Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 18 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Dansibandsgudstænasta á Dansibandsfestivalinum í Vági U mframt framúr góðan tón­ leik, góðan mat og hugna, so verður eisini eitt heilt annar­ leið­is tiltak á Dansibandsfesti­valin­ um í Vági, tá fyrsta dansibands- guds­tænasta verður skipað her á landi. Fyriskipararnir siga seg fegn­ ast um, at Theodor Olsen, prest­ur, kemur til Vágs at halda dansi­bands- gudstænastu á Dansiband­festi­val­ in­um. Dansibands-gudstænastan verð­ ur í ávísan mun sum ein van­lig guds­ tænasta, men í staðin fyri sálmasang, so verður tað dansibandstónleikur, sum verður spældur og sungin til gudstænastuna. Dansibandstónarnir verða somuleiðis útgangsstøðið fyri prædikuna, sum Theodor Olsen, prest­ur, fer at halda. Um viðrar verður dansibands- guds­tænastan hildin úti, og øll – eisini fólk, sum als ikki ætla á Dansi­bandsfestivalin – eru hjarta­ liga vælkomin til dansibands-guds­ tænastuna, sum verður vesturi á Eiðinum leygardagin 9. mai kl. 14.00, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. : Theodor Olsen, prestur, fer til Vágs at halda dansiband-gudstænastu komandi vikuskifti Ungdómsdeildin hjá Eik stuðlar Voxbotn V oxbotn og Ungdómsdeildin hjá Eik hava aftur í ár gjørt sam­ starvs­avtalu, ið inniber, at Ung­dóms­deildin hjá Eik verður ein av stuðl­unum hjá konserttiltakinum Vox­botn, sum verður leygardagin 27. juni 2015. Somuleiðis er Eik høvuðs­ stuðul til Bassalandið til børnini við trampolinum og hoppiborgum, og árligi Bassa­føðingardagurin verður eisini hildin á Voxbotn. Konsertiltakið Voxbotn hevur und­ anfarin ár eydnast væl og tað hevur eisini verið útselt øll árini síðani til­ takið var hildið fyri fyrstu ferð í 2012. Og tað sær út til at 2015 verður einki undantak. Longu nú eru fleiri stór nøvn avdúkaði, m.a. John Martin úr Swed­ish House Mafia, U.D.O., Swangah, Byrta, Jógvan, Flamma, Marius og Stan­ley. Kom­andi tíðina verða enn fleiri spenn­andi út­lendsk og før­oysk nøvn avdúkaði. Sum altíð er málið hjá Voxbotn at geva ungum sum eldri góðan tónleik, undirhald og eina heildaruppliving í 12 tímar út í eitt niðri í Vágsbotni. Ungdómsdeildin hjá Eik hevur verið stuðul hjá Voxbotn øll árini, síðani Voxbotn byrjaði. Ungdómsdeildin hjá Eik hevur til endamáls at ráðgeva og vegleiða ungum frá 18-28 ár í banka- og fíggjarviðurskiftum. Til hetta hevur bankin serligar ungdómsráðgevar á deildunum kring landið. – So skjótt sum Voxbotn var liðugt í fjør, fóru vit undir fyrireikingarnar til í ár, og málið er sum altíð at gera Voxbotn enn betri, sigur Háld­an Hald­ an­sen, sum er ein av fyriskip­arunum. – At fáa tær stóru stjørnurnar til Føroyar í bestu spælitíð kostar nógv, og tí eru vit sera fegin um, at Ungdómsdeildin hjá Eik aftur í ár stuðlar Voxbotn. Uttan henda stuðul hevði illa borið til at skipa fyri tiltak­ inum á hendan hátt. Ungdómsdeildin hjá Eik fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Vox­ botn. – Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðulsavtalu við Voxbotn, sum vit halda er eitt gott og væl fyriskipað tiltak. Tiltakið hóskar seg eisini væl til okkara málbólk, sigur Eva Brekkstein, leiðari fyri Ung­ dómsdeildini hjá Eik. Eva Brekkstein, leiðari fyri Ungdómsdeildini hjá Eik og Háldan Haldansen frá Vox Entertainment