Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 6 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Klaus Højgaard Laursen er bachelor í guðfrøði Í 2011 byrjaði hann at ferðast í Danmark og siga frá bíbliutekstum, tvs. recitera tekstir, ið hann hevði lært seg uttanat Bíblian Live í Hoyvíkar kirkju! Í dag eru fólk flest von við, at tekstir eru nakað, tú lesur, ella nak­að, onnur lesa fyri tær. So­ leiðis hevur ikki altíð verið.Fyrr vóru orðini endursøgd. Fortald frá ættar­liði til ættarlið Hetta roynir Klaus Højgaard Laursen at minna okkum á, tá hann fortelur Markusarevangeliið »live«, sum hann rópar tað. Markusarevangeliið er á so mangan hátt ein serstøk søga. Tað eru ikki nógvar bøkur ella film­ir, har hetjan er ein fátækur mað­ur, sum ferðast víða og ger góðar gerningar, og síðan verður hann dripin og rísur upp aftur frá deyð­um. Hetta verður sagt frá og dramatiserað í »Markus Live«. Klaus Højgaard Laursen er bache­lor í guðfrøði Í 2011 byrj­ aði hann at ferðast í Danmark og siga frá bíbliutekstum, tvs. reci­ tera tekstir, ið hann hevði lært seg uttanat. Hann byrjaði við Filippi­ bræv­inum, og síðan hev­ur hann hildið fram við øðrum bíbilskum tekstum. Týskvøldið 5. mai verður hann at hoyra í Hoyvíkar kirkju. Lukas Graham syngur á Vágsbøi Poppúrmælingurin, sum nú jagstrar gjøgnumbrotið í USA, kemur til Føroya at spæla Summar Festivalinum S tundum uppliva vit tónleikarar og bólkar, sum verða førdir fram, hóast teir ikki hava nevnivert talent ella nakað serligt upp á hjarta. Vit uppliva tíbetur eisini bólkar, sum hava eitt so serstakt talent, at tað kann ikki haldast aftur, hóast mót­ gongd er at byrja við. Bólkurin Lukas Graham er ein av hesum seinnu. Við danska-írska úrmælinginum Lukas Graham Forch­ hammer á odda, hevur Lukas Gra­ham tikið stór fet ímóti altjóða stjørnu­ himm­alinum, og eftir at amerikanska Warner Brothers hevur gjørt sáttmála við bólkin, liggur eitt gjøgnumbrot í USA og lúrir handan hornið. Gjøgnumbrotið Tað byrjaði annars róliga í Keyp­ manna­havn, har slaturin um ein serliga góðan og orkufullan bólk spaku­liga spreiddist. Alt fleiri fólk leit­aðu til konsertir hjá Lukas Graham, og á YouTube fingu teir alt fleiri sýningar. Tá ið so 600 fólk eitt kvøldið máttu fara heimaftur, tí tey ikki sluppu inn á eitt kon­sert­stað, har Lukas Graham spældi, bar ikki longur til at fjala tíðindini um bólkin. Copenhagen Records gjørdi í 2011 plátu­sátt­mála við Lukas Graham, og yrkis­leiðin hjá bólkinum tók eitt stórt stig rætta vegin, tá ið staklagið Ordinary Things gjørdist ein tann mest spældi sangurin í Danmark og vann heiðurs­løn hjá DR-rásini P3. Áðrenn fyrsta fløgan kom frá bólk­ inum, fór Lukas Graham á konsertferð og spældi 45 konsertir – fyri tað mesta útseldar – har fleiri enn 30.000 fólk vóru og lurtaðu. Síðani hevur bólkurin staðfest sína støðu ein av størstu poppbólkum í Dan­mark, og eftir hitlistaplaseringar í Týsklandi og Eysturíki, kom ameri­ kanska Warner Brothers inn á vøllin og gjørdi sáttmála við Lukas Graham. Heitir upp á Føroyar Seinastu tíðina hevur Lukas Graham hildið nógv til í USA, men í summar gera teir eitt rend heim, og tá ið teir frættu um møguleikan at spæla í Føroyum fyri fyrstu ferð, vóru teir sera heitir fyri tí. Endin var, at avtala varð gjørd við Lukas Graham um at spæla á Summar Festivalinum 2015. Lukas Graham spælir ghetto- popp, teir kalla. Tónleikurin er eitt bland av poppi, soul, funk og hiphop, og væl er blandað, tí tónleikurin situr framúr væl, og við sangum sum Ordi­nary Things, Drunk In The Morn­ ing, Criminal Mind og fleiri hava teir klatrað hitlistar og vunnið út í út­ varps­rásirnar. Ummælini av framførslum hjá Lukas Graham staðfesta aftur og aft­ ur, at bólkurin er framúr væl spæl­andi, og sangarin Lukas Graham Forch­ hammer er eitt sangtalent av teimum heilt stóru. Hann líkist hinum 14 Venclunum, sum er givnir út. Í Vencil 15. eru før­ oyskir upprunatekstir og týðingar úr ymiskum útlendskum málum. Uppunastuttsøgurnar í Vencli 15. hava Annika Skaalum, Sólrún Michel­ sen, Ludvík á Brekku, Jón Thor­steins­ son, Sámal Soll, Oddfríður Marni Ras­mussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað. Upprunayrkingarnar hava Ludvík á Brekku, Bina Svartá, Hans Erik Hansen og Lív Maria Róadóttir Jæger skrivað, og debutantarnir hesa ferð eru Bina Svartá og Hans Erik Hansen. Týddu yrkingarnar eru eftir Randi Ward, Claus Carstensen og Ninu Malinovski og týddu stuttsøgurnar eru eftir Ernest Hemingway, Merethe Lindstrøm, Gabriel García Márquez. Permuna á Vencli 15. hava rit­ stjórarnir báðir gjørt. Hon er, sum so nógvar aðrar venclapermur, prentað á Steinprenti. Fimtandi Vencil komin Lukas Graham spælir á Summar Festivalinum í august