Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 SOSIALURIN 52 4 TERJI NIELSEN Nú leygardagin sær eitt nýtt tiltak dagsins ljós. Talan er um eitt tiltak, sum tríggir mans hava tikið stig, og sum skal varpa ljós á alt tilfeingi, sum er sjónum kring okkum. Tað eru teir tríggir Birgir Enni, Kári Sørensen og Bogi Andreasen, ið standa aftan fyri tiltakið, ið nevnist “ein dagur á grynnuni. Royn rávøruna Í sambandi við tiltakið hava fyrireikararnir í eitt longri tíðarskeið arbeitt við at savna ymiskar rávørur úr sjónum. Skip og reiðarar eru komin við eini ørgrynnu av ymiskum fiskasløgum, og sjálvir hava fyrireikararnir saman við øðrum kavað kring landið eftir øðum, igulker og øðrum. Allar rávørurnar skulu brúkast til, at vanligi føroyingurin kann sleppa at fáa sær eina smakkiroynd av ymisku rávørunum, og hvussu tær kunnu brúkast. Tað verður ókeypis at royna ymisku rávørurnar. Borð og grillir verða settar upp í Tórsgøtu, og í Perluni fer Birgir Enni at borð­ reiða við síni heimskendu fiskasuppu. Umframt smakkiroyndirnar verður eisini tónleikur og fyrilestrar á skránni. Eitt nú fara Harmonikuliðið, Ævintýraferðin og Uni Debes at spæla á Reinsarínum, og í Miðlahúsinum verða ymsir fyrilestrara viðvíkjandi rávøru úr sjónum. Umframt hetta verður eisini ein fram­ sýning hjá Sjósavninum við ymiskum djóra­ sløgum úr sjónum. Hendan fer fram, har útróðrarmenn selja fiskavørur í Vágsbotni vanligar dagar. Ymiskt annað er eisini á skránni, og øll skráin fyri dagin sæst á Facebook-vanganum hjá tiltakinum. »Ein dagur á grynnuni« byrjar leygar­ morgunin klokkan 10 og heldur fram til kl. 17. Alt gongur fyri seg í Tórsgøtu og oman í Vágsbotn. 3-8 m/s av útsynningi. Turt og mest skýggjað veður. Hitin um dagin millum 5 og 10 stig – un máttina millum 2 og 7 stig. Sunnudagur 0-5 m/s av útsynningi ella ymsum ættum. Turt, men skýggjað og támut veður. Hitin um dagin millum 5 og 10 stig – um náttina millum 2 og 5 stig. Mánadagur 3-8 m/s millum útsynning og landsynning. Turt, men skýggjað veður. Hitin millum 4 og 8 stig. 3-8 m/s av útsynningi. Turt og klárt veður, nakað av sól. Í kvøld og nátt meira skýggjað. Hitin í kvøld millum 2 og 7 stig. Leygardagur Hósdagur Fríggjadagur 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s av útsynningi. Turt og mest skýggjað veður. Hitin um dagin millum 5 og 10 stig – un máttina millum 2 og 7 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Tað besta við vetrinum er, tá hann endar!« »Hvør sigur, at einki er ómøguligt? Eg havi gjørt einki í fleiri ár - tað ber væl til.. « Seinastu vikuna hava øll tosað um veðrið, bæði leik og lærd, miðlar og sosialir miðlar. Maria Winther Olsen vunnið 100.000 kr til filmsætlan Hon skal gera ein film um tunglyndi og ótta og tað at vera bundin av einum øðrum menniskja. Tiltakið »ímeðan vit bíða« savnaði 400.000 kr inn til fátækar familjur í Føroyum. Dennis Holm ger greitt, at bygdin fer at menna ein ítróttarháskúla í Vági. Edmund Joensen, fólkatingslimur, biður Helle Thorning Schmidt rinda fyri føroyska heilsuverkið. Stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi boðar frá, at føðideildin har suðuri verður stongd. Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar málið við Eysturoyartunlinum, hevur sagt, at úrslitið av kanningini sannlíkt fyriliggur 23. juni. Mælt verður frá at koyra á høgtliggjandi vegunum, tí kavi og krapi darva ferðsluni. Tveir dystir í bestu deildini endaðu við dómararokið, tá bæði B36 og Víkingur gramdu seg um avgerandi dómaravillur í seinastu minuttunum. »veðrið« »EIN DAGUR Á GRYNNUNI« hósdagin MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt So langt er lívsævið hjá kvinnum nú í miðal 84,1 MANGT OG HVAT Føroyskir menn liva nú í miðal 79,4 ár Sjógæti í fokus leygardagin Leygardagin verður stórt tiltak í Tórsgøtu í Havn, har fokus verður sett á sjógæti. Tiltakið “ein dagur á grynnuni” fer at varpa ljós á tað margfeldi, sum erí sjónum kring okkum. Talan er um eitt ókeypis tiltak fyri alla familjuna Í fleiri dagar hava fyrireikararnir av tiltakinum »ein dagur á grynnuni« kavað eftir øðum, igulkerum og øðrum MYND: EIN DAGUR Á GRYNNUNI