hósdagur 15. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 133 - 15. juli 2004
Nr. 133 - 15. juli 2004
11
Sandoyggin er á mangan hátt illa fyri, tá vit
hugsa um samskifti við meginøkið. Hóast
nýtt skip og nógv styttri farleið til megin-
økið, so er sambandið ikki nøktandi. Her
eru heilt einfalt ov fáir túrar. Løgtingið hev-
ur viðurkent hetta og hevur viðseinastu
fíggjarlóg játtað pening til ein eykatúr um
dagin millum Skopun og Gomlu Rætt.
Hetta var sera skilagott av løgtinginum, og
tí ræður um, at játtaða upphæddin kemur
fólki og vinnulívi Sandoy til góðar.
Tað kann tí ikki góðtakast, at Strandferðsl-
an nýtir hesa upphæddina av handahógv,
møguliga út frá tí sum er lættast fyri
stovnin. Endamálið við øktu játtanini er at
veita fólki og vinnulívi í oynni eina økta og
betri tænastu. Tað er eingin ivi um, at
fólkið, ella brúkarin á Sandoynni ynskir
játtanina til ein eykatúr millum Gomlurætt
og Skopun seint um kvøldið. Tingmaðurin
Gerhard Lognberg hevur reist málið og
hevur í hesum sambandi verið rættiliga
kritiskur mótvegis Strandferðsluni.
Gerhard hevur grein í sínum máli! Taðmá
vera ein sjálvsagdur rættur hjá einum ting-
manni at tala at, tá hann er sannførdur um,
at ein almennur stovnur ikki ber seg at á ein
hátt, sum gagnar einum øki og fólkinum í
hesum øki best. Gerhard er í sínum fulla
rætti at tala at, og avvarandi landsstýris-
maður eigur alt fyri eitt at taka málið upp
viðStrandferðsluna. Tað ræður um at fáa
greiði á, hvat ið veruliga var løgtingsins
vilji við játtanini. Hesin vilji skal útinnast
til punkt og prikk og eink annað kann góð-
takast. Vónandi finna partarnir eina loysn,
um sandoyingar fáa gleði og gagn av.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sambandið til Skopunar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bjarni Olsen
Óli Jacobsen hevur gjørt
vart við, at hann er ósamd-
ur við nakrar av niðurstøð-
unum, sum Búskaparráðið
hevur
um
fiskimanna-
skattin. Sum eg skilji tað,
snýr tað seg fyrst og fremst
um hesar orðingar hjá Bú-
skaparráðnum:
• Yvir tíð vil fiskimanna-
skatturin gera, at lønin í
fiskiskapi áðrenn skatt
verður lægri, enn hon
annars
hevði
verið.
Ónatúrliga stóra útboðið
av arbeiðsmegi í fiski-
skapi vil sostatt gera, at
arbeiðsgevararnir í fiski-
vinnuni sleppa bíligari og
tí umbiðja meira arbeiðs-
megi, enn teir annars
høvdu gjørt.
Óli vísir á, at hýrurnar hjá
fiskimonnum verða rokn-
aðar sum ein partur av
veiðivirðinum uttan mun
til, hvør skatturin er. Tískil
ávirkar tað ikki hýrurnar
hjá fiskimonnum, at tann
inntøkuskattur, sum teir
gjalda, er lægri enn skattur-
in, onnur gjalda. Av tí at
hýrurnar sostatt ikki ávirk-
ast av skattinum, sum fiski-
menn lata, so verður eftir-
spurningurin hjá reiðarí-
unum eftir arbeiðsmegi
hvørki størri ella minni fyri
tað um skatturin av fiski-
mannahýrum er minni enn
av øðrum inntøkum.
Eg skilji væl atfinningina
hjá Óla, men eg kundi
hugsað mær hoyrt, hvat Óli
heldur um niðanfyristand-
andi argumentatión.
Ein arbeiðsmaður á landi
sum forvinnur t.d. kr.
180.000 árliga hevur uml.
kr. 120.000 eftir, tá skattur-
in er drigin frá (skatturin
kann vera ymiskur alt eftir
umstøðurnar,
men
tað
ávirkar ikki argumenta-
tiónina stórvegis). Hevði
arbeiðsmaðurin
kunnað
fingið annað arbeiði, har
hann
forvann
t.d.
kr.
170.000, og kortini havt
meira eftir, tá skatturin var
goldin, so rokni eg við, at
tey flestu eru samd við mær
í, at hann heldur hevði valt
tað arbeiðið.
Hýran hjá einum fiski-
manni kann fara heilt niður
á kr. 156.000 fyrr enn hýr-
an eftir skatt verður minni
enn kr. 120.000. Ein bátur,
sum ikki hevur nóg gott
inntøkugrundarlag til at
geva eina hýru, sum kann
kappast við arbeiðsmanna-
lønirnar á landi, kann so-
statt ofta kortini fáa mann-
ing, tí roknað eftir skatt
verður helst meira eftir til
manningina við bátinum
enn til arbeiðsmannin.
Nú skal eg ikki úttala
meg um, hvørt hetta er rætt
ella rímuligt, men bert
staðfesta, at um fiski-
mannaskattaskipanin ikki
var til, so var truplari hjá
bátum, ið ikki megna at
geva nóg stóra hýru, at
fingið manning. Var skip-
anin tikin burtur, so vóru
helst bátar, sum vórðu lagd-
ir. Gott ella ringt? Ringt
fyri reiðarí og manning,
men kanska gott fyri til-
lagingarevnini í vinnuni
(lykilini til framtíðina…)?
Mín niðurstøða er sostatt,
at fiskimannaskatturin er
við til at varðveita/fast-
halda okkara flota- og
vinnumynstur, ið annars
helst eigur at tillaga seg, so
hvørt umstøðurnar broyt-
ast. Sigast kann ikki, at
reiðararnir yvir ein kamb
fáa fíggjarligan vinning
burtur úr fiskimannaskatt-
inum. Bert reiðararnir av
teimum bátum, sum hóra
undan vegna fiskimanna-
skattin, mugu haldast at fáa
fíggjarligan ágóða av at
kunnu vera verandi í vinn-
uni.
Óli sigur, at eftirspurn-
ingurin eftir arbeiðsmegi
ikki økist av fiskimanna-
skattinum, heldur sum frá
líður. Hann prógvar tað við
at vísa á, at hýruparturin
heldur er øktur enn mink-
aður tey árini, fiskimanna-
skattaskipanin hevur verið í
gildi. Um henda gongdin
heldur fram, so má sigast at
vera talan um gott fakfe-
lagsarbeiði, tí tað er náttúr-
ligt at vænta, at fiski-
mannaskattaskipanin ger,
at trýstið frá fiskimonnum
á reiðararnar at hækka
hýrupartin verður minni.
Um hýruparturin kortini
verður hildin uppi, so hevur
Óli í fyrstu atløgu rætt í, at
eftirspuningurin eftir ar-
beiðsmegi í flotanum ikki
økist vegna fiskimanna-
skattaskipanini. Hinvegin,
so høvdu (sum eg nevni
omanfyri) onkrir bátar helst
verið lagdir, um ikki vit
høvdu fiskimannaskatta-
skipanina. Um tað er rætt,
so er fiskimannaskattaskip-
anin við til at økja um
eftirspurningin eftir ar-
beiðsmegi í fiskivinnuni,
og harvið er hon eisini við
til at "taka arbeiðsmegi" frá
øðrum vinnum og til at økja
um lønartrýstið í øðrum
vinnum. Hartil kemur, at eg
ivist lítið í, at fiskimanna-
skattaskipanin hevur við
sær, at trýstið á at hækka
lønir á landi verður størri, tí
arbeiðsmegin á landi sjálv-
andi samanber seg við aðr-
ar bólkar, herundir fiski-
mannahýrur (eftir skatt!).
Vælferðin í samfelagnum
er tíverri avmarkað av
framleiðsluni í samfelag-
num. Samlaða framleiðslan
í
samfelagnum
verður
størst, um inntøkubýtið
millum starvsbólkarnar í
samfelagnum
fyrst
og
fremst verður avgjørt av
inntjeningsevnunum í ein-
støku vinnunum – og ikki
av skattligum munum mill-
um vinnurnar.
Kjak um eitt nú fiski-
mannaskattin verður ofta
fatað sum eitt álop á fiski-
menn. Tað er harmiligt, tí
tað er neyðugt við búskap-
arligum kjaki, ikki minst tá
tað snýr seg um okkara
høvuðsvinnu.
Vónandi
kann
omanfyristandandi
nýtast sum ískoyti til eitt
slíkt kjak.
Poul Mohr
Rodmundur hatta í
Sosialinum tann 10/6-04
kann ikki standa ósvarað
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður í Runavík:
tað er ikki hvør sum helst-
sigur seg ikki verða í iva
um, at tað er stórkapitalurin
í Havn og kommunan, sum
hava verið í ráðagerð um at
fáa Fish Fair til Havnar úr
Runavík
Eg kann lata Rodmund
vita at eg – tí tað er ivaleyst
meg hann meinar við er
stórkapitalurin – ongantíð
havi tosað við ella havt
samband av nøkrum slag
við menninar aftanfyri Fish
Fair, kenni teir bert av
myndum í bløðum – fyrr
enn teir komu og spurdu
um at leiga høllina á Sand-
víkahjalla.
Tórshavnar
Kommunu
havi eg heldur ongantíð
tosað við um Fish Fair.
Har hevur tú skotið langt
við síðuna av.
Fiskimannaskatturin
Viðmerking til Óla Jacobsen
Aftursvar til Rodmund Nielsen
UTTAN ÚR HEIMI
Í 1985 varð norski
diplomaturin Arne
Treholt dømdur tjúgu
ára fongsul fyri
njósning. Hann sat
bara sjey ár, men í
einari nýggjari bók
heldur hann uppá, at
hann var ósekur
NJÓSNING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Alt Noreg var skelkað, tá
ákæruvaldið avdúkaði, at
tað hevði tikið diplomatin
Arna Treholt og skuldsett
hann fyri at hava njósnast
fyri Sovjetsamveldið í fleiri
ár. Í 1985 kom hann fyri
rættin í Oslo, og har fekk
hann ta harðastu revsing-
ina, sum norsk lóg hevur.
Hann skuldi sita tjúgu ár í
fongsli. Sjey ár seinni, í
1992, fekk hann kortini
grið og varð latin leysur.
Komin úr fongslinum varn-
aðist hann skjótt, at hann
var alt annað enn ein av-
hildin maður, og hann valdi
tí at flyta av landinum. Tey
tólv árini síðani hevur hann
búð á miðjarðarhavsoynni
Kýpros.
Kundi gagna Noregi
Nú hevur hann skrivað eina
bók um lív sítt. Hann held-
ur uppá, at hann var ongan-
tíð njósnari, og at hann
bleiv dømdur, sjálvt um
hann var ósekur. Kortini
dugir hann at skilja, at
norsku
myndugleikarnir
hildu eygað við sær, tá
hann á ferðum uttanlands
hitti umboð fyri sovjetsku
fregnartænastuna
KGB.
Sjálvur sigur hann, at
kanska hevði hann hug at
virka sum "ein privatur
uttanríkisráðharri", og at
kanska leið hann eisini av
hásinni.
– Eg var við í einum
spennandi arbeiði í sjeyti-
árunum. Tá snúði tað seg
um viðurskiftini ímillum
eystur og vestur, um kjarn-
orkuvápn og um trygdar-
politikk. Í 1979 varð eg
sendur til New York at ar-
beiða á norsku sendistovuni
í ST, men hetta arbeiðið var
ikki júst tað, sum mær
dámdi best. Tá so Gennadij
Titov setti seg í samband
við meg, kundi eg ikki
standa ímóti freistingini, og
tí tók eg av, sigur Arne Tre-
holt.
Hann helt, at samstarvið
við russar kundi koma
Noregi til góðar. Kanska
kundi hann fáa beinleiðis
samband við Kreml, og so-
leiðis sum støðan var ímill-
um Noreg og Sovjetsam-
veldið tá, kundi tað vera
hent hjá Noregi at hava
samband við ta ovastu
sovjetsku leiðsluna.
Ikki ólógligt
– Í dag dugi eg at síggja, at
eg skuldi ongantíð verið
farin inn á hasa kósina. Eg
veit, at tað, sum eg gjørdi,
var skeivt, men harvið er
ikki sagt, at tað var ólógligt
ella revsivert. Sjálvur helt
eg meg hava eina ávísa
trygd, tí eg hevði ikki
atgongd til nøkur loynilig
skjøl tá, sigur Treholt.
Hann leggur afturat, at
hann vildi fegin, at onkur
hevði lagt uppí. Spurdur,
hvør tað skuldi verið, svar-
ar hann, at tað kundi verið
onkur av teimum fremstu
politikarunum. Sjálvur var
hann ungur tá og hevði eina
trongd eftir at gera okkurt
munagott. Slíkt er vanda-
mikið, tí tað kann fáa ein at
leypa framav, og tað var
tað, sum hendi hjá mær,
sigur Arne Treholt.
Í bókini greiðir Arne
Treholt frá sambandi sínum
við Gennadij Titov, men
hann dugir ikki at siga, hví
hann ikki greiddi nøkrum
frá hesum sambandinum.
Hann ásannar, at tað var
skeivt at dylja tað, men
hann heldur kortini ikki, at
tað var ólógligt.
Ikki njósnari
– Men sum frá leið leiddist
eg av hesum fundunum í
útlandinum. Eg visti longu
frá byrjanini, at eg var farin
inn á eina kós, sum kundi
vera vandamikil, og tað var
eisini orsøkin til, at eg ikki
fór á ein fund við Titov í
Helsingfors í februar í
1983. Um tað mundið gekk
á eg háskúlanum hjá norsku
verjuni og hevði atgongd til
loynilig skjøl. Hevði eg
farið til Helsingfors, hevði
tað verið trupult hjá mær at
greiða frá, hvussu eg kundi
hitta ein sovjetskan umboð-
mann ein dag og síðani sita
á skúlabonkinum á verju-
háskúlanum dagin eftir. Eg
fekk meg heldur ikki til at
gera tað, og tí hitti eg ikki
Titov aftur fyrr enn um
summarið í 1983. Tá var eg
liðugur á verjuháskúlanum.
Í bókini skrivar Arne
Treholt, at hann lat KGB
ávirka seg í tíggju ár. Tá
hevði hann eina aðra upp-
fatan av hesum. Hann upp-
fataði Titov sum ein góðan
og sera áhugaverdan sam-
starvsfelaga, og hann kendi
ongantíð á sær, at hann
bleiv misnýttur.
– Eg haldi framvegis
ikki, at teir nýttu meg sum
njósnara. Men tá eg seinni í
1983 hitti Titov og eitt
annað sovjetskt umboð í
Wien fekk eg varhugan av,
at teir ætlaðu at brúka meg.
Tað vildi eg ikki, og eg
segði tað eisini við teir.
Arne Treholt visti ikki, at
norska fregnartænastan var
í Wien, tá hann hitti tey
bæði sovjetsku umboðini.
Norðmenninir hildu eygað
við teimum trimum, og tá
løgreglan seinni tók Arna
Treholt, bleiv ein mynd av
honum og teimum báðum
sovjetsku umboðunum løgd
fyri hann. Hann skilti, at
norska
fregnartænastan
hevði verið í Wien, og at
virksemi hansara var vorð-
ið avdúkað.
Fregnartænastan
politiska ávirkan
Í bókini rør Arne Treholt
uppundir, at fregnartænast-
an hjá norsku løgregluni
hevur havt ein ávísan
leiklut í norskum politikki.
Hann nevnir millum annað,
at í 1986 bleiv Gro Harlem
Brundtland kunnað um, at
stórtingsmaðurin
Einar
Førde hevði samband við
Sovjetsamveldið. Tað fekk
hon at vita frá fráfarandi
forsætisráðharranum, Kåre
Wilooch.
Sjálvur heldur hann, at
fregnartænastan hjá løg-
regluni hevur havt munandi
politiska ávirkan uttan fyri
sítt veruliga virkisøki. Tæn-
astan hevur ein hóp av
upplýsingum um nógv fólk,
og úr øðrum londum vita
vit, at upplýsingar hjá slík-
um tænastum verða nýttar á
ymiskan hátt.
– Vit hava brúk fyri slík-
um tænastum, men vit eiga
at gera okkum greitt, at tað
at halda eygað við fólki
kann skjótt elva til mis-
nýtslu, sigur maðurin, sum
fekk
landsins
harðastu
revsing fyri njósning, men
sum sigur seg vera ósekan.
(Kelda: Bergens Tidende)
Arne Treholt – dømdur ósekur?
Arne Treholt
BYGDASAVN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Gamli prestagarðurin, sum
Hammershaimb lat byggja í
1863, lat týsdagin upp. Tað
er fornminnissavnið, sum
hevur sett garðin í stand til
eitt bygdasavn. Jógvan Ing-
vard Olsen, formaður í
Bygdasavninum á Nesi,
sigur, at útvið 30 fólk løgdu
leiðina framvið prestagarð-
inum.
– Vit vistu ikki reiðiliga
hvussu nógv fólk vit skuldu
vænta, men vit høvdu í
øllum førum ikki væntað so
nógv fólk, sigur Jógvan
Ingvard Olsen. – Tað var jú
eitt vanligt gerandiskvøld,
at vit lótu upp. Vit høvdu
kanska
ímynda
okkum
fleiri fólk at koma sunnu-
kvøld. Tá hava fólk ofta
hug at fara ein biltúr, sigur
Jógvan Ingvard.
Hann sigur, at tað ikki
bert vóru fólk úr Eystur-
oynni, sum komu at vitja,
men at tey eisini komu úr
øðrum oyggjum.
– Eg haldi, at fólk vóru
vælnøgd, táið tey fóru av-
stað aftur. Eg hoydi so onga
negativa viðmerking, sigur
Jógvan Ingvard at enda.
Gamli prestagarðurin er
opin sunnudagar frá 15-18
og týsdagar frá 16-19. Eftir
1. september verður bert
gjørligt at síggja garðin
eftir avtalu.
Stórur áhugi fyri
prestagarðinum
Prestagarðurin, sum Hammershaimb lat byggja, kostaði í 1863 4072 ríkisdálar. Hetta vóru sera
nógvir pengar tá, og Hammershaimb bant eisini komandi prestar uppá lánið, sum skuldi verða
goldið aftur innan 28 ár. Lánið varð tikið frá jomfru Schrøder, sum var einaarvingi, og tí átti
fitt av peningi.
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
11
10