Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 16 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað – Beretta Road Show ferðast kring um í Danmark. Vit hava leingi ætlað at fingið konsulentar heim higar, og nú er tað endiliga eydnast, sigur Ólavur Weihe Høvi verður at royna byrsur á skjótivølli Vilmund Jacobsen T ýsdagin og mikudagin, ávikavist 5. og 6. mai, sleppa tey, sum hava áhuga fyri byrsum og skjót­ing at uppliva eitt sonevnt Beretta Road Show á skjótivøllinum hjá Byrsu­múla á Sandvíkarhjalla. Beretta er kent byrsumerki, sum handilin hjá Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 10 í Havn selur. Ólavur Weihe sigur, at handilin hevur selt hetta byrsumerkið í nøkur ár, og hetta eru væl dámdar og snøgg­ ar byrsur, sum bæði fáast í dýrara og bíligara flokkinum. – Á Beretta Road Showinum verða ymisk snið av byrsum, og her verða eisini tey nýggjastu sniðini víst fram og roynd á staðnum. Góð tilboð Tveir konsulentar frá Normark Den­ mark verða við og fara at vegleiða, og her verða eisini fleiri góð tilboð um byrsur givin á staðnum. – Beretta Road Show ferðast kring um í Danmark. Vit hava leingi ætlað at fingið teir heim higar, og nú er tað so endiliga eydnast, sigur Ólavur Weihe. Hann vísir á, at umframt at hitta kon­sulentarnar frá Beretta Road Show týsdagin og mikudagin á skjóti­ vøll­inum frá klokkan 17-21, verða eisini serkøn fólk í handlinum í Stiðja­ gøtu 10 somu dagar. Ókeypis tiltak – Tiltakið á skjótivøllinum á Sand­ víkahjalla er ókeypis, og øll við áhuga fyri byrsum og skjóting eru hjartaliga vælkomin, sigur Ólavur Weihe hjá P/F Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 10 í Havn.