týsdagur 5. mai 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Tað stóð á býráðs
samgonguni í Havn
á seinasta almenna
býráðsfundi.
Ein umhvørvis
frágreiðing,
so
nevnd
VVM-frágreiðing,
um
nýggju bingjuhavnina við Skansan
hevur ligið frammi til almenna
hoyring. Trý hoyringssvar vóru
frá almennum myndugleikum, trý
skriv frá borgarum og eitt svar frá
einum áhugafelag.
Ráðgevin hjá Tórshavnar havn,
Rambøll, hevur skrivað eitt samlað
svar til hesi hoyringsskriv at lata
Umhvørvisstovuni
saman
við
upprunafrágreiðingini. Í svarinum
verða atfinningar afturvístar og
yvirhøvur hildið fast við tað, sum
frammanundan er fest á blað.
Vinnunevndin vildi hava bý
ráðið at taka undir við hesum svari,
áðrenn tað varð sent víðari. Fleiri
býráðslimir aftraðu seg at taka
støðu, tí teir høvdu als ikki havt
møguleika at viðgera innkomnu
skrivini og ei heldur svarið.
Limir í náttúru- og umhvørvis
nevndini vóru meir at kalla firtnir
um, at hvørki umhvørvismeting
arnar - og ei heldur ummæli frá
kommunalu umhvørvisumsitingini
– høvdu verið til viðgerðar í hesi
nevnd, sum er faknevnd fyri slíkar
spurningar. Hetta elvdi til fløkju
eina góða løtu.
Fløkjan bleiv so mikið stór, at
ein samgongulimur fekk borgar
stjóran at slíta fundin eina løtu at
forða fyri, at partur av samgong
uni atkvøddi fyri at senda málið til
viðgerðar í náttúru- og umhvørvis
nevndini - uttan bindingar frá
býráðnum.
Endin var ikki minni fløktur.
Samgongan samtykti at góðkenna
svarið saman við einum uppískoyti
um, at svarið fór ikki at verða sent
Umhvørvisstovuni, fyrrenn tað
hevði verið á skrá í náttúru- og um
hvørvisnevndini.
Við hesi samtykt hevði sam
gongan mjøl í munninum og
blásti samstundis. Samtykt varð
at góðkenna viðmerkingarnar frá
ráðgevanum til almennu hoyr
ingina, áðrenn faknevndin hevði
havt høvi at viðgera hoyringsskriv
og svar. Tað var øvugt raðfylgja.
Nú er so komið undan kavi, at
tað vóru bara lótir at beina málið
í náttúru- og umhvørvisnevndina.
Nevndin hevur havt málið á skrá,
og tað einasta, sum kom burtur úr,
sambært gerðabókini, er, at ”Málið
varð umrøtt”.
Hesi trý tómu orð er alt, sum
náttúru- og umhvørvisnevndin
hjá Tórshavnar býráð hevur at
viðmerkja til umhvørvis- og dálk
ingarvandarnar,
sum
standast
av stóru útbyggingini av góðs- og
ferðamannahavnini í Havn. Minni
kundi tað ikki vera.
Spenningar um Skansabryggjuna
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Meðan
góð
fólk
enn
einaferð
savna pening inn
til børn, sum liva
í
fátækt,
veksur
sosiali
ójavnin
í
samfelagnum.
Peningainnsavn
anin er góð og neyðug, men er eitt
klassiskt dømi um, at tað almenna
ikki hevur røkt sínar skyldur
mótvegis sínum borgarum. Hví
skal tað vera neyðugt hjá privat
persónum og frívilligum felags
skapum at tryggja, at børn og
familjur ikki liva í fátækt ? Og
enntá samstundis, sum vit dagliga
fáa at vita, hvussu væl tað gongur
í samfelagnum, allir pílar peika
uppeftir, gongd er í búskapinum
og vit hava søguligar inntøkur. Man
má bara staðfesta, at grammleikin
hevur vunnið á samhaldsfestinum.
Í staðin fyri at politikkur m.a snýr
seg um, hvussu landsins virðir
kunnu tryggja øllum líkinda livikor,
so er dagsins politikkur ímyndin
av at skava sum mest til nøkur.
Her er farið so langt av leið, sum
tilber. Hvør uppgáva kann vera
týdningarmiklari enn at tryggja
øllum børnum góð livikor og góðar
umstøður at liva og vaksa upp í ?
Ongin !
Ongantíð áður hava vit upplivað
eina samgongu, sum so tilvitað
hevur
skapt
sosialan
ójavnað
millum fólk. Ikki tí, vit hava altíð
havt sosialir trupulleikar, men
eisini ein vilja til at góðtaka tað
og arbeiða móti tí. Nú er øvugt.
Samstundis sum tey, sum fingu
flatskattin ferðast meira og keypa
dýrari bilar, flatskermar og tílíkt,
so eru hundraðtals børn í tí støðu,
at tað velst um, um tey fáa heitan
mat í dag. Og kanska tað fer at
bera til at fáa skavað saman til
limagjald til fótbólt ella fimleik í
ár. Somuleiðis hava vit í álitinum
um fátækramark frá 2014 fingið
staðfest, at familjur, har bæði eru
á arbeiðsmarknaðinum, liva undir
fátækramarkinum. Working poor
er ein veruleiki í Føroyum, tíverri.
Samstundis er góð vitan á økin
um. Tað er prógvað, at fátækadømið
hevur stórar avleiðingar bæði
menniskjaliga og samfelagsliga.
Týðiligur samanhangur er millum
sosialu støðuna hjá fólki og hvørja
útbúgving, tey fáa. Og um tey fáa
eina útbúgving. Hvussu leingi tey
liva. Øktan tørv á heilsutænastum,
á almannatænastum o.s.fr. Snøgt
sagt loysir tað seg tilvitað at
arbeiða fyri sosialum rættvísi. Har,
sum fólk hava góð livikor, eru tey
ein størri inntøka fyri samfelagið,
og trýstið á tungum sosialum
fyriskipanum minkar tilsvarandi.
Hetta er orsøkin til, at onnur at
sær komin lond støðugt arbeiða
miðvíst við at skapa sosialan javna.
Tað er eitt mál í sjálvum sær fyri at
røkka einum sterkari samfelag.
Tað eru minni sannlíkindi fyri,
at børn, sum vaksa upp í truplum
sosialum korum, fáa eina útbúgv
ing !
Tískil tekur man ikki bara barn
dómin frá børnum, við at lata
tey liva í fátækt. Man tekur eisini
framtíðina frá teimum. Og hetta
er ófyrigeviligt. Veruligur sosial
politikkur má aftur á breddan. Vit
mugu lætta um hjá lág- og miðal
løntum. Og við bústaðum til fólk,
sum ikki kunnu gjalda túsundavís
um mánaðin í húsaleigu. Hvussu
leingi skal hesin málbólkur bíða?
Hvørja nyttu fáa vanlig arbeiðsfólk
av marglætisíbúðum? Og kann tað
yvirhøvur vera ein almenn upp
gáva at byggja slíkar ? Hava tey
vælbjargaðu ikki ráð til tað sjálvi ?
Veruligur sosialpolitikkur má á
dagsskrá. Samstundis, sum sjálvt
fíggjarviðurskiftini hjá familjum í
vána korum verða tryggjað, má eitt
miðvíst og langtíðarætlað arbeiði í
gongd á sosiala økinum. Eitt arbeiði,
sum tekur tey tyngru tøkini fram á
mál, og sum eisini hevur sum mál
at bróta negativan sosialan arv. Á
útbúgvingarøkinum, á barna- og
familjuøkinum og í veruleikanum
á øllum økjum. Til dømis hava vit
í Føroyum í dag omanfyri 70 børn,
sum vaksa upp uttanfyri teirra
egna heim. Fyri nøkur uttan iva
gott, fyri nøkur einasta val og fyri
øll uttan iva ein avbjóðing. Og
júst hetta tal eigur at geva okk
um greiðar ábendingar um, at
tað er alneyðugt við munagóðum
sosialum arbeiði. Tí umframt tey
gott 70 børnini, sum ikki eru heima,
er ein munandi størri bólkur, sum
er tilknýttur myndugleikum ann
ars vegna aðrir sosialir trupul
leikar ella lívsumstøður, sum gera
gerandisdagin
tungan.
Tað
er
gott at vit hava skikkaðar barna
verndartænastur til hetta stóra
arbeiði, men framyvir má nógv
størri dentur leggjast á fyribyrgj
andi arbeið. Uttan iva kundu nakrar
familjur verið hjálptar í betri tíð, so
skaðin var avmarkaður tilsvarandi.
Kommunur kunnu gera, og gera
nógv. Til dømis er barnaansingin í
nógvum kommunum hildin niðri
á einum so lágum gjaldi sum
gjørligt. Letiucafeir eru settar á
stovn, har øllum børnum er boðin
ókeypis hjálp við skúlatingum. Góð
bókasøvn eru. Kommunalur stuðul
til felagslív, so feløgini kunnu hava
so lág limagjøld sum gjørligt. Ávísar
kommunur hava lækkað skattin.
Og samanlagt ger alt mun. Men
hvat ger landið ? Landið tosar um,
hvat kommunurnar kunnu gera. Og
tíverri eru ávísir flokkar nú farnir
at gera tað sama. So meðan vit bíða,
so fer ein sorgarleikur fram, sum
fær alt ov lítlan ans av teimum,
sum kunnu gera mest við hann. Tað
er ein tragedia í sjálvum sær.
Eitt annað stað, har man bein
leiðis hevur lóggivið stættarmun,
er við nýggju eftirlønarlógini,
har hvør einstakur nú skal spara
upp til egna eftirløn. Áleið 20%
av fólkinum eru undantikin og
spara tískil ikki upp. Hetta eru
fólk, sum fáa fyritíðarpensjón,
sosialar veitingar, barsil, avloysarir,
hjálparfólk o.s.fr. Hvat skulu hesi
liva av, tá ið tey verða gomul ?
Og hvussu man fólkapensjónin
fara at síggja út til tað tíð ? Man
hon vera til ? Og so eru tað øll tey
mongu, serliga kvinnurnar, sum
arbeiða niðursetta tíð, og sum tískil
koma at spara upp í mun til hetta.
Minni tú arbeiðir, minni fært tú
at fáa í pensjón. Um nøkur ár fara
vit óivað at síggja eitt boom av
fátøkum kvinnum, um ikki okkurt
skilagott verður gjørt nú. Hetta
er eisini eitt sosialmál av teimum
heilt stóru. Og her ivist eg onga
løtu, at tað vera júst somu familjur,
sum í dag eru fátækar, sum koma
at merkja sviðan av fætæktini inn
í ellisár. Og hetta eru enntá tey,
sum ikki fingu av flatskattinum,
men harafturíóti vóru tvungin at
gjalda flatskattarúsin við sínum
pensjónum. So órættvíst kann lívið
verða tá ið politikarar eru uttan
sosialt medvit.
So meðan vit bíða- liva familjur
og børn dagliga í vána korum og
útlitini til, at tey koma burturúr
støðuni sær døpur út, um ikki vit
fáa eitt veruligt skifti í føroyskum
politikki.
er á økinum.
Meðan vit bíða – veksur sosiali ójavnin
Karlot Hergeirsson
Valevni, Framsókn
Nú tá serlæknafe
lagið hevur meldað
út at tað mangla
útvið
50
lækn
ar í Føroyum, er
tað avgjørt nakað
sum eigur at fáa
hægstu raðfesting. Framhaldandi
sigur serlæknafelagið, at hetta
kann hjálpast um uppá við at seta
50 milliónir á eina konto, til lønir,
soleiðis at pengar eru klárir so
hvørt serlæknar søkja starv. Hetta
eigur at vera gjørt beinavegin.
Hesir pengar eiga at kunna finnast
innan fyri verandi fíggjarlóg. Tá
ið talan bert er um lønir, kemur
útvið helvtin beinleiðis aftur
inn í landskassan í skatti og mvg,
so tað er í veruleikanum einans
25 milliónir, ella skuldi eg sagt
piparnøtir, ið skulu finnast.
Sum sagt eigur hetta at finnast á
verandi fíggjarlóg. Um tað so førir
við sær at Eysturoyar-, Sandoyar-,
og/ella Viðareiðistunnilin verða eitt
sindur seinkaðir, ella kanska nóls
oyarferjan, so er tað alt líka mikið.
Tí tað sum eigur at fáa allar hægstu
raðfesting í Føroyum, er heilsu-
og
sjúkrahúsverkið.
So
mugu
luksus “trupulleikar” við at upp
raðfesta farleiðir, har farleiðir eru
frammanundan, bíða eitt sindur.
Men nú mugu vit ikki bara
oysa pengar inní sjúkrahúsverkið,
og so einki meir! Her má og skal
ein rationalisering eisini gerast.
Millum annað at tað skal verða
ein og bara ein leiðsla fyri øll
sjúkrahúsini. (við tveimum stjórum
minni, hava vit longu til teir fyrstu
2-3 serlæknarnar ). Henda leiðsla
skal saman við servitan gera av
hvussu sjúkrahúsbygnaðurin skal
síggja út í framtíðini. Hvussu nógv
sjúkrahús skulu vera og hvat fyri
viðgerð skal vera á hvørjum.
Sjúkrahúsverkið
í
Føroyum
kann samanberast við eitt skip. Eitt
skip er vanliga deilt í tríggjar deildir:
navigatión/dekk, maskinrúm og
hotel/mat. Deildirnar hava hvør
sín leiðara, men ikki skipara. Hetta
leiðir okkum aftur til yvirskriftina.
Ímyndi tykkum bara hvussu skilið
hevði verið umborð á til dømis
Norrønu, um hon hevði tríggjar
“skiparar”, ein á hvørju deild, og
sum vóru javnt stillaðir.....Norrøna,
ella fyri so vítt einki skip, hevði
siglt serliga langt .....
Tað skal vera EIN skipari á
Føroya Sjúkrahúsverkið, so koma
vit nokk at hava eitt framkomið,
og tíðarhóskandi sjúkrahúsverk
í framtíðini, sum klárar at fylgja
við tí rívandi menning sum er á
økinum.
Tað er bara EIN skipari umborð á Polo
KJAK