týsdagur 5. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði Kári! Langafríggjadag
bórust boðini um, at tú hevði
lagt árarnar inn fyri seinastu
ferð. Hetta var skelkandi og
kendist púra óveruligt. Týs
dagin høvdu vit tosað saman,
og eg roknaði ikki við, at
hetta skuldi gerast seinastu
ferð.
Vit komu at kennast fyri
umleið 12-13 árum síðani. Vit
gjørdust skjótt góðir vin
menn, og vóru vit nógv sam
an. Tú kendi nógv fólk og
hevði nógvar góðar vinir.
Sum bert 18 ára gamal
misti tú pápa tín. Hetta hevur
óivað verið sera hart fyri teg
og tykkara familju.
Tú hevur róð við 5-manna
farinum,
Drekanum,
hjá
Havnar Róðrarfelag og vunn
ið 2 føroyameistaraheiti. Tær
dámdi væl at rógva og hevur
tú gjøgnum rógvingina fingið
nógv góð vinfólk. Eisini hevði
tú siglt við m.a. trolaranum
Hviltenni úr Leirvík.
Vit
báðir,
saman
við
øðrum, mannaðu í 2005,
8-mannafarið, Ørv, hjá Havn
ar Róðrarfelag. Úrslitini vóru
á einari góðari leið. 3 tær
fyrstu stevnurnar gjørdist
vit nummar 4 og 4 tær
síðstu stevnurnar gjørdist
vit nummar 3, soleiðis, at vit
á ólavsøku kundu fáa eitt
bronsuheiðursmerkið
um
hálsin. Hetta vóru vit sum
heild vælnøgdir við. Tað
var ein ótrúliga stuttlig tíð !
Vit ferðaðust runt Føroyar,
vandu hvørt kvøld, hugnaðu
okkum eftir venjing, koyrdu
biltúr og høvdu nógvar góðar
løtur uppi í Korkagøtu. Tykk
ara heim var eitt samlings
punkt hjá okkum. Har var
ofta nógv fólk og har var
altíð lív í.
Viðvíkjandi
rógvingini,
so bleiv tað ikki til meira
enn tað eina árið hjá okkum
saman. Havið dróg og tú fórt
aftur at sigla. Tær dámdi
væl at vera við línuskipi;
eisini vart tú fleiri túrar við
ymiskum trolarum. Tú bar
orð fyri at vera sera raskur
og altíð klárur at geva eina
hjálpandi hond. Tú bleivst
lýstur at vera ein raskur-,
álitandi- og pliktuppfyllandi
maður. Eftir lidnan túr komst
tú mangan við flaki, røst
um fiski o.ø., sum tú hevði
gramsað og skorið umborð.
Altíð hugsaði tú um vin
fólkini og familjuna.
Á ólavsøku 2008 gjørdist
tú pápi. Minnist hvussu
stoltur tú vart, tá tú ringdi
av føðideildini á LS. Hettar
var ein stórur dagur í tínum
lívi og tú vart eisini so sera
stóltur av Ólavi.
At tú so brádliga, og alt
ov tíðliga, skuldi fara herfrá
er mær óskiljandi og púra
óveruligt. Vildi ynskt, at vit
kundu havt nógv ár framyvir.
Í dag eri eg bara takksamur
fyri allar tær mongu, góðu
løturnar vit hava havt; tær
hava verið nógvar og ógloym
andi.
Tú vart ein sera góður
vinur og saknurin verður
stórur. Størstur verður hann
tó uttan iva hjá mammu tíni
Poulu, beiggja tínum Gunnari
og soninum Ólavi. Má harrin
styrkja tykkum.
Tín vinur Páll Horn
Til mín góða vin,
Kára Gaardbo
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á hvør
sín hátt gjørdi 100 ára føðingardag mín so
avbera hátíðarligan og hugnaligan.
Harrin signi tykkum øll!
Kærastu heilsanir við Es. 12:2:
Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og
óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki
og lovsongur mín, og Hann varð mær til
frelsu!
Amanda Joensen
nøvn
Silvubrúdleyp
31. mars høvdu Margreth og
Kristian Dalsenni Klaksvík
silvurbrúdleyp.
Dagurin
verður hildin 9. mai heim
á Skáltavegi 46. Opið hús
verður frá kl 15. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Fríggjadagin 8. mai kl.16.30
giftast
í
Vesturkirkjuni
Rannvá Poulsen, Argir og
David Alejandro Rodriguez
Cubillos, Bogota
Brúdleyp
Leygardagin 27. juni kl. 13:00,
giftast í Sjóvar Kirkju: Unn
Breyt
Hermansen,
Innan
Glyvur
&
Jóhann
Kass,
Strendur. Veitslan verður í
Bygdahúsinum á Strondum
kl 18:00. Tey ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða biðin um
at siga frá á tlf. 266286 (Unn)
ella 264387 (Jóhann), innan 1.
juni.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 6 mai fyllir Hans
Højgaard, Fuglafjørður 70
ár. Føðingardagurin verður
hildin í Lonini í Fuglafirði,
leygardagin 9 mai frá kl 16.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 9 mai giftast
Ann Mari Midjord, Hov,
og Høgni Nolsøe Reinert,
Tórshavn. Vígslan verður í
Glyvra kirkju kl 13.00 Veitsla
verður fyri innbodnum í
skótahúsinum í Runavík. 10.
mai frá kl 17.00 er brúðarhús
á Leitisvegi 9, Glyvrar har øll
eru hjartaliga vælkomin!
Ann Mari og Høgni
90 ára føðingardagur
18. mai fyllir Kristina Sloan
Norðberg 90 ár. Føðingar
dagurin verður hildin á
parnassinum
á
Hotel
Hafnia sunnudagin 17. mai
kl. 12.30. Tey, ið vilja gleðast
saman við Kristinu, verða
vinarliga biðin um at siga
frá á tlf: 265506 (Ella) ella á
tlf: 282514 (Andrew)
Silvurbrúdleyp
Tann 9. mai kunnu Barbara
og Johan Hansen, Hoyvík,
halda silvurbrúdleyp. Tey
eru burturstødd.
Brúdleyp
Fríggjadagin 15. mai gift
ast Mai-Britt Svalbard, Nes,
og Dánial Hansen, Glyvrar.
Vígslan verður í Fríðrikskirkj
uni kl 14.00. Opið hús verður
í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum frá kl 19.00, har øll
eru hjartaliga vælkomin.