týsdagur 5. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið
Nú valstríðið um
fólkatingssessirnar
av álvara er byrjað,
eru tað mong, sum
seta
spurningin,
hvat
føroyingar
skulu gera á Fólkatingi, og mong
eru eisini á sjálvstýrisvonginum, ið
seta spurnartekin við, hvat føroy
ingar yvirhøvur hava at gera einum
donskum parlamenti. Eg eri av
teirri sannføring, at vit føroyingar
eiga at brúka allar teir pallar, vit
yvirhøvur
hava
møguleika
at
brúka, til tess at varpa ljós á før
oysk viðurskifti og røkja føroysk
áhugamál. Men hesir pallar skulu
nýtast við diplomatiskum hegni og
skynsemi.
Fólkatingið
eigur
ikki
at
verða brúktur sum pallur, har
vit draga ósemjur úr Føroyum
niður á Fólkating. Tey bæði um
boðini, ið koma at umboða Før
oyar eiga at standa saman um
føroysk áhugamál og røkja tey á
fullgóðan hátt. Umboðini eiga at
vera tann forlongdi armurin hjá
føroyingum, og vera til hjálpar í
ymsum spurningum og málum, ið
hava tørv at vera loyst, um hetta er
uttanríkispolitisk viðurskifti, yvir
tøkur ella onnur mál, sum hava ser
ligan føroyskan áhuga.
Tíverri hevur hetta ikki altíð
verið galdandi. Hetta sóu vit í
spurninginum um samstarvið mill
um Føroyar og Russland. Her hevur
okkara javnaðarumboð á Fólkatingi
tíverri ikki tosað við somu tungu
sum føroyska stjórnin, og hetta er
sera óheppið fyri føroysk áhugamál
og føroyskan uttanríkispolitikk og
vinnupolitikk yvirhøvur. Istaðin
fyri at bakka landsstýrið upp at fáa
eina skilagóða avtalu við Russland
á fiskivinnuøkinum, hevur umboð
føroyinga á Fólkatingi ført fram, at
hendan uttanríkispolitiska kósin
skaðar umdømi føroyinga.
At vit føroyingar ikki standa
saman úteftir, stillar okkum altíð
í eina veikari støðu, og kann í ring
asta føri skaða føroysk áhugamál.
Eru tað viðurskfti, ið áttu at verið
handfarin á ein øðrvísi hátt frá
føroyskari síðu, eigur hetta ikki at
verið sýnt fram í sýnisglugganum
í danska Fólkatinginum, men ført
fram á ein diplomatiskan hátt á
rætta stað í Føroyum.
Spurningurin
og
gordiski
politiski knúturin um ávikavist
sjálvstýrið
og
ríkisfelagsskap
eigur sostatt heldur ikki at verða
útstillaður í Fólkatinginum, tí tað
er og verður ongantíð har, ið hann
verður loystur. Spurningin um
føroyskt sjálvstyri eigur at verða
loystur í Føroyum og av tí føroyska
fólkinum.
At standa saman var ei okkum
givið verður mangan tikið til, men
latið okkum standa saman úteftir,
tí hetta gevur okkum styrki og
samanhald til frama fyri føroysku
tjóðina.
Tvístøður í Føroyum skulu ikki loysast í Danmark
Fólkaflokkurin og børnini
Eyðgunn Samuelsen
næstforkvinna í Javnaðarflokkinum
Í grein í miðlunum
leggir Elsebeth Mer
cedis
Gunnleygs
dóttir eftir Javn
aðarflokkinum,
tí
flokkurin
hevur
sett sær sum mál
at stuðla barnafamiljunum, og at
gera tað enn betri at vera barn í
Føroyum.
Javnaðarflokkurin ásannar, at
nógvar barnafamiljur eru undir
trýsti, bæði fíggjarliga og í mun
til at fáa tíðina at røkka til. Tað er
ein sannroynd, at tá ið familjan
er undir trýsti, so eru tað fyrst og
fremst børnini, ið merkja hetta.
Eydnast okkum at lækka barna
ansingargjaldið niður í eina helvt,
verður tað munandi rúmligari hjá
nógvum familjum - og tað gagnar
børnunum. Eitt nú kunnu tær
mongu stressaðu barnafamiljurnar
velja at lata børnini vera styttri á
stovni um dagin.
Harumframt hevði hetta verið
eitt greitt signal um, at vit í Føroyum
raðfesta barnafamiljurnar, og vilja
gera Føroyar til eitt enn betur land
at liva í hjá børnum. Longu nú er
hetta - góðar umstøður hjá børnum
- høvuðsorsøkin til, at mong flyta
heimaftur eftir loknan lestur. So
vit vita, at tað hevur týdning og
ávirkan.
Vit gerast fleiri eldri og færri á
arbeiðsmarknaðinum. Hetta MÁ
takast í álvara um vit vilja varð
veita vælferðarsamfelagið. Tí mugu
vit gera tað, vit kunnu, fyri at venda
skeivu gongdini. Og tað er júst tað,
Javnaðarflokkurin ger við at seta
sær hetta stóra mál.
Vit vita, at málið er stórt. Vit vita
eisini, at avbjóðingar eru, millum
annað, at finna eina loysn, ið vendir
sosialt rætt. Men sjálvandi ber tað
til. Tað skulu vit politikarar trúgva
uppá, annars er onki høpi í at bjóða
seg fram at stýra landinum fram á
leið. Sosialdemokratiskir flokkar
ganga so gott sum altíð á odda við
stórum og munagóðum vælferðar
reformum her í norðurlondum. Tað
sama kunnu vit ikki siga um Fólka
flokkin og hansara líkar.
Politikkur er viðhvørt at gera
tað, sum er trupult, men neyðugt.
Og at draga fleiri barnafamiljur til
landi ER neyðugt. Tað gera vit fyrst
og fremst við at skapa fleiri størv
- men sosialar skipanir hava altso
eisini stóran týdning. Tí vilja vit
leggja dent á bæði.
Hinvegin er trupult at síggja,
at Fólkaflokkurin, ella samgongan
yvirhøvur, heldur fólkasamanset
ingina vera ein trupulleika. Tá er
lætt at speireka tey, sum koma við
uppskotum um loysnir.
Fólkaflokkurin ræður ikki
Tað tykist sum, at Fólkaflokkurin
hevur so ilt av, at tey ikki sjálvi
ætla at gera nakað fyri barna
familjurnar, at tey tilskila sær rætt
at gera av, hvussu okkara uppskot
skal fremjast í verki. Lat meg gera
tað púra greitt, at hetta hevur
Fólkaflokkurin als onki við at gera.
Hetta verður alt ein spurningur,
sum vit í Javnaðarflokkinum fara
at taka upp saman við okkara kom
andi samstarvsflokkum, og sjálv
andi í tøttum samstarvi við komm
unurnar.
Javnaðarflokkurin hevur ferð
eftir ferð víst á í Løgtinginum, at
markið fyri fríplássum má hækk
ast, tí sum skipanin er nú, fast
heldur hon einsamøllum uppihald
arum í einari fátækrafellu.
Landsstýriskvinnan sigur seg
nú, langt um leingi, vilja broyta
skipanina. Tað fegnast vit um. Skal
tó nevna, nú Elsebeth er so eym um
kommunurnar, at hennara egna
landstýriskvinna hevur boðað frá,
at rokningin fyri at hækka markið
fyri frípláss fyri barnaansingini
verður send ... kommununum.
Ger mun á børnum
Tað mest margháttliga í greinini
hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygs
dóttur er tó, at hon ger mun á
børnum, alt eftir hvar í landinum
tey búgva. Býr ein barnafamilja
í Tórshavn, har kostnaðarstøðið
bæði til mat og býli er hægst, so skal
hon ikki fáa stuðul til barnaansing.
Skulu vit nú gera skipanir, har
børnini hjá alment lønta námsfrøð
inginum, sjúkrarøktarfrøðingum
ella lærarum skulu revsast tí for
eldrini eru alment lønt? Hetta er
ein grov generalisering av fólki í
høvuðsstaðnum, og ein sera løgin
hugburður.
Sannleikin er tíverri, at Fólka
flokkurin unnar hvørki børnunum
ella kommununum nakað.
Javnaðarflokkurin hevur fleiri
ferðir ført fram, at kommununnar
eiga ein part av gjaldinum, ið tikið
verður frá alivinnuni. Tað eru jú
kommununnar, har aliloyvini eru,
íroknað Tórshavnar Kommunu, ið
hava útvegað alivinnuni neyðugu
karmarnar.
Men Elsebeth og Fólkaflokkurin
hava felt uppskotið um at geva
kommununum sín part av tøku
gjaldinum frá alivinnuni í ár. Og
komandi ár ætla tey at hækka
gjøldini frá vinnuni, eisini alivinn
uni, upp í nærum hundrað milliónir
krónur, uttan at kommununnar
skulu fáa eitt klovi oyra av hesum
peningi. Hækkaða gjaldið frá vinn
uni skal í staðin brúkast til at typpa
eitt sjálvskapt hol í landskassanum.
Javnaðarflokkurin heldur hin
vegin, at ein partur av peninginum
skal koma kommununum og børn
unum til góðar.
Rúni Sundberg Patursson
Valevni, Framsókn
– “Tímir tú veruliga,
at nýta tíð og orku
uppá hatta roksi?”
– “Tú mást lova
mær, at tú ikki gerst
akkurát sum allir
hinir har niðri!”
– “So mást tú læra teg, at lúgva
og spæla politiskt spæl!”
– “Eg skilji ikki nakar tímir, at
stilla upp. Gongur tað ikki bara út
yvir teg og familjuna?”
Slíkar eru nakrar av viðmerk
ingunum eg havi fingið. Reyði tráð
urin í hesum viðmerkingum er ein
beiskleiki ímóti politisku skipanini.
Her er millum fólk ein stór misnøgd
og ivingarsemi at hóma.
At fólk hava mist áliti á politisku
skipanina er kanska ikki undarligt,
eftir gott fýra ár við nú sitandi
samgongu. Hetta gjørdi somuleiðis
avgerð mína um, at stilla upp til
Løgtingsvalið, sera einfalda. Tað er
alneyðugur tørvur á broyting og
nýhugsan. Vit mugu endurskapa
áliti millum fólki og landsins
leiðslu!
Eg eri sannførdur um, at eitt
liberalt og tjóðskaparligt átak kann
gera munin.
Úr neista birtist eldur
Eg bleiv nakað brádliga blakaður
útí í eitt valstríð fyri góðum trim
um árum síðani. Upplivilsi var
ógvusligt men sera læruríkt, og eg
mentist sera nógv sum persónur.
Eg skal viðganga, at Kommunuvali
2012 var sera avbjóðandi, og tað
vóru nógvar nætur uppundir val
dagin, har eg lá við andvekur. So hví
yvirhøvur stilla upp aftur?
Hevur tú fyrst nortið við poli
tikk, ja so heldur tú teg antin
burtur, ella tendrar ein eldur innan
í tær. Hjá mær hendi tað seinra. Eg
fekk eina kenslu av, at tað er stórur
tørvur á broyting og nýhugsan.
Føroya fólk ynskir nakað nýtt,
smakkurin av sitandi samgongu
er vorðin beiskur! Tí fall val mítt
á Framsókn. “Persónligt frælsi,
vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt
frælsi eru grundleggjandi virði, ið
skulu fáa føroyska samfelagið aftur
á beint.”
Eg vil ikki standa
á síðulinjuni
Tá ið eg havi ferð eftir ferð havi
funnist at landsins leiðslu, er komin
sníkjandi hesin, eitt sindur nívandi
tankin: “hevði tú nú megnað at
gjørt tað rætta sjálvur, ella hevði
tú rist á hondini, um tú stóð við
róðri?” Eftir langa sjálvrannsakan,
so er svari JA! Eg hevði megna hetta
betur sjálvur! Eg hevði megna,
at deilt ríkidømi Føroya, til allar
føroyingar, og ikki bara í hendurnar
hjá teimum fáu! Eg hevði megna,
at gjørt tjóð okkara sjálvbjargna!
Eg hevði megna, at sett persónliga
frælsi hjá tí einstaka í hásæti!
Tað er so lætt at standa hendur
í lumma, hyggja at, peika fingrar
og finnast at. Men eg havi tikið
meg sjálvan í, at mær dáma hetta
minni og minni. Eg vil heldur vera
við til, at taka stóru og avbjóðandi
avgerðirnar, eg vil ikki standa á
síðulinjuni!
Føroyar mítt land
Tí havi eg avgjørt, at taka ímóti
avbjóðingini saman við góðum
fólki í Framsókn. Saman fara vit,
at fáa Føroyar aftur á rætta kós.
Framsókn setir frælsi ovast í øllum
sínum politiska virksemi.
Eg fari fullfermdur við øllum
tí, eg havi innanborða av vilja og
kunnleika, til verka fyri land mítt.
Vit kunnu ikki standa við síðulinjuna!
KJAK
Fólkaflokkurin vil hvørki rætta barnafamiljum ella kommunum eina hjálpandi hond