Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað eru Fofish og Osmund Justinus­sen, sum eiga fiska­ virk­ið, ið Kjartan Joensen í sínari tíð læt byggja í Leir­ vík. Her er góðkend land­ing­ ar­mið­støð, krani og her er ísvirki. Í sínari tíð, tá Kjartan fór undir virksemi, og meðan væl av hýsu enn var at fáa, fram­leiddi virkið eisini hýsu til bretska marknaðin. Mask­ i­n­ur­nar, sum brúktar vórðu til hesa framleiðslu, eru fram­vegis intaktar á virki­ num. Í nøkur ár hevur fiska­ virk­ið Norðfra í Norðdepli havt somu eigarar, sum fiska­ virk­ið í Leirvík, og seinastu tíð­ina hevur verið arbeitt við at savna alt virksemi á einum staði í Leirvík - við somu framleiðslum og virk­ semi, sum er á báðum virkj­ un­um í dag. Neyðug virðisøking Leif Høj, stjóri á Fofish, vísir á, at neyðugt er at leggja funktiónirnar saman, so­ leið­is at virksemið verður so effek­tivt og rentabult sum gjør­ligt. - Vit noyðast at klára okk­um við tí sum er, og vit noyðast tískil at savna virk­semi. Tá juni mánaði er liðugur, verður eisini tíð­in í Norðdepli liðug. Ar­beitt hev­ ur verið við at flyta vøru­ goymslu­na og alt virk­semi á Norðfra til Leir­vík­ar. Hann sigur, at bæði tá fisk­ur skal koyrast til Norð­ depil, og vøran seinni skal av­skip­ast haðani, eru trupul­ leik­ar í trongu tunlu­num. - Í nógvari ferðslu er mangan trupult at koma ígjøg­num, og soleiðis verður eisini trupult at leggja til rætt­is, samstundis sum fólk á virki­num bíða eftir fiski. Leif hevur ongan hug at leggja seg út í, hvørt tunl­ar­ nir norður um fjall møguliga áttu at verið bygdir, áðrenn viðar­eiðis­tunnilin kom, men hann ásannar bara, at trupult er at leggja til rætt­ is og reka effektiva vin­ nu, tá hetta eru givnu um­ støðurnar. At fiskavirkið Norðfra let­ ur aftur í næstum, merkir tó ikki, at fólk, sum arbeiða á virk­inum í Norðdepli, neyð- tur­viliga gerast ar­beiðsleys, tí tað stendur øllum í boði at halda fram í Leirvík. - Okkara málsetningur er virðisøking - at fáa meira burt­ur úr tí tilfeingi, vit hava, og hetta er neyðugt, tá fiska­ tilfeingið er so av­mark­að, leggur hann aftrat. Spennandi marknaðir Norðfra er kent sum ein dygg­ur og álítandi veit­ari á før­oyska heima­mark­naði­ num - við dygdarvørum úr rein­um havi og stoltari søgu sum framleiðari. - Síðan fjør heyst hava vit havt sølufólk í Danmark, sum hevur gjørt eitt stórt ar­ beiði, ið nú av álvara er farið at bera ávøkstur. Før­oysk­ar fiskavørur eru seld­ar før­ oy­inga­feløgum og før­oy­ing- um í Danmark annars, og nú eru okkara fiskavørur eisini komnar í danskar sølubúðir. Leif Høj viðgongur, at Fo­ fish í størri mun fer at legg­ja seg eftir gormet-mark­naði­ num, og vøru­merk­ið verður dygd, reint hav og søga. - Samstundis, sum vit hava bygt út søluliðið í Dan­ mark og seinni eisini ætla okkum inn á svenska mark­ naðin, hava vit styrkt okkara støðu á føroyska heima­ mark­naðinum. Okkara fiska­ vør­ur kunnu bíleggjast um okkara heimasíðu, og í Dan­ mark verður koyrt kring um land­ið einaferð um mán­að­in. Hann sigur, at fleiri ymisk­ ar vørur eru í úboðnum, eitt nú beinfrítt flak, raspað flak, fiskafrikadellur og frystar laksaportiónir. Osmund ótroyttiligur Leif Høj fegnast um, at Os­ mund Justinussen, sum í dag er 73 ára gamal, framvegis er ótroyttiligur og hevur ein kolosalan hug, vilja og dirvi. Hann fylgir ógvuliga væl við, sparr­ar og hevur eitt veldugt net­verk. - Vit eru sera fegnir um at kunna byggja á herðarnar hjá okkara forfedrum, og per­són­liga haldi eg tað vera skammi­ligt, tá samfelagið í fleiri førum leggur upp til at kuppa við alt tað, sum var grund­ar­lagið undir okkara sam­felag. Tað er ikki vist, at alt var gott, sum vit gjørdu, men tað hevur týdning at bygg­ja víðari á tað, sum var gott og bera góða førningin víðari. Stjórin í Fofisk heldur, at tað hevði einki forgjørt verið í, um barnagarðar og skúlar gjørdu meira burtur úr tí, sum hevur við sjóvinnu og fram­leiðslu­virksemi at gera. - Verður nakar eggjaður til at rógva út, lærir nakar um veður, vind og streym? spyr hann. Leif Høj heldur, at Før­oy­ ar hava mist nógv, tá orð­ið sjómansskapur og fiska­fram­ leiðsla gerast fremmandaorð í føroyskum máli. - Sum samfelag eiga vit at gera nakað fyri at seta fólk við, bæði á sjógvi og landi, heldur stjórin í Fofish. At fiskavirkið Norðfra letur aftur í næstum, merkir ikki, at fólk, sum arbeiða á virkinum í Norðdepli, neyðturviliga gerast arbeiðsleys, tí tað stendur øllum í boði at halda fram í Leirvík Mynd: Vilmund Jacobsen FOFISH SAVNAR SÍTT VIRKSEMIÐ Í LEIRVÍK - Síðan fjør heyst hava vit havt sølufólk í Danmark, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði, sum nú av álvara er farið at bera ávøkstur. Okkara fiskavørur eru seldar føroyingafeløgum og føroyingum í Danmark annars, og nú eru okkara fiskavørur eisini komnar í danskar sølubúðir, sigur Leif Høj, sum leggur aftrat, at Fofish í størri mun fer at leggja seg eftir gormet-marknaðinum, og vørumerkið verður dygd, reint hav og søga