gera aftan á nógvan vind og nógv regn, og tað sama er í Fraklandi. Í Týsklandi kavaði fyri nøkrum døgum síðani. Har suðuri í landinum máldu tey seks kuldastig, og so kalt hevur tað ikki verið har fyrr hesa ársins tíð. Í Rumenia er øvugt. Har eru meiri enn 20 fólk deyð av ov nógvum hita, og tann sama hitabylgjan hevur eis- ini gjørt um seg í Grikka- landi og Makedonia. Í Portugal hevur hitin elvt til fleiri skógareldar har suð- uri í landinum. Eisini aðrastaðni Tað er heldur ikki bara í Evropa, at veðrið hevur verið ólagaligt í seinastuni. Í fleiri londum í Suður- amerika hevur kuldi kravt fleiri mannalív. Í Argentina frysti ellivu stig seinasta vikuskiftið, og minst seks fólk doyðu í kuldanum. Í Peru hevur verið rætiligt kavarok, og fleiri fólk eru vorðin heimleys. Í Para- guay noyddust myndug- leikarnir at lata skúlarnar aftur, tí veðrið var so ringt. Í India og Bangladesh flýggja fólk undan vatn- flóð. Hesa tíðina á árinum ger monsunregnið um seg á hesum leiðunum, men av- fallið í ár er tað mesta í tíggju ár, skrivar Reuters. Í Bangladesh eru tríggjar milliónir avbyrgd av tí nógva vatninum, og fleiri fólk eru deyð. Kvinnurnar sleppa hvørki at stilla upp ella á val Summar við kavaroki og skógareldum Hesin bilførarin í kinesiska býnum Guangzhou hevði ikki nógv í at velja... Slóðbrótandi sveinastykki – Eg haldi ikki, at lær- arin og sensor vistu hvat eg tosaði um, so tað hevur allarhelst kvinkað karakterin uppeftir. Tað sigur Virgar Poulsen, el- ektrikaralærlingur úr Saltangará, sum herfyri fekk 13 fyri sveinastykkið. Hann projekteraði eini hús, har hiti, streymur, hurðar og vindeygu eru fjarstýrd, og kunnu latast upp og steingjast via inter- netið ella fartelefon- ina 13-TAL Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Sveinastykkið sjálvt var ein uppgáva, har vit skuldu projektera eini sethús við eini standardskipan, nevnd IHC, sum merkir Intel- ligent House Control ella teldustýrt húsatamarhald. Tað vil siga, at tú koblar bæði hita og streym til eina telduskipan, soleiðis, at tú kanst tendra og sløkkja radiatorar og el-lutir via in- ternetið ella fartelefonina. Tú kanst eisini tíðarinstilla tað. T.d. kanst tú pro- grammera hitan at fara frá kl 07.00 og at slókna aftur kl 22.00, greiðir Virgar Poulsen frá. Hann sigur, at um tú ivast í, um tú hevur sløkt kaffimaskinuna, tá tú ert farin heimanífrá, so kanst tú fara inn á inter- netið at kanna tað. Sært tú har, at kaffimaskinan er tendrað, so kanst tú sløkkja hana ígjøgnum telduna. Við hesi skipan eru nógv- ir pengar at spara. – Tú kanst eisini kobla hitan til vindeyguni ella útlufting- ina, soleiðis, at um vind- eyguni fara upp ella út- luftingin fer frá, so slóknar hitin. Harvið sleppur tú frá at gjalda fyri hitan, sum bara hevði farið út í luftina og sum tú tískil ikki hevði fingið nakra nyttu av allíka- væl, sigur Virgar. Seinasta skúlaskeiðið Seinasta skúlaskeiðið hjá elektrikara lærlingunum vardi í 10 vikur. Í hesum tíðarskeiðnum skuldu lær- lingarnir repetera skrivliga tilfarið og gera tvær upp- gávur. Eina, nevnd PLC, har lærlingarnir skuldu pro- grammera eina teldu til at stýra einum stórum fiska- virki, og so omanfyri- nevndu IHC uppgávuna, sum var sjálvt sveinastykk- ið. – Vit høvdu einar tvær vikur at gera sveinastykkið í, men eg hugsaði nógv um tað áðrenn. Áðrenn síðsta skúlaskeiðið hevði eg nevniliga installerað IHC skipanina í tvey hús, fyri meistaran hjá mær. So eg var ikki heilt ókendur á øk- inum, tá sveinastykkið skuldi gerast. Virgar sigur, at hann hevði frætt um eitt modul, sum ikki var komið til Før- oyar enn, og sum víðkaði nógv um møguleikarnar við IHC skipanini. T.d. kundi hetta modulið gera tað møguligt eisini at lata hurðar og vindeygu upp við fjarstýring. Hetta við nýtslu av fartelefonini. – Tá ið vit byrjaðu uppá síðstu fimm vikurnar, bað eg læraran um at bíleggja mær eitt tílíkt modul ígjøgnum skúlan. Men tað var ógvuliga dýrt, so hann var trekur. Tað endaði við, at eg bara bílegði tað sjálv- ur, sigur Virgar. Tað tók heilar tvær vikur inntil modulið kom fram, so tá ráddi um at arbeiða skjótt. Nú vóru nevniliga bert tríggjar vikur eftir, til sveinastykkið skuldi vera liðugt. Sveinastykkið Tað tók Virgari nakrar dag- ar at finna útav, hvussu hetta modulið virkaði. Síðani skuldi hann seta tað saman við uppávuni, sum eisini skuldi loysast. – Seinastu dagarnir vóru sera tíðarpressaðir. Eg sat á skúlanum hvørt kvøld og arbeiddi við uppgávuni. Eg skuldi installera vanligu IHC skipanina, sum stýrir streymi og hita. Síðani skuldi eg installera hetta nýggja modulið, sum stýrir hurðum og vindeygum. Síðani skuldi eg kobla tey saman, soleiðis, at tey fungeraðu sum ein eind. Eg valdi eisini at tekna húsini trídimensionelt á telduni, hóast hetta ikki var partur av uppgávuni. So eg hevði úr at gera. Virgar sigur, at hann fekk 10 fyri tað handaliga í uppgávuni. Men so skuldi hann upp í munnligum, at forsvara sveinastykkið. Hvørki lærarin ella sensor høvdu sæð hetta modulið áður, og tískil heldur ikki fyrimunirnar av tí. Hetta er ein ógvuliga góð skipan til fólk, ið bera brek, og sum í vanligum húsin høvdu verið púra óhjálpin. Við hesum kunnu tey hava ein gerandisdag, har tey klára seg sjálvi. Fartelefonin kann programmerast, so- leiðis, at um tú trýstir á ein ávísan knøtt, fer t.d. eitt vindeyga ella úthurðin upp. – Eg greiddi læraranum og sensor frá um skipanina, og eg haldi faktiskt ikki at teir vistu sjálvir, hvat eg tosaði um, sigur Virgar og flennir. – Tað eru nøkur hús í Føroyum við standard IHC skipanum, men enn eru eingi við hesum modul- inum, so hetta var púra ókent fyri teimum. Virgar fekk 13 fyri flotta arbeiðið, og lærarin hevur sagt honum, at tað var sen- sor, sum beinanvegin segði, at tað skuldi verða karakt- erurin. Men lærarin sjálvur mundi eisini vera bergtikin, tí eftir hetta valdi hann hó- ast alt at gjalda fyri dýra modulið. – Nú liggur tað úti á tekniska skúla. Lær- arin keypti tað frá mær, eft- ir at hava sæð hvussu tað virkaði, sigur Virgar. Elektrikaraarbeiðið broytt Tað hendir allatíðina nógv á kt-økinum, og Virgar sig- ur, at hendan skipanin, sum hann valdi at taka uppí sveinastykkið, og sum hvørki lærarin ella sensor kendu nakað til, longu er vorðin ein gomul nýggj- heit. Nú er ein uppaftur nýggjari og snildari skipan, nevnd AIB, sum m.a. nýggi sjúkrahúsbygningurin í Havn hevur. – Hesar teldustýrdu skip- aninar til sethús vinda meiri og meiri uppá seg, og tað eru fleiri hús í Føroyum, sum hava tær. Tað er dýrt at installera, men tú sparir tað aftur eftir fáum árum, tí skipanin er nógv meiri øk- onomisk enn vanliga skip- anin. Virgar heldur, at elektrik- araarbeiðið hevur flutt seg ógvuliga langt seinastu árini. – Nú snýr størsti part- urin av arbeiðnum seg um teldur. Ein og hvør kann finna útav at skrúva eina peru í, men ikki øll duga at kobla eina tílíka telduskip- an til elektronikkin í einum húsi, so at alt verður fjar- stýrt, sigur hann. Virgar hevur nú bert lærutíðina eftir, og verður útlærdur í oktober. Men hann verður allarhelst ikki á klettunum leingi, tí hann ætlar sær møguliga at fara til Noregs at arbeiða sum elektrikari. – Ella kanska eg fái arbeiði á einum bori- platformi. Tað er ein lítil dreymur, sum eg havi. Men nú fáa vit at síggja, sigur hann. Òansæð hvat hann velur, verður tað neyvan torført at finna arbeiði. Ikki við einum tílíkum karakteri fyri sveinastykki. Virgar Poulsen frá Saltangará er her avmyndaður frammanfyri sveinastykkið, sum hann fekk 13 fyri í munnligu framløguni. Hetta er ein skipan, sum ger tað møguligt at tendra og sløkkja hita og el gjøgnum internetið. Eisini er møguligt at lata hutðar og vindeygu upp og aftur við skipanini Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2