hósdagur 7. mai 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
8. mai 2015
Í dag kunnu tingfólk vísa, at tey
kunnu finna breiða felags semju.
Tað var gott, at allir flokkar á tingi skrivaðu
undir, at uppskotið um at hjálpa teimum ring
ast staddu í fátækaváða kundi leggjast fram
á tingborð. Tað vísir virðing. Tí um stóru sam
gonguflokkarnir ikki høvdu viljað skrivað undir
– sum tað bendi á fyrst í vikuni – so hevði tað
verið eitt sera ódámligt og ódemokratiskt stig.
Tað er heldur ikki rætt, um partapolitikkur
fer at køva hetta málið. Tað er jú ikki bara
hendan samgongan, sum hevur »gloymt« tey á
niðastu rókunum. Her er talan um ein bólk, sum
ikki hevur so lætt við at koma á tal við politisku
skipanina, og sum tí ikki vinnur ljóð fyri sínum
rættindum. Endamálið við tiltakinum, sum
Miðlahúsið setti í gongd við tiltakinum »Meðan
vit bíða«, var at varpa ljós á støðuna hjá teimum,
sum eru ringast fyri. Samgongufólk – og serliga
fólkafloksfólk, hava tosað og grundgivið ímóti
og vilja vera við, at støðan als ikki er so ring,
sum hon hevur verið málað seinastu vikurnar.
Vit kunnu bara vóna, at tey hava rætt. Men
tekin eru í sól og mána um, at støðan als ikki er
nøktandi. Á fundinum millum floksformenn
inar í Miðlahúsinum herfyri varð tosað um,
hvørji stig kundu takast her og nú. Semja tyktist
vera um, at eitt nú eitt uppskot um ein eyka
barnastyrk hevði hjálp teimum ringast staddu
alt fyri eitt.
Sum ikki einaferð, so kom partapolitikkur
uppí, tí ein flokkur stóð við uppskotinum. Hetta
skuldi verið betur handfarið, so allir flokkar á
tingi høvdu ognarlut í uppskotinum. Tí soleiðis
virkar politiska skipanin. Er tað ein flokkur,
sum fær ov nógv uppmerksemi, so styggir tað
aðrar flokkar. Soleiðis var eisini hesaferð, tí
partar av samgongu kenna tað sum eitt álop á
samgonguna, at hetta málið verður tikið upp.
Men fyri tað um samgongan hevur sett sínar
undirskriftir til fyri at leggja uppskotið fram, so
merkir tað als ikki, at semja er um málið. Tí tað
er tað ikki. Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at
hann heldur vil hava eitt væl gjøgnumarbeitt
uppskot, sum kann leggjast fram á ólavsøku.
Alt gott um tað. Men tað merkir, at fólkini skulu
bíða nógv longri, enn til ólavsøku, tá næsta
tingseta byrjar. Harafturat kann alt henda – og
sannlíkindi fyri einum valið beint eftir summ
arfrítíðina eru sera stór.
Tað hevði klætt politisku skipanini at staðið
saman um at givið teimum á niðastu rókunum
ein ágóða – so sum teimum varð lovað, tá
hægru inntøkurnar fingu skattalættan.
Tað heldur Jógvan Sundstein, fyrr
verandi løgmaður og formaður
Fólkafloksins
Jógvan Sundstein skrivar í tíðargrein í blað
num í dag, at tvey mál hjá samgonguni vóru
betur ógjørd: Annað er prístalshækkingin av
danska blokkstuðlinum og hitt avtøkan av
landsbankanum. Annars hevur hann bara
lovorð til síni fólk í landsins stýri:
– Tey hava verið sera
arbeiðssom og ógvuliga sjónlig í
almenna rúminum. Jørgen Nicla
sen hevur saman við samgonguni
ført ein skilagóðan fíggjar- og
búskaparpolitikk, herundir eisini
skattapolitikk.
Samfelagsframleiðslan
økist, og hallið á fíggjar
lógini minkar. Jacob
Vestergaard hevur gjørt eitt framúr gott
arbeiði á fiskivinnuøkinum. Sum samráðing
arleiðari hevur hann útvegað okkum størri
fiskirættindi. Eisini hevur hann megnað ikki
at loypa framav í spurninginum um broytt
an fiskivinnupolitikk. Hann stendur sum ein
rættur maður.
Á almannaøkinumm hevur Annika Olsen
víst seg sum ein tann besta sosialministara,
vit nakrantíð hava havt. Sosiala økið er
bæði væl viðlíkahildið og betrað í hes
um valskeiði.
Eisini tingmanningin hjá Fólka
flokkinum hevur dugað at arbeiða
væl og sakliga.
– So samgongan, og ikki minst
Fólkaflokkurin, nýtast ikki at
skammast um gjørt arbeiði, er
skoðsmálið frá fyrrverandi
fólkafloksformanninum.
Teir skilja ikki, at Fólkatingið kann sita
í fýra ár
Fólkatingsvalið seinast var 15. september í 2011.
Tað merkir, at næsta fólkatingsval kann vera í
seiansta lagi 15. september í ár.
Men tá donsku politisku eygleiðararar og
journalistar skriva um, nær hugsandi er, at Helle
Thorning-Schmidt í seinasta lagi skrivar út val,
so verður 14. september nevndur. Men tað er
altso ikki rætt.
Akkurát sum ta at jólaaftan hvørt ár er sama
dato, so kann fólkatingsval haldast sama dato
fýra ár eftir seinasta fólkatingsval.
Hetta vita føroyingar, tí vit hava so mangan
havt løgtingsval, sum fellir á sama dato, t.d. 8.
november, sum nógv ár var meira ella minni
fastur valdagur. Men Fólkatingið hevur ongantíð
sitið í fýra ár á tamb, og tí hava danir ongantíð
síðani 1849 upplivað, at Fólkatingið situr so leingi,
sum tað kann sita – altso í fýra ár upp á dagin.
Eitt felags tak hevði sømt seg
Kenna ikki
valskipanina
Jógvan Sundstein
Danskir serfrøðingar
Valstríðið er byrjað:
Les eisini blaðið
á telefonini
Heilsuverk Føroya
fram á leið
Eivind Warberg
Kjak síða 22
Øll hava tað betur
í javnari samfelag
Sonja Jógvansdóttir
Tíðargrein síða 25
Visti tú?
At lívsævið hjá
monnum er økt við
7,5 árum og hjá
kvinnum við 5,3
árum
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Edmund Joensen, sum vil hava danir at gjalda meira í Føroyum
»Forsætisráðharrin talar ímóti
fakta, tá ið hon pástendur, at
heilsumál er føroyskt sermál, ið
Danmark onga ábyrgd hevur av –
arrogant og reingjandi«
Samgongan skal ikki skammast