Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í skrivandi løtu er óvist, hvørja lagnu uppskotið um at hækka barna­í­skoyt­ið til familju í fá­tæka­ váða við 1.500 kr fær – um tað yv­ ir­høv­ur fær tær neyð­ugu 17 und­ ir­skrift­ir­nar, soleiðis at tað kann leggj­ast fyri tingið. Í samrøðu við Rás2 á middegi í gjár segði Kaj Leo Holm Johannesen, at tingfólk mugu vera varin og ikki knapp­liga at loypa uppfrá í spenn­ ing­ini. – Vit mugu ansa eftir, so hetta ikki rakar forkert. Vit kunnu ikki bara játta 10 milliónir krónur uttan at vita, um tað eru tey røttu, sum fáa tær, segði løgmaður. Hann heldur, at vit heldur skulu bíðað til á ólavsøku og so gjørt eitt upp­skot, sum allir flokkar kunnu vera saman um. Tað er eyðsæð, at tað smakk­ar samgonguni illa, at ar­beitt verður við slíkum uppskoti. Fólkaflokk­ urin hevur fleiri ferðir víst á, at tað stendur ikki so illa til, sum eitt nú umboð fyri »Í menniskjum góður tokki« og fyri »Frelsunarherin« vilja vera við. Greiða støðan hjá Fólka­flokki­ num hevur eisini týdn­ing fyri støðu­ tak­an­ina hjá Sam­bands­flokk­i­num, sum í skrivandi stund ikki hev­ur svarað, tó at tey hava kent upp­skot­ ið í tveir dag­ar. Tað undrar okkum, at samgongan ikki vil, at hetta uppskotið skal verða lagt fyri tingið – hóast tey kanska ikki eru samd í, at støðan er so ring, sum sagt verður. Løgmaður tosar um, at tíðin er knøpp og mælir til at bíða til eftir ólavsøku. Tá tað snúði seg um flatskattin og for­ksattignina av pensjónum var støð­an tann øvugta. Tá var tað and­støðan og partvíst Miðflokkurin sum mælti til, at bíðað varð, tí tíðin var so knøpp. Men tá var tað einki problem hjá sam­gonguni at fremja eina skatta­ koll­velting upp á tríggjar vik­ur. Tað var sendginin í Krignvarpi­ num »Við hjálp frá góðum fólki«, sum var bein­leiðis orsøkin til, at Miðla­hús­ið fór undir innsavningina »Með­an vit bíða«. Og heitið varð valt í rám­asta álvara. Hetta skuldi fatast sum ein bráðfeingis hjálp, meðan vit bíða eftir politikarunum. Tað hevði sømt seg, sum eisini semja varð um á pall­borðs­fund­i­num mill­um floksformenn í Miðla­húsi­ num, at politisku flokkarnir stóðu sam­an um – sum í hesum føri – at lyfta tey 500 børnini, sum eru ring­ ast fyri, úr fátækaváða. Men stoltleikin fyllir kanska meira, tí tað er flóvisligt at standa við pol­itisku ábrygdini av, at børn liva í fá­tækaváða – og enn verri, um tað verður eitt uppskot frá and­støð­ uni, sum hjálpir. Tað sum hevur týdning er, at trupulleikin verður loystur. Tað kann ikki vera rætt, at stríð nú skal vera um politiskan vinning og um at missa andlit. Ikki týdning, hvør missir andlit. Loysið nú trupulleikan! vil bíða – meðan vit bíða... Spenn­ ing­ur um Skansa­ bryggju Jógvan Arge síða 14 36 mia kr frá døn­um at loysa Zakarias Wang Síða 29 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Stjórauppgávurnar eru yms­ ar. Tað var gamli há­skúla­ stjór­in, ið varð virðisløntur fyri at yrkja um, at tað regn­ ar í all­ari verðini. Men hjá nýggja há­skúla­stjór­a­num er ger­and­is­dag­ur­in ikki so filosofiskur, tí nú er far­ið at regna so illa inni á há­skúla­ num, at stjórin má hava eys­ k­ar við til arbeiðis. Skúlastjóri við eyskari Rss.fo hevur gjørt eitt yvirlit við hagtølum frá føroyskum tíð­inda­net­síðum. Yvirlitið vís­ ir sum vera man, at in.fo liggur klárt á odda við skriv­aðum greinum. Tað tíð­ar­skeið­ið, rss.fo hevur talt, hevur in.fo skrivað 11.475 grein­ar, meðan portal.fo er næst við 8.705 og vp.fo at trið­a­plássið við 7.350 grein­um. Rss.fo hevur eisini talt upp, hvussu nógvar greinar ymsu tíðindafólkini skriva, og her er Ólavur í Beiti klárt á odda. Ikki tí at Ólavur í Beiti skrivar meira enn onnur tíð­ inda­fólk í Føroyum. Men tað er tí, at hann stjórnar einum kopi­port­ali, sum kopierar ser­ liga útlendskar heimasíður og oysir alt út, sum kemur send­ andi inn av sær sjálvum. So tá til­dømis Annika Olsen skrivar ein val­grein til fólkatingsvalið, sum hon gjørdi í gjár, so setir Ólav­ur í Beiti sítt navn undir, og so telur valgreinin hjá Ann­ iku Olsen í statistikkinum hjá rss.fo sum ein grein hjá Ólavi í Beiti, sum soleiðis eigur heið­ ur­in av at vera Føroya størsta kopi­mask­ina. Í savninum hjá in.fo eru gott 300.000 greinar. Tær flestu eru av portalinum, tá Miðla­húsið røkti hann. Men har eru eisini greinar úr Sosi­ al­i­num síðani 1997 og allar sum hava verið á in.fo síðani bryj­an í 2013 Frískur vindur upp í hvassann vind av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum 0 og +3 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin lot av útnyrðingi, leygardagin lot av ymsum ættum. Turt og sólglottar og hitin millum 3 og 7 stig. Veðrið týsmorgunin: Eitt lágtrýst, 983 hPa. yvir Wales fer í útnyrðing og dýpist. Veðrið mikunáttina: Eitt lágtrýst yvir Scotlandi fer spakuliga í landnyrðing. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 5 og 8 stig. HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 15-20 m/s 11-16 m/s 20-25 m/s 15-20 m/s 11-16 m/s 20-25 m/s Skrið ella stormur av landnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 2 og 5 stig. Ólavur í Beiti vunnið heiður sum Føroya størsta kopimaskina Nýggi h­á­ skúla­stjórin, Arnfinnur Heine­sen, við eysk­ar­i­ num uppi á loft­inum á Há­skúl­a­num, har tað lekur í eyri og seyri Mynd: Dagur og Vika