Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 20 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Dizzy Mizz Lizzy á G! Festivalin Ummælarar og áhoyrarar eru á einum máli, Dizzy Mizz Lizzy er betur enn nakrantíð, og nú bólkurin leggur leiðina til Føroyar er tað við eini lagaskjáttu av risahittum og nýggjum løgum, ið hava støðið til at gerast klassikarar T á Dizzy Mizz Lizzy herfyri boðaði frá, at bólkurin fór á konsertferð í summar, og at teir enntá høvdu verið í upptøkuhøli og spælt inn nýtt tilfar, var tað sum at seta eld í turt hoyggj. Fólk skundaði sær at keypa at­gongumerki til konsertirnar og bæði miðlar og danskir rokkfjepparar vóru á gosi. Tað tók bert eina løtu, at selja øll atgongumerkini til konsertferðina. Men hetta er ikki av tilvild, tí Dizzy Mizz Lizzy telist millum størstu rokk­ nøvn í Danmark nakrantíð. Mest seljandi rokkútáva nakrantíð Síðan bólkurin vann DM í Rock í 1992, eftir at hava spælt seg í finaluna triðja árið á rað, gekk tað skjótt. Fyrsta og sjálv­nevnda útgávan “Dizzy Mizz Lizzy”, gjørdist beinanvegin eitt risa hitt, við løgum sum “Silverflame", “Barbed­wired Baby's Dream”, “Love Is a Loser's Game”, “Glory” og “Water­ line”, gjørdist hon tann mest seljandi rokk­útgávan í Danmarka nakrantíð. Eisini í útlandinum var áhugin stórur, og serliga í fjareystrið seldi bólkurin nógv. Onnur útgáva hjá Dizzy Mizz Lizzy “Rotator” kom í 1996, løg sum “Rotator” og “1.07 PM.” gjørdust hitt, og hóast sølutølini í heimlandinum og í fjareystrið vóru sera góð, so komu tey ikki líka høgt upp, sum fyrra útgávan. Í 1998 valdu limirnir at fara hvør til sítt. Tim Christensen, ið øll árini hevur skrivað størsta partin av tónleikinum, byrjaði sína sera successríku yrkisleið sum solistur. Dáma at spæla saman Teir tríggir barndómsvinmennirnir, ið manna bólkin komu tó saman aftur til eina konsert í 2006. At teimum dámar at spæla saman, var eyðsæð, og tað endaði tí við, at teir aftur fóru á eina konsertferð í 2010, har teir spældu 40 útseldar konsertir, m.a. tvær í Japan. Tað ljóðaði tá, at hetta fór at vera síðstu ferð, at Dizzy Mizz Lizzy fór á pall saman. Men í 2014 funnu teir saman aftur, og fóru í upptøkuhølið at spæla nýggjar sangir inn. Fyrstu stak­løgini "I Would If I Could But I Can’t” og "Made to Believe” hava víst, at her er ikki talan um ein gamlan útvatnaðan rokk­bólk, Dizzy Mizz Lizzy eru há­ aktuellir, og teljast aftur millum bestu donsku rokkbólkar. Frálík ummæli Ummælini av fyrstu konsertunum hava verið ómetaliga góð, tá bólkurin byrjaði konsertferðina í Fredericia gav tónleikatíðarritið Gaffa bólkinum 6 út av 6 møguligum stjørnum, og skrivaði m.a. “Dizzy Mizz Lizzaði leveraðu einki minni enn eina hápotenta kraft­pre­ sentatión av eini rokk konsert, sum prógv­aði, at Tim, Martin og Søren aftur eru í ørandi toppformi. Og: “Teir tríggir baðaðu sær í kensl­unnar logahavi, tá áskoðararnir kvitter­aðu við ekstatiskum fagnaði, sum tosaði sítt egna greiða mál: Dizzy Mizz Lizzy vóru rætt og slætt ekstremt vælupp­lagdir og vælspælandi, og teir høvdu valt eitt fínt bland av nýggjum og gomlum tilfari. Serliga Tim tyktiskt meira ótamdur og tónlistarliga spelkin í mun til hansara konsertir sum ein­ stak­lingur” Eisini fjeppararnir vóru bergtiknir, og áskoðarafjøldin hevur veruliga kók­ að á fyrstu konsertunum á konsert­ ferðini. Vit kunnu tí gleða okkum til eina stóra hart rokkandi konsert við einum hápotentum rokkbólki, tá Dizzy Mizz Lizzy fara á stóra G! pallin og gera sítt til at fáa sandin at lyfta seg. Tá G! Festivalurin í summar leggur pall til Dizzy Mizz Lizzy, so er tað ein gomul date, ið gerst veruleiki, fleiri ár aftaná, at hon upprunaliga skuldi vera. Í 2012 var flogvøllurin í Vágum sera illa raktur av mjørka í fleiri dagar í juli mánað. Høvuðsnøvnini á festivalinum hetta árið: danski Tim Christ­ensen, amerikanski John Grant og svenska Veronica DiMaggio fingu ikki lent, og tí vóru fram­førsl­ur­nar av ongum. Tim Christensen er síðan tá, farin aftur í sín gamla rokkbólk, og kemur nú sum oddamaður Í Dizzy Mizz Lizzy, at spæla fyri før­oyingunum, ið hann ikki slapp at spæla fyri tá. Nú kemur Tim endiliga eblaðið sos.fo