Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 133 - 15. juli 2004 Nr. 133 - 15. juli 2004 13 MENTAMÁLARÁÐIÐ MENTAMÁLADEILDIN Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar kunnu fáast við at venda sær til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 35 50 50 - Telefax 35 50 55 e-postur.: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja at vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 355050. Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis Sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingar-peninginum, verður at nýta til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung. Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja. Freistin at søkja er mikudagin 1. september 2004 Stuðul til myndlistafólk Peningur er settur av á fíggjarløgtingslógini 2004 til stuðul fyri myndlistafólk. Myndlistafólk sum eru undir útbúgving kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu harafturat søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir. Freistin at søkja er mikudagin 1. september 2004 snarskivan/grunnurin 3/101.pdf Frá Psoriasisfelagnum Viðgerðartúrurin til Bláa Lónið í Íslandi verður 17. september til 15. oktober. Tey, ið hava tørv á viðgerð, verða biðin um at fara til egnan kommunulækna. Læknin fyllir um- sóknarblað út og sendir tað til húðlæknan. Umsóknin skal latast inn seinast 30. juli. Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til Majgunn Poulsen, tlf. 424179. Føroya Psoriasis Felag Summarfrí Verkstaðið er í summarfrí frá 19. juli til 16. august. Bilasølan og eykalutagoymslan er tó opin sum vanligt. Summarfrí Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá 23. juli til 9. august 2004 Starvsmannafelagið Hús ynskjast til keyps Hús í Havn ynskjast til keyps. Húsini skulu helst vera í góðum standi. Ynskiligt er, at handilin fer fram skjótt. John Johannesen tlf. 219870 Bátur til sølu Skjóttgangandi bátur til sølu, siglir uml. 45 míl, motorurin er 75 HK Mariner og er umvældur fyri meira enn 15.000,- kr. Nýggj skrúva, tendring, generator v.m. Annars er motorurin gjøgnum- gingin og er hann í ordan.Báturin er væl egnaður til vatnskíðir ella líknandi. Prísuppskot 45.000,- ella har á leið. Tlf. 574200 ella 374201 Lesið Sosialin Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 15. juli. Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá, at á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera eftir boðum Jesu (Matt. 28, 19). Tummas og Bartolomeus fóru eystureftir, Símun og Matteus suðureftir, Filippus og Judas Taddeus norðureftir og hinir lærusveinarnir ymsar vegir. Søgan sigur eisini, at áðrenn teir skiltust, settu teir saman ápostólsku trúarjáttanina. Kunngjørt verður, at høgt elskaða, lítla dóttir og systir okkara Anna Johannesen Tórshavn f. 24.12.2003 andaðist í heiminum mánadagin 12. juli. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 16. juli kl. 13.00. Familjunnar vegna Vígdis, Asbjørn, Linda og Heini Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata eina peningagávu til EB-foreningen DEBRA-Danmark, konto í Før. Sparikassa. Í dag 15. juli hevur Jón Eliassen arbeitt í 25 ár hjá KJ-Hydraulik á Kambsdali. KJ- Hydraulik er ein maskinverkstaður, sum fyrstu árini var í Fuglafirði, men síðani 1987 hevur hús- ast á Kambsdali. Jón er útbúgvin maskin- meistari, hann er ættaður úr Leirvík, sonur Theodor og Elisabeth Eliassen. Afturat leiðarastarvi hjá KJ, hevur Jón havt mong onnur álitisstørv. Eitt skifti var hann í bygdaráðnum í Leirvík, hann er nevndar- limur í Føroya Handverks- meistarafelag, og nevndar- limur í Eysturoyar Hand- verksmeistarafelag. Jón er giftur við Helenu f. Samuelsen úr Havn. Tey eiga tveir synir, Filip og Bárður, sum báðir hava lokið maskinmeistaraprógv nú í summar. Samkomuni Hebron í Leirvík hevur Jón verið dyggur stuðul, og síðan hann við familjuni fyri nøkrum árum síðani flutti til Havnar, hevur hann havt sítt andaliga heim í sam- komuni Ebenezer. KJ- Hydraulik takkar Jón fyri góða og trúgva tænastu í øll hesi 25árini við ynski um góðan byr framyvir og áhaldandi gott samstarv. Jón Eliassen, Tórshavn: 25 ára starvsdag hjá KJ-Hydraulik Málsligu studentarnir vóru: Carl A. Arge, Tórshavn, Eyðun Árting, Tórshavn, Jan Bendtsen, Tórshavn, Jákup R. Hansen, Tórshavn, Ragnar Hansen, Tórshavn, Malena Klein, Tórshavn, Birita Mohr, Tórshavn, Jógvan Nielsen, Tórshavn, Bjørgfinnur Nielsen, Tórshavn, Regin Frederiksen, Miðvágur, Peddy Højgaard, Skála, Æna Høj, Sørvágur, Djóni Nolsøe, Sørvágur, Helgi Jacobsen, Vestmanna, Karl Simonsen, Vestmanna, Símun P. Hjelm, Klaksvík, Søren P. Sørensen, Klaksvík, Mirjam Matras, Viðareiði, Arnfinnur Thomasen, Vágur og Martha Weihe, Sørvágur. Matematiskau studentarnir vóru: Jákup Pauli Askham, Tórshavn, Johan Christiansen, Tórshavn, Snæbjørn í Dali, Tórshavn, Magni Dalsgaard, Tórshavn, Gudmund Danberg, Tórshavn, Guðny Gudmundarson, Tórshavn, Marita Hansen, Tórshavn, Oddmar Holm Hansen, Tórshavn, Sjúrður Heinesen, Tórshavn, Anna Magnussen, Tórshavn, Hildur Patursson, Billy Olsen, Tórshavn, Hallgerð Joensen, Tórshavn, Petur Oliver í Hoyvík, Hoyvík, Magnus Jørgensen, Tórshavn, Markus Lindarstein, Tórshavn, Kjartan Mohr, Tórshavn, Jógvan Mørkøre, Tórshavn, Peter Nielsen, Tórshavn, Kári Jákup Nielsen, Tórshavn, Rói Strøm, Tórshavn, Jóannes Stefansson, Tórshavn, Eliesar Olsen, Klaksvík, Tórálvur Weihe, Klaksvík, Gunnar Bech, Vestmanna, Jóhannes Djurhuus, Vestmanna, Emely Johannesen, Vestmanna, Hans Erland Ludvig, Vestmanna, Leivur Harryson, Fuglafjørður, Jóhan H. Ellingsgaard, Fuglafjørður, Dávur Jacobsen, Selatrað, Fríðfinn Joensen, Leirvík, Sverri M. N. Hansen, Leirvík, Hanus Iversen, Kvívík, Kvívík, Jákup á Stongum, Sørvágur, Maria Jacobsen, Sørvágur, Jenny Lydersen, Kirkja, Marita Thomsen, Tvøroyri, Annleyg Simonsen, Hoyvík, Pauli Johannesen, Hoydalar, Kári Sørensen, Hoydalar, Niels Dan Vest, Havlba, Justinus Justinusen, Glyvrar, Niels Olgar Joensen, Sandavágur, Jógvan Joensen, Miðvágur, Hóraldur Joensen, Hvalvík, Hans Pauli Joensen, Argir, og Agnar Poulsen, Saltangará. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1974 Fyri 30 árum síðan: 68 studentar fingu prógv í 1974 Í 1974 fingu tilsamans 68 málsligir og matematiskir studentar prógv á Føroya Studentaskúla í Hoydølum Magnus Fuglø 65 ár Mikudagin 14. juli 2004 fylti Magnus Fuglø í Havn 65 ár. Magnus er ættaður úr Klaksvík og er skipara- lærdur. Hann hevur búð í Havn síðan 1963, og hevur hann koyrt hýruvogn síðan tá. Fyrst á bilstøðini Akstur Bil og síðan 1978 á bilstøð- ini Auto. Magnus hevur sitið sum formaður í Aksturvinnu- felagnum Samfylking síð- an á vári 2003. Hann var eisini formaður í felagnum frá 1993-99. C M Y K 13 12 Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Aberdeen og Tórshavn Nú verður aftur møguleiki at søkja stuðul úr felagsgrunninum Aberdeen - Tórshavn. Ætlanin er í september mánað at taka avgerð um veitan av studningi. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknar- blað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, ella Marjun Lindenskov, skrivara, á tlf. 30 20 10. Umsókn, merkt »AberdeenTórshavn« eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 16. august 2004. www.torshavn.fo Grunnurin Býarstýrini í hesum býum hava sett pening í grunnin, sum er uppá kr. 200.000. Endamálið er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra.