Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 4. MAI 2015 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VELTAN - SANDOY "Grøna oyggin, besta moldin - VELTAN - Sandoy" Á fundinum um grønmetisvelting á Hotel Skálavík avdúkaði Katrin Petersen eisini eitt uppskot til vørumerkið fyri grønmetisvørur úr Sandoynni. Hugskotið er, at eitt slíkt merki kann gerast savningarmerkið hjá framleiðarum í Sandoynni. Bóndur, jarðeigarar og onnur, sum hava hug at velta og selja, kunnu brúka hetta felags savningarmerki á sínum vørum.  VELTAN Sandoy kann eitt nú klistrast á ein eplaposa, ein posa við rótum, gularótum ella á eitt bundið av rabarbum - bara fyri at nevna onkrar av møguleikunum.  - Um hetta verður eitt áhugafelag ella eitt partafelag, vita vit ikki enn, men øll tey, sum framleiða og selja, kunnu verða við og kunnu seta merkið á sínar vørur, sigur Katrin Petersen. Hugskotið er, sigur hon, at hetta verður eitt ella annað samtak, sum eisini skal arbeiða við at tryggja tað besta av tí besta. - Men, hvussu vit tryggja vit okkum, at talan verður um dygdarvørur. Jú, tað gera vit í fyrsta lagi við opinleika, har viðskiftafólk kunnu síggja, hvussu vøran verður framleidd. Vit skulu eisini hava kunning frá viðskiftafólki, um tað vísir seg, at vøran í onkrum føri ikki er optimlal. Soleiðis kunnu vit gera okkum betri og tryggja tað besta av tí besta. Katrin Petersen segði eisini, at í døgunum 18.-20. september verður skipað fyri einum eplafestivali í Sandoynni, har sandoyingar kunnu koma við eplum og øllum tí grønmeti, sum framleitt verður í oynni. - Hetta tiltak skal bæði vera seriøst, men eisini stuttligt, og tað skal varpa ljós á grønmetisframleiðslu í Sandoynni í síni heild, sigur hon. Vilmund Jacobsen S tórur áhugi var fyri tiltakinum, og eini 60-70 fólk mundu vera við á fundinum í Skálavík, har eisini varð kunnað um eitt nýtt grøn- metis sam starv fyri Sandoynna - og um eitt forvitnisligt skeið, sum eisini fevn ir um grønmetisvelting í Skálavík. Tað var Katrin Petersen, umboðandi Vakstr ar ætlanina fyri Sandoynna, sum hevði høvuðsframløguna á vælmøtta fundi num. Hon segði, at talan er um tvær størri verkætlanir, sum Vakstr ar- ætlan in arbeiðir við í Sandoynni í ár. He s ar snúgva seg um grønmeti og ferða fólk. Katrin greiddi frá royndum við grøn metis velting í Hetlandi, sum hava eydnast væl, og tí er ætlanin hjá Vakstr arætlanini at gera ein túr til Het lands í summar at vitja garðin og síggja, hvussu tey gera í Hetlandi fyri at fáa ymiskt grønmeti at veksa.  Á fundinum varð eisini upplýst, at onn ur, sum kanska hava hug at koma við til Hetlands, eru vælkomin við á ferð ina.   Ómettaður marknaður - Spyrt tú føroyskar bóndur, hvussu útlit ini munnu vera fyri ymiskum vøkstri, siga teir oftast, at alt veldst um, hvussu veðurlíkindini hátta sær, og hvussu grøðin hepnast. Tað er trupult at siga frammanundan, hvussu grøðin verður - eisini við eitt nú epl um og rótum, sum vit velta her heima. Katrin Petersen segði, at Vakstrar- æt lan in hevur sett sær fyri at finna út av, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Før oy ar hava ein stóran og ómettaðan mark nað fyri føroyskum grønmeti. Taka vit eplini, sum vit eru frægast til at velta, dekka føroysku eplini helst bara eini 20% av føroyska mark naði- num. - Tølini fyri sølu av seteplum ben- da á, at føroyingar velta umleið 20% av øllum teimum eplum, sum vit eta um árið. Hóast føroysku eplini gjarna vera seld væl dýrari enn tey út lendsku, er góður marknaður fyri teim um. Grønmetisvelting í Føroyum annars er næstan 0 (null), so her er eitt stórt potentiali, sum at kalla ligg- ur óbrúkt. Katrin segði, at neyðugt verður at branda føroysku framleiðsluna, tá komið er har til, at vit hava eina fram- leiðslu av grønmeti. Neyðugt verð ur eisini at samstarva um royndir, mark- nað ar føring og sølu, so vit kunnu fáa sum frægast burtur úr teimum møgu- leik um, ið eru. - Neyðugt verður við samstarvi, har vitan in, sum fæst til høldar, verður deild. Vit mugu samstarva um besta fræ ið, og hvussu vit verja okkum best móti vindi. Neyðugt verður eisini við samstarvi millum tey, sum selja føroys ku grønmetisframleiðsluna. Hon segði, at Vinnuframi hevur stuðl að grønmetisverkætlanini fíggj- ar liga, eins og Búnaðarstovan hevur sagt seg sinnaða at luttaka og at lyfta und ir, soleiðis at neyðugu royndirnar kunnu gerast. - Neyðugt verður eisini við sam- starvi við okkara matstovuvinnu, og her vita vit frá nógvum kokkum, at teir gjarna vilja keypa føroyskar grøn- metis vørur, legði hon aftrat.   Grønmetisskeið Eitt, sum Vakstrarætlanin fyri Sand- oynna er í holt við, er eitt grøn metis- skeið, sum fer at koyra gjøgnum summar ið. Skeiðið verður fyri øll, sum kundu hugsað sær at velt sítt egna grø n meti. Tað verður Laura Joensen, sum kemur at undirvísa og taka sær av tí praktiska. Hetta verður eitt skeið, har øll kunnu luttaka - eisini tey, sum ongan- tíð hava fingist við velting og jørð áð- ur. Einasta, sum skal til, er, at tú hevur hug at royna teg við at velta títt egna grøn meti. Tann praktiski parturin av skeið- num verður velting av grønmeti í Skála vík. Skipað verður soleiðis fyri, at hvør einstakur, sum luttekur á skeið num, fær eitt 10 fermetra stórt stykki at velta á, og síðan verður farið í gongd. Laura Joensen segði eisini nøkur orð á fundinum í Skálavík, og hon legði skemtiliga fyri. - Eg eri eingin serfrøðingur á hes- um øki, men eg havi gjørt mær mín ar egnu royndir við velting av ymisk um grømeti. Eg kann í hvussu er lova tykkum eitt: Vit skulu hava tað stutt- ligt í Skálavík. Endamálið við grønmetisvelting er, at bóndur, jarðeigarar og fólk annars skulu kunna fáa nakað burtur úr. - Endamálið er eisini, at hetta skal geva gróðrarbotn fyri fleiri mat til- tøk um og øktum mat stovu virksemi við føroyskum rávørum - eisini, tá ið ræð ur um at selja Føroyar sum ferða- vinnu land. Laura Joensen segði, at hon kann ikki garantera fyri nøkrum sum helst, nú farið verður undir skeiðið. - Eg havi gjørt royndir við dúki út yvir velting, og eg havi havt ymiskt stand andi innandura. Eg havi sett fræ niður og havi taðað. So kemur tað upp aftur sum kemur. Mínar royndir eru, at best er at royna seg uttandura á van ligan hátt - og so hopa tað besta. Hon helt, at tey eru longu sein á veg við skeiðnum og grønmetisvelting, og tí er bara at koma í gongd sum skjót ast. - Tey, sum koma við, sleppa í hvussu er at royna síni evnir og sítt hepni við grønmetinvelting í Skálavík. Slóða fyri í Sand oynni við grøn metis velting Næst seinasta mikukvøld varð skipað fyri fundi á Hotel Skálavík, har Katrin Petersen vegna Vakstrarætlanina fyri Sandoynna hevði eina forvitnisliga framløgu um møguleikar við grønmetisvelting. Tiltakið var ætlað øllum, sum hava áhuga fyri grønmetisvelting - antin tað er til egið brúk ella til at selja Katrin Petersen hevði framløgu, og Laura Joensen segði eisini nøkur orð um grønmetisskeið Myndir: Vilmund Jacobsen