mánadagur 4. mai 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 19 • 4. mai 2015
8
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Eg havi eitt ynski um at arbeiða
við fótbólti og tað geri eg
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Erligur, sjálvstøðugur og forvitin ella
málbevístur, tempramentfullur og útatventur
ella pápi, umsorgsfullur og smílandi osv.
Alt ann uppá hvønn hat eg havi uppi á
Hvat merki er bilur tín?
Ein gamal Hyndai Sonata (Deiligur bilur)
Hvat merki er telefon tín?
Iphone 5 S (ikki spyrja meg
hvat S'ið stendur fyri)
Hvør er tín besta summar
frítíðaruppliving?
Var og fjakkaði saman við tveimum
vinmonnum fyri nøkrum árum síðan í
Australia, New Sealandi og Thailandi,
tað var eitt stórt upplivilsi.
Hvat orð ella hvønan
setning nýtir tú oftast?
»Næsta bólt, næsta bólt, næsta
bólt« ella »hatta er fótbóltur«
Hvat ger teg í góðum lag?
Eitt smíl
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Øllum, men tað velst sjálvandi
um, hvønn veg hon vendir
Hvat stressar teg?
Stórar uppgávur kunna stressa
meg, men tær eru som oftast tær
mest spennandi og stuttligastu
Hvør er tín yndisrættur?
Lambskjøt, fekst, ræst og turt.
Hvat gleðir teg?
At ferðast. Átti eg pengar hevði
eg ferðast fleiri ferðir um árið
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Eg havi eitt ynski um at arbeiða
við fótbólti og tað geri eg
Hvar arbeiðir tú?
Eg havi arbeitt sum fótbóltsvenjari
burtur av í 12 ár skjótt. Beint nú eri
hjá Víkingi. Arbeiði eisini nakrar tímar
hjá Ansni. Tvey góð arbeiðspláss
Hví valdi tú at arbeiða innan
júst hesa vinnu ella øki?
Áhugi men eisini eitt sindur
av tilfeldigheitum
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Havi verði so heppin, at eg havi havt
hópin av stuttligum upplivilsum gjøgnum
mítt venjaraarbeiði. Tað feskasta í hesum
sambandi er sigurin á ÍF í steypakappingini
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Tónleikur fyllur ikki nógv hjá mær.
Lurti mest, sum bara eftir tónleiki,
tá eg koyri bil, og tá er tað sum
oftast, tað sum er í útvarpinum
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Tað er flúgvarin. Tí hann gevur okkum
møguleikan at koma til støð sum
annars ikki vóru gjørlig at koma til
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Íløga!!! At eg fekk mær hund sum vaksin.
Hon hevur givið mær nógva gleði
Hvat er títt besta
heimaráð?
Ger tingini ordiligt fyrstu ferð. Hevði
eg sjálvur havt gjørt tað, hevði eg
havt spart nógva tíð og pengar
Hevur tú nakað húsdjór?
Eg havi ein hund, sum eitur Gita
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Ferðast
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Ferðast og betalt skuldina hjá mammu
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Her er trygt at búgva, og gott hjá børnum, og
vit passa »rímuligani« væl uppá hvønn annan
Hvar ert tú um 10 ár
Í Føroyum
Sigfríður Skaale Clementsen
Átti eg pengar,
hevði eg ferðast
fleiri ferðir
um árið
Stólurin
í stólinum hesa vikua