Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 133 - 15. juli 2004 Nr. 133 - 15. juli 2004 9 Seks mans koyrdir í land Fyri tveimum vikum síðani fingu seks mans yvir 55 ár munnlig boð frá reiðarínum Sjóborg um, at teir ikki sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar, hóast teir siga seg hava fingið lyfti um hetta. Eftir mong ár í tænastu á sjónum er grundgevingin til bráa endan, at teir eru ov gamlir. - Vit eru misnøgdir við lítið virðiligu viðferðina, og møguliga venda vit okkum til Fiski- mannafelagið, siga garvaðu sjómenninir UPPSAGNIR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Fyri umleið fjúrtan døgum síðani komu seks garvaðir sjómenn í land, sum í mong ár hava siglt við partrolar- unum Stjørnuni og Polar- havi undir reiðarínum Sjó- borg. Tá Sjóborg fór at byggja nýggjar trolarar, vórðu Stjørnan og Polarhav seld til reiðaríið Vesturvón og fingu nøvnini Vestursøki og Vesturleiki. Manningin helt fram at sigla við skipunum undir nýggjum nøvnum og nýggjum reiðaríið, og av- talan var sambært teimum, at teir aftur skuldu sleppa umborð á nýggju trolarar- nar hjá Sjóborg, og at teir bert skuldu sigla undir Vesturvón, inntil nýggju trolararnir vóru til reiðar. Tænasta teirra umborð á Vestursøki og Vesturleiki undir Vesturvón var sostatt bert fyribils - hildu teir. Munnlig uppsøgn Men komnir í land ein dagin greiða teir seks menninir yvir 55 ár frá, at teir andlit til andlits fáa boðini um, at teir ikki sleppa aftur at sigla undir Sjóborg og nýggju trolar- unum, tá hesir eru lidnir og til reiðar at fara í flotan. Umframt hetta sleppa teir heldur ikki at halda fram á fyrrverandi Stjørnuni og Polarhavi, tí reiðaríið Vest- urvón hevur lovað aðrari manning at sleppa framat. Sostatt standa seks mans nú uttan arbeiði. – Grundgevingin var, at vit vóru ov gamlir at at sleppa umborð aftur, og henda viðferðin kendist hugstoytandi, greiða vón- brotnu sjómenninir frá. Teir hava verið umborð í mong ár, onkur teirra hevur verið í tænastu í heili 25 ár fyri reiðaríið, men hetta fekk ein bráan og sambært teim- um lítið virðiligan enda. – Serliga tá hugsað verður um, at vit fingu lyfti um at sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar hjá reiðarínum, men henda av- talan var ikki skrivlig, eins og núverandi uppsagnar- boðini heldur ikki eru skrivlig, greiðir manningin frá. Teir siga, at teir møgu- liga fara víðari við viðferð- ini til Fiskimannafelagið. Ikki ov gamlir Umframt misnøgdina við háttin, teir fingu boðini um, at sjólívið helst er av fyri teirra viðkomandi, eru teir eisini ónøgdir við grund- gevingina um, at teir eru ov gamlir. – Teir ungu og óroyndu, sum koma umborð, eru ikki til størri nyttu enn vit royndu, og tí heldur grund- geving teirra ikki, sigur umboð fyri manningina, sum nú hevur fingið sekk- in. Framtíðarútlitini eru døpur, tí komnir upp í árini er torførari at fáa nýggjan møguleika við øðrum trolara. – Hevði talan verið um nøkur alment sett, hevði samfelagið helst verið til reiðar við kreppuhjálp í stórum upphæddum á staðnum, men soleiðis er ikki við okkum, sigur ónevnda manningin at enda. Partrolararnir úr Leirvík, Stjørnan og Polarhav, vórðu nakað síðani seld frá reiðarínum Sjóborg til reiðaríðið Vesturvón, tí Sjóborg byggir nýggjar trolarar. Manningin fylgdi við, men nú sleppa seks mans yvir 55 ár hvørki at halda fram á núverandi ella nýggju trolarunum Mynd: Edvard Joensen Umboð fyri reiðaríið Sjóborg greiðir frá, at tað er neyðugt at fáa miðalaldurin niður á trolarunum og í flotanum sum heild, og hetta er orsøkin til, at allir ikki sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar UPPSAGNIR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo – Hetta er ein avgerð, sum hevur volt mikla høvuð- pínu, men vit meta tað vera rætt at geva ungum monnum møguleikan, sigur ónevnt umboð fyri reiðaríið Sjóborg um avgerðina at siga teir seks menninar yvir 55 ár úr starvi. Sagt verður, at teir hava latið fýra yngri menn sleppa framat, og tað er sambært reiðarínum átroðkandi at fáa miðal- aldurin niður á trolarun- um. – Sum heild hava vit eisini ta áskoðan, at unga ættarliðið hevur alt ov lítlar møguleikar at sleppa framat í føroyska fiskiflot- anum, sigur ein á reiðarín- um úr Leirvík. – Tað eru slíkar støður og avgerðir, sum volda svøvnleysar nætur, og undirstrikast skal, at hetta er ikki nøkur løtt avgerð, men vit meta so hetta stigið vera neyðugt, sigur ein á reiðarínum Sjóborg. Misskiljing Annars verður víst á, at manningin í løtuni er um- borð á skipum hjá øðrum reiðaríið, og tí er talan ikki um beinleiðis uppsøgn, sum krevur skrivlig boð. – Vit hava ikki sagt nakran úr starvi. Vit hava bert boðað frá, at nýtt fólk fær møguleikan á nýggju trolarunum, og tá hesir eldru so ikki sleppa at halda fram á gomlu Stjørnuni og Polarhavi undir Vesturvón, eru teir tíverri uttan starv, sigur reiðaríið. Sostatt er kravið sam- bært reiðarín um skrivliga uppsøgn als ikki galdandi, tí viðkomandi menn ikki sigla við teimum í løtuni, hóast teir høvdu væntað at sloppið umborð aftur. Reiðaríið: Miðalaldurin skal niður Ein isotoniskur orku- drykkur er nýggjasta útspælið hjá Føroya Bjór SPARK Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Spark er heitið á nýggjasta útspælinum hjá føroyska størsta brýggjaríi, Føroya Bjór. Seinastu árini er kappingin nógv harðnað millum bryggjaríini í Før- oyum – serliga á ølmarkn- aðinum. Men hóast hetta nýggjasta útboðið gevur eitt spark, so er kortini einki rúsandi at finna í Spark. Heldur eingin kol- sýra er at finna í fløsk- unum. Tískil er tað hvørki brús ella alkohol í nýggja drykkinum. Talan er heldur um eitt slag av orkudrykki. – Spark inniheldur neyð- ugu vætuna og søltini, sum kroppinum tørvar eftir eitt nú harða venjing ella annað kropsligt arbeiði, sigur Búgvi Dalsgarð hjá Føroya Bjór, sum leggur afturat, at Spark riggar væl fyri tosta. Isotonisk Spark gongur undir heit- inum at vera isotoniskur orkudrykkur. Týdningurin handan hetta – á ongan hátt føroyska hugtak – er, at ein isotoniskur drykkur er ein drykkur, sum inniheldur ta vætu og minaral, kropp- inum tørvar eftir kropsliga krevjandi arbeiði. Drykkurin inniheldur eis- ini ymiskt annað gott fyri kroppin. Umframt 35 Kcal fyri hvørjar 100 ml er mill- um annað sukurslagið maltodextrin, ið liggur eitt sindur longur á enn vanligt sukur, í Spark. Hjá Føroya Bjór eru tey greið yvir, at Spark neyvan verður tann best umtókta fløskan í vøruskránni. Mál- bólkurin er sjálvandi ser- liga fólk, ið íðka ítrótt. Og drykkurin hóskar seg eina- best eftir eina venjing ella afturvið einum eitt nú ein- um longum rennitúri. – Vit mettu, at hetta var ein vøra okkum tørvaði í vøruskránni. Samstundis er hetta nakað heilt nýtt í Før- oyum, sigur Búgvi Dals- garð. Spark er í handlunum frá í dag, hósdegi. Spark frá Føroya Bjór Nýggi orkudrykkurin hjá Føroya Bjór hevur fingið heitið Spark TÍÐINDASKRIV Til Hovgrímsgrøv Bussur koyrir av Kunning- arstovuni á Tvøroyri leyg- ardagin 17. juli kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági. Havið matpakka og okkurt at drekka við. Buss- ur koyrir til Tvøroyrar og Vágs kl. 12.30. Tilmelding skal gerast á kunningar- stovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Úr Hovgrímsgrøv til Øravíkar Bussur koyrir leygardagin 17. juli av Kunningarstov- uni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági. Steðga verður stutt við Hovgrímsgrøv, har Finnbjørn Hovsgarð greiðir frá. Gongufólki fer síðani eftir varðunum til Øravíkar. Eftir loknan gongutúr verð- ur koyrt við bussi úr Øravík til ávikavist Kunningar- stovurnar á Tvøroyri og í Vági. Tilmelding til túrin skal gerast á kunningar- stovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Undir Sumbiarbjørgini Bussur fer av kajuni í Vági (har Jóhanna hevur fast til- haldsstað) kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út til Jóhonnu, sum liggur uttanfyri Sumbiarhólm. Túrurin undir bjørgunum varir góðar tveir tímar. Jó- hanna siglir ferðafólkini aftur til Vágs – er væntandi aftur á Vági um 20 tíðina. Havið mat og okkurt heitt at drekka við á ferðini. Av- markað luttøka Bindandi tilmelding til túrin skal ger- ast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Ferðing í Suðuroy C M Y K 9 8