týsdagur 5. mai 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
KJAK
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma,
vermóður, omma og langomma
Gunhild Helena Jacobsen
Kaldbak
f. 10.09.1927 – d. 18.03.2015
andaðist og varð jarðað.
Stóra takk til tykkum á G4 á sjúkrahúsinum, sum
vóru um hana, og tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt hjálpti til við jarðarferðini.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Gunhild til
hennara seinasta hvíldarsta her á fold.
Tórbjørn, Arnfinnur, Gullbjørg og Magnus.
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymsan hátt sýndu
samkenslu og veittu hjálp og stuðul, tá ið okkara
kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Jens Henning Hentze
Sumba
f. 25.10.1940 – d. 21.02.2015
doyði og varð jarðaður.
Takk til tey mongu, ið hjálptu til.
Takk til Intensivu Deild á Landssjúkrahúsinum fyri
góða hjálp og stuðul.
Takk til kirkjutænaran, sangarar, prest og gravarar.
Takk til tey, ið vildu minnast Henning, við at lata
eina gávu til Frelsunarherin.
Takk fyri blómur og kransar til jarðarferðina.
Takk øll, fyri hjálp til jarðarferð og ervið.
Takk fyri eina góða og kensluborna stund á
kapellinum á Landssjúkrahúsinum.
Hjartans tøkk til øll, ið fylgdu Henning á hansara
seinastu ferð.
Familjunnar vegna
Dagny, børnini, abbabørnini
og langabbabørnini
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara
Knút Nolsøe
f.26.08.1930 – d. 18.02.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar sjúkrahúsi fyri
røkt og umsorgan ta tíðina, hann lá á sjúkrahúsinum.
Somuleiðis takka vit starvsfólkunum á Hamragarði
fyri røkt og umsorgan ta tíðina, hann var har.
Tøkk til Jens Mortan prest, kirkjutænarar, sangarar
og gravara, og tøkk til tykkum, sum bakaðu og
hjálptu til á ymiskan hátt.
Tøkk tit, ið fylgdu honum til gravar.
Familjunnar vegna
Hallgerð
Semingsgrunnur upp á 36 milliardir krónur
Zakarias Wang
Sum kunnugt er
ríki
okkara
og
Danmarkar
ríki
gingið undir sam
bandssáttmálan
frá 29. august 1450,
sum sigur, at hvørki ríki skal vera
yvirmaður hins. Hetta er nærri
greint í bókini: Fyrsti salutturin fyri
fríu Føroyum.
Tað er einki dulsmál, at Dan
mørk ikki hevur hildið hesa áseting
í sáttmálanum, men í ólukkumát
hevur lagt upp í okkara innanríkis
mál.
Ferð eftir ferð hoyra vit tó
danskar oddamenn siga, at teir
eru fúsir at lata okkum fáa ræði
á okkara egnu viðurskiftum. Teir
siga, at vilja vit loysa, so er bara at
siga til. At teir sjálvir, tá vit í 1946
tóku teir upp á orðið, sendu her
skip at handtaka lóglýdnu løg
tingsmenninar, kemur teimum ikki
til hugs. Nú sigur eitt nú Løkke, at
hann ikki vil fáast við smálutir,
men vil hava, at vit koma við upp
skoti um eina heildarloysn á øll
viðurskifti okkara millum.
Hvat kann gerast um so er, at
donsku politikararnir standa við
sítt orð?
Hvussu lætt hetta er, kunnu
vit síggja av tí, sum fór fram eftir
at fólkaatkvøðan hevði verið í
Føroyum í 1946. Tá segði danski
forsætisráðharrin at Føroyar og
Danmørk nú skuldi skiljast. Hann
gav tænastuboð um, at allir donsku
embætismenninir
skuldu
vera
nýggju føroysku stjórnini lýdnir
og hjálpa henni av øllum alvi við
loysingini.
Sigur danska stjórnin tí, at hon
nú heldur uppat at leggja seg út í
okkara innanríkismál, so fáa øll
tey, sum higartil hava fingið løn
úr Danmark, greitt at vita, at nú
eru tey í starvi hjá okkara stjórn og
skulu vera henni lýðin.
Tað, sum eftir stendur, er tann
fíggjarliga
uppíleggingin,
sum
danska stjórnin hevur havt hjá
okkum. Henda uppílegging hevur
fingið nøkur okkara at hildið, at vit
noyðast at lata danir stýra okkum
afturfyri.
Vil danska stjórnin sleppa burt
ur úr tí fløkju, sum hon hevur vavt
seg inn í, er sera lætt at finna eina
gongda leið.
Vit kunnu bert líta at tí, sum
hendi í viðurskiftunum Danmarkar
og Íslands millum í 1918. Tá komu
danir til, at tað var betri fyri Dan
markar ríki, at Ísland gjørdist sjálv
støðugt. Ríkini gjørdu ein sáttmála
um, hvussu komast skuldi burtur
úr tí støðu, sum higartil hevði verið,
har Ísland hevði fingið pening úr
Danmørk. Loysnin var tann, at
Danmørk setti á stovn ein grunn
við einum íløgufæi, sum var so
stórt, at árligu renturnar av fænum
svaraðu til tað, sum Danmørk
higartil hevði latið Íslandi um
árið. Nú Ísland var sjálvstøðugt
slapp Danmørk frá á hvørjum ári
at seta útreiðslurnar av Íslandi á
sína fíggjarlóg, og hin vegin kundi
eingin briksla Danmørk fyri at hava
havt beinleiðis vinning av at hava
latið Ísland gerast eitt sjálvstøðugt
kongsríki.
Varð henda leið gingin í sjálv
stýrismáli okkara, kundu danir
sloppið undan árligu útreiðslunum
til okkara við at seta ein grunn á
stovn, sum var so stórur, at rentan
av honum svaraði til tað, sum
teir á hvørjum ári áleggja sínum
skattgjaldarum at rinda okkum.
Hvussu stórur hevði hesin sem
ingsgrunnur verið?
Greitt er, at hægri rentan er,
minni er grunnurin.
Møguleikarnir eru nógvir. Ein av
teimum er, at statslánsbrøv vórðu
løgd í grunnin. Í løtuni er árliga
rentan av 30-ára statslánsbrøvum
2,8%.
Nágreinliga hvussu nógv dan
ir gjalda til okkara í løtuni er
heldur torgreitt, men hetta ber
til at greina í samráðingunum.
Siga vit fyri at taka eitt runt tal,
at árligu útreiðslurnar eru eina
milliard krónur, so skal íløgufæið í
grunninum vera 36 milliardir fyri at
geva eina milliard í rentu.
Útreiðslurnar av Grønlandi eru
umleið fýra ferðir so stórar sum av
Føroyum, og skal grunnurin eisini
fevna um Grønland, so verður
upphæddin í honum 144 milliardir
størri. ella tilsamans 180 millardir
krónur.
Tølini ljóða kanska stór, men
fyri Danmørk hevði ikki verið talan
um nakra meirútreiðslu.
Á henda hátt kundu partarnir
gjørt tað, sum Knud Kristensen
forsætisráðharri boðaði frá at
ætlanin var í 1946: At fáa eina loysn
í sátt og semju.
eigur sostatt heldur ikki at verða
útstillaður í Fólkatinginum, tí tað
er og verður ongantíð har, ið hann
verður loystur. Spurningin um
føroyskt sjálvstyri eigur at verða
loystur í Føroyum og av tí føroyska
fólkinum.
At standa saman var ei okkum
givið verður mangan tikið til, men
latið okkum standa saman úteftir,
tí hetta gevur okkum styrki og
samanhald til frama fyri føroysku
tjóðina.
GEVA BLÓÐ?
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum