Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Tá býráðið í Eysturkommunu mána­dagin 27. apríl samtykti at taka av lægsta boðnum uppá at gera nýtt býráðshús, sum skal gerast niðri á Oyru­ ni í Norðragøtu, var ikki full semja. Ein býráðslimur var úti vegna ógegni, seks at­ kvød­du fyri, og tveir – Ólavur Ol­sen og Árni Jacobsen – at­ kvød­du ímóti. – Persónliga havi eg einki ímóti at byggja nýtt bý­ ráðs­hús í Norðragøtu, tí tað var ein partur av saman­ legg­ingar­av­talu­ni, tá kom­ mun­ur­nar løgdu sam­an í 2009. Men eg haldi ikki, at tað skal byggjast fyri ein og hvønn prís. Hetta er størsta byggiverkætlan hjá kom­ mun­uni yvirhøvur, og hon kann ikki gerast, uttan at vit hug­sa um kostnaðin, sigur Árni Jacobsen. – Semja var um, at eitt hús skuldi byggjast fyri 12 milliónir krónur, og út frá tí varð heitt á Ósbjørn Jacob­ sen um at tekna húsið. Men hann læt kommununi eitt pro­sjekt, sum varð mett til 13,1 millión krónur, og tá til­boð­ini vórðu latin upp í febru­ar mánaði, lógu tey mill­um 18 og 22 milliónir krón­ur, umframt mvg, rá­ð­ gev­ing og ókendar útreiðslur. Tí er tað heilt nakað annað, sum býráðið nú hevur sam­ tykt, at húsið skal byggjast fyri tilsamans 19,3 milliónir krón­ur, umframt innbúgv. Eisini Ólavur Olsen finst at ætlanini um at brúka einar 20 milliónir krónur upp á nýtt býráðshús, tí hann stúr­ir fyri, at prísurin slett ikki fer at halda, tá samanum kem­ur. – Eg havi stemmað ímóti frá fyrsta degi og havi ongan­ tíð verið við upp á tað, tí tá stað­seting og annað kom uppí, so sást, at prísurin upp á 12 milliónir fór ikki at halda, og eg var klárur yvir, at tað fór upp á einar 20 milliónir. Men hvat fær borg­ar­in burturúr einum um­sit­ing­ar­bygningi fyri 20 millión­ir? Hevði tað verið ein barnagarður ella okkurt so­vorð­ið, kundi tað komið borg­ar­unum til góðar, men tað ger hetta ikki, sigur hann. Annað má bíða Ólavur Olsen sigur seg ikki trúg­va, at prísurin upp á 20 milliónir krónur fer at halda, tí við sovorðnum byggjaríi end­ar tað ofta við, at tað verð­ur dýrari enn ætlað. – Eg havi spurt meg fyri nógva­stað­ni, og rokni við, at tað fer upp um 25 milliónir krón­ur, tá avtornar. Fyri teir pengarnar fáa vit 15 skriv­ stov­ur, uttan at nakrir møgu­ leik­ar verða fyri at byggja út, tí bygn­ingurin er læstur. Tá av­torn­ar, koma vit at standa við ein­um Norðurlandahúsi í Norðra­gøtu, sum fer at kosta meira enn 34.000 krónur fyri fer­met­ur­in ella tvær ferðir so nógv, sum Vinnuhúsið í Havn kostaði, sigur hann. Árni Jacobsen vísir eisini á, at ov lítil opinleiki hevur ver­ið um máli, og hann ivast í, um borgararnir í Eyst­ ur­kommunu veruliga eru greið­ir yvir, hvør ætlanin er við hesum býráðshúsinum, sum nú er samtykt: – Tað er ikki ómøguligt, at brúk hevði verið fyri ein­ um borgarafundi, so fólk kundu fingið meira at vitað um hetta stóra pro­sjekt­ ið, tí tað hevði verið gott hjá borgarunum at fing­ ið allar upplýsingar í ljós­ mála. Millum annað kom ongan­tíð fram fyrr enn nú, hvat lisitatiónin í februar mánaði vísti, og tað er stórt spell, tí hetta er alt samalt so øgiliga langt frá tí, sum vit frammanundan høvdu játt­ að, at vit skuldu brúka, sigur Árni Jacobsen. – Hesir pengarnir kundu far­ið til so øgiliga nógv ann­ að, tí millum annað hava vit átroðkandi tørv á at fáa fleiri útstykkingar, umframt brand­støð og aðrar smærri og størri verkætlanir, sum ligg­ja og bíða. Tað er sum so í lagi, at vit byggja eitt bý­ráðs­ hús, men tað er eingin orsøk til, at vit brúka so nógvar peng­ar upp á tað, tá nú so nógv annað liggur og tí eisini kem­ur at liggja á láni. Tað sama heldur Ólavur Ol­sen, sum vísir á, at Eyst­ Hilmar Jan Hansen – Vit hildu, at vit kundu sleppa fyri 12 milliónir krón­ ur, umframt innbúgv, men tað er so blivið dýrari enn tað. Tað hevði heldur ikki bor­ið til at sloppið bíligari fyri handa bygningin, og neyva­n heldur fyri nakran annan bygning. Hesin bygn­ ing­ur­in er so serstakur, og eri vísur í, at hann verður ein fragd fyri eygað nógv ár fram. Eg haldi tað vera fantast­iskt, at vit kunnu fáa eitt so flott býráðshús, sig­ur borgarstjórin í Eyst­ur­kom­ mu­nu, Jóhan Christian­sen. – Sjálvandi eru 20 millión­ ir krónur nógvir pengar, eisini fyri okkara kommunu, men tá tað kemur til so­vorð­ na bygging, er tað í veru­ leikanum ongantíð ein laga­ lig løta. Vit koma at trýsta kom­mun­una eitt sindur, men skylda lutfalsliga lítið, og tí hava vit ráð til at byggja eitt býráðshús í Føroyum, og tað hevur eingin gjørt fyrr. Hóast tað ikki var eitt samt býráð, ið samtykti at taka við lægsta tilboðnum, so bý­ráðs­húsið kann gerast fyri 19,3 milliónir krónur, um­framt innbúgv, so heldur borgar­stjórin ikki, at tað fær ver­ið so nógv øðrvísi. – Tað vil altíð vera so, at nøkur eru fyri og nøkur ímóti, og tá vit tosa um slíka bygg­ing, so er tað kanska so­leið­is, at tey, sum hugsa her og nú, eru kanska ímóti, með­an tey, sum hugsa eitt sind­ur longur fram, eru kanska fyri, sigur Jóhan Christia­nsen, ið ikki hevur hug til at seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum, so bý­ráðs­húsið skal forða fyri, at ann­að verður gjørt. – Eg síggi ikki soleiðis upp á tað, at vit fara at niður­rað­festa alt annað, fyri tað um vit nú fara at gera hatta húsið, og eg eri MISNØGD VIÐ BÝRÁÐSHÚS Í NORÐRAGØTU Tveir býráðslimir í Eysturkommunu, Ólavur Olsen og Árni Jacobsen, halda tað vera skilaleyst, at kommunan skal byggja býráðshús fyri 20 milliónir, samstundis sum átroðkandi mál mugu bíða, so sum útstykking, brandstøð og annað. – Hetta kemur í øllum førum ikki borgarunum í kommununi til góðar, siga teir Hava ráð til ráðhús – Tað vil altíð vera so, at nøkur eru fyri og nøkur ímóti, og fyri mítt viðkomandi vil eg siga, at skuldi eg valt millum eitt býráðshús og útstykkingar, so vildi eg valt útstykkingarnar, men vit kunnu gera bæði, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen