Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Herfyri frættist, at teir smáu trol­bátarnir høvdu óføra góð­an fiskiskap og sigldu til lands fullir undir lúkurnar. Megin­parturin av veiðini hesar túrar var toskur. Hetta fegnast ikki minst teir um, sum eiga og sigla við trol­ bátun­um. At tað hevur gingið væl onkr­ar einstakar túrar í seinast­uni, merkir tó ikki, at gongd­in í trolbátavinnuni er vend. Tað sær kanska heldur betri út, men flestu trolbátar koyra við halli, sum í longdini ikki er ein haldbar støða. Tað er eitt felag hjá Os­ mundi Justinussen og Janusi Knud­sen, sum eigur og rekur trol­bát­ar­nar, Jens Leon, Hansu Mariu og Búgvan, og farna ársskiftið høvdu nýgg­ ju eigararnir havt bátarnar um hendi í eitt ár. Trolbátarnir leggja veið­ i­na upp til fiskavirkið í Leir­vík, sum Osmundur Justinus­sen eigur saman við teim­um, ið standa aftanfyri Fo-fish. Tveir góðir túrar Síðan keypið hevur Janus Knudsen verið út­gerðar­mað­ ur, men hann letur ikki væl at gongdini. - Bátarnir gjørdu einar tveir góðar túrar nakað her­ fyri, men tann, sum heldur, at tað hevur gingið væl síðan keypið, tekur feil. Bátarnir gjørdu ein góðan túr um pásk­ir­nar, har teir fingu uppí - og síðan gjørdu teir ein góðan túr aftrat. Janus vísir á, at tá ein kassi (I-kassin) um páskirnar læt upp í ein útnyrðing úr Myki­nesi, fingu allir bátarnir uppí. Hetta er ein kassi, sum vanliga letur upp eftir gýt­ ing. - Bátarnir gjørdu ein góð­ an túr í part, og síðan legðist hann við illveðri í nakrar dag­ar. Tá komið var aftur á hes­ar leiðir, var væl minni at fáa. Útgerðarmaðurin sigur, at nak­að seinni læt ein annar kassi (M-kassin) upp uttan fyri sonevnda geiran. Hesin kassi liggur í ein landnyrðing úr Fugloynni, og her fingu trol­bátarnir eisini ein góðan túr. - Tá líkindi hava verið, og bát­ar­nir hava verið úti aftur, hev­ur lítið verið at fingið á hes­um leiðum. Veðrið hevur ver­ið ógvuliga ólagaligt í vet­ ur og í vár, og tað vísir seg eisini, at fiskurin skjótt er burtur aftur. Miljónir í halli Janus Knudsen sigur seg onga løtu ivast í, at fiskur kem­ur aftur, men livast skal eisini, tá lítil fiskur og veiða eru. Tað sær frægari út, og trol­bát­arnir í dag eru so fáir. Tí eru øll útlit til, at tað, sum tíðin gongur, fer at blíva betri. Men, tað kann taka sína tíð. - Eitt er, at veiðan sum heild hevur verið ov lítil, tó at bátarnir í hesum tíðar­ skeiði eru riknir so væl, sum vit hava megnað og dugað. Ann­að er, at fiskaprísirnir hava ikki verið við okkum. Hesar túr­ar, tá kassarnir lótu upp, og bátarnir fingu uppí, seldu fyri einar 400.000 krónur hvønn túrin. Fara vit nøkur ár aftur, tá toskaprísurin var bestur, høvdu túrarnir kans­ka givið einar 600.000- 700.000 krónur. Men, á hinari síðu­ni kemur so, at oljan nú er nakað bíligari. Tað hevur bara ikki víst seg at rokkið til, hóast bátar­ nir síðan yvirtøkuna hava fisk­að meira. Nakrar miljónir hava verið í halli hetta fyrsta ár­ið, og bátarnir hava so dánt bara megnað sjálvan rakst­ur­ in. - Tá trolbátarnir vórðu keyptir, vóru teir niðurslitnir. Nógvur pen­ ing­ur er brúktur upp á við­ líka­hald, nýggjan reið­skap og ymiskar um­bygg­ing­ar og eitt nú er Búgv­in, sum hevur ligið síðan august í fjør, u­m­ bygd­ur við trol­dekki. Janus Knudsen sigur, at úrs­litið eftir hetta fyrsta árið hevði verið væl verri, um ikki Jens Leon var í oljuvinnuni sum standby-skip, tá West Her­cules boraði um okkara leið­ir. - Hetta riggaði væl og gjørd­ist eisini eitt gott íkast til rakst­urin. Eisini makrelur Eitt annað, sum eisini gjørd­ ist eitt gott íkast hjá Hansu Mariu og systirskipinum Skála­fossi í farna ári var makrel­ur­in. Bólkurin hjá trol­bátum fekk í fjør tillutað til­samans 1300 tons av makreli. Hansa Maria og Skála­ foss­ur fiskaðu út við 1000 tons av makreli eftir trimum sam­døgr­um, og tá tað vísti seg, at trolbátarnir fingu hetta at rigga, fóru eisini tveir aðrir bátar í bólkinum - Fiskaklettur og Olga Maria - á makrelveiði og fiskaðu tey um­leið 400 tonsini, ið eftir vóru. - Í mun til veiðivirðið hjá Hansu Mariu í farna ári annars, gjørdi makrelurin stór­an mun, samstundis sum Saksaberg, ið pumpaði fisk­ in úr posanum, eisini fekk nakað burtur úr. Janus Knudsen sigur, at makrelveiðan hjá trol­bát­ unum í fjør eydnaðist so mikið væl og var eitt so fitt­ ligt íkast, at tað hevði kunn­ að bjargað hesum veiðibólki, um bólkurin fekk eina makrel­kvotu í ár á 5000 tons. - Um okkara bólkur fekk tillutað 5000 tons av makreli í staðin fyri 1300 ella 1500 tons, hevði hetta ikki flutt eitt komma hjá upp­sjóv­ar­ flota­num annars, men hevði á hinari síðuni bjargað øllum bólki­num hjá okkum, ið ann­ ars hevur so trupult við at fáa endarnar at røkka. Hann vísir á, at ein makrelkvota til trolbátarnar á 1500 tons í ár reelt bara svar­ar til eini 1000 tons, tí neyðugt er, at skip við makrel­pumpu tekur makrel inn, og tað skulu teir sjálv­ andi hava sín part av veiðini fyri. Útgerðarmaðurin sigur, at teir hava møtt stórari væl­vild í uppsjóvarvinnuni, bæði við láni av troli og pump­ing av fiski, og tað er ikki her, at trupulleikar eru við samstarvi, tvørtur ímóti. - Jú, eg ivist onga løtu í, at um trolbátarnir í ár fingu eina makrelkvotu á 5000 tons, hevði hetta bjarg­að okk­um ári­num. Hetta hevði sam­stund­is gjørt, at enn fleiri fingu lut í stóra og virðis­mikla makrel­til­feingi­ num, endurtekur Janus Knud­sen, útgerðarmaður. MAKRELURIN KUNDI BJARGAÐ TROLBÁTUNUM - Eg ivist onga løtu í, at um trolbátarnir í ár fingu eina makrelkvotu á eini 5000 tons, hevði hetta bjargað okkum árinum. Hetta hevði ikki flutt eitt komma hjá uppsjóvarflotanum, men hevði verið bjargingin hjá okkara bólki, ið annars hevur so trupult við at fáa endarnar at røkka. Samstundis hevði hetta gjørt, at enn fleiri fingu lut í stóra og virðismikla makreltilfeinginum, sigur Janus Knudsen, útgerðarmaður hjá trolbátunum, Jens Leon, Hansu Mariu og Búgvanum Tað gongur striltið hjá trolbátunum at fáa samanhang í raksturin. Tí hevði ein økt makrelkvota í ár komið ógvuliga væl við hjá hesum veiðibólki. Mynd: Vilmund Jacobsen Vit hava møtt stórari vælvild í uppsjóvarvinnuni