Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bjarni Hammer Kjak síða 14 Nú er at standa saman Meinhard Jacobsen Kjak síða 15 Serfrøði ella treiskni Tað er mangt løgið í politikki, og tí eru nógv­ar manna­gongdir, sum als ikki eru til at skilja hjá vanligum fólki. Tað er eingin ivi um, at yv­ir­skip­ aða máli hjá øllum sum stilla upp til løg­tings­val, er at tey vilja gera tað besta fyri land og fólk. Men viðhvørt, so gera tey ikki tað besta fyri land og fólk, tí tey er ikki tann rætti, sum er komin við hug­skotinum. Tað sóu vit við uppskotinum hjá Tjóð­veld­inum um broytingar í lóg­ini um vinnuligan fiskiskap, har flokk­urin skjýt­ur upp, at øll fiskifør und­ir før­oyskum flaggi, ið fáa til­ lut­að fiski­dag­ar og kvot­ur, skulu av­reiða allar partar av fiskinum, t.e. livur, rogn, høvd, ryggir, uggar og garn­ar. Meirilutin í vinnunevndini eru Al­fred Olsen, Bjarni Djurholm, Jan­ us Rein og Hanus Samró. Teir siga, at teir eru samdur um, at alt til­ feing­ið skal til lands, antin til virk­ ing­ar ella sum liðug vøra. – Tað er neyvan nakað at ivast í, at tað eru stór virðir, sum fara fyri skeyti við tað, at partur av fiskinum verð­ur blakaður aftur í havið, siga teir. Og halda fram: – Verður allur biomassin fingin til høld­ar og virkaður, er neyvan nak­ar ivi um, at hetta hevði hækk­ að mun­andi um føroysku brutto­ tjóð­ar­úr­tøkuna. Men so siga teir, at »vísandi til, at nevndin er tilvitað um, at júst hetta verður ein partur av tí nýggju fisk­ i­vinn­u­lóg­gáv­uni, sum sam­gong­an ar­beiðir við, tekur meir­i­lutin ikki und­ir við málinum og mæl­ir Løg­ ting­i­num frá at sam­tykkja tað.« Altso, uppskotið er fínt. Men av tí at tað er eitt andstøðuuppskot, og at samgongan kanska kem­ur við einum uppskoti um fiski­vinnu­ nýskip­an, sum bíðað hevur verið eft­ir í mong harrans ár, og sum helst ikki kemur í tingið áðrenn løg­tings­val­ið, so mæla hesir klóku menn til at fella uppskotið. Hetta er nú einki eindømi, tí so­ leiðis arbeiða tingfólk. Ikki bara fólka­floks­menn og sambandsmenn. So­leiðis er arbeiðshátturin. Men skilagott er tað ikki. Tað er í veru­leikanum ein býttur máti at ar­beiða uppá. Um uppskotið nú er so gott, sum øll eru samd um, hví kunnu vit so ikki fáa eina lóg­ar­ broyt­ing, sum aftur kann avloysast av fisk­i­vinnu­ný­skip­anini, tá hon kem­ur – ella rættari – um hon kem­ ur. Hetta er barnsligt. Men hetta er pol­i­tikk­ur. Soleiðis fara mál av lag­ ið, »tá politikkur kemur uppí«. Tí eru tingfólk mangan sum børn. Tingfólk eru sum børn Tað eru bara fýra fólka­ tings­politikarar, sum eru eldri enn Edmund Joensen, sum hev­ur boðað frá, at hann still­ ar uppaftur á næsta fólka­tings­vali – og sum sambært veljara­kanning stendur til at blíva afturvaldur. Í Fólkatinginum eru 179 fólk. Bara fýra teirra eru eldri enn Edmund Joensen: Per Stig Møller, sum er 72 ár, Marianne Jelved sum er 71 ár, Birthe Rønn Hornbech, sum er 71 ár og Berthel Haar­ d­er, sum er 70. Hann er 12 dagar eldri, enn Edmund Jo­ en­sen. Tað hevur ligið á ljóði, at bæði Per Stig Møller og Birthe Rønn Hornbech ikki stilla uppaftur. Um hini bæði, eins og Edmund Jo­en­sen, stilla upp, og um tey verða vald, so verður Ed­mund Joensen triðelsti fólka­tings­ pol­itikarin. Tíggju tey elstu, sum vórðu vald á valinum seinast, 15. september í 2011, vóru hesi: 1. Per Stig Møller 72 ár, 2. Marianne Jelved 71 ár. 3. Birthe R. Hornbech 71 ár 4. Bertel Haarder 70 ár 5. Edmund Joensen 70 ár. 6. Steen Gade 70 ár 7. Leif Mikkelsen 69 ár 8. Finn Sørensen 68 ár 9. Karen Jespersen 68 ár 10. Pia Kjærsgaard 68 ár. Elsti persónur, sum er vald­ur á fólkating yvirhøvur, er Klaus Bersten úr Vinstra, sum á valinum í 1924 varð valdur. Hann var tá 79 ár og 10 mánaðir. Hann er eisini tann elsti, sum nakrantíð hevur sitið í Fólkatinginum. Tá hann fór úr Fólkatinginum eftir valið í 1926, tá hann ikki stillaði uppaftur, var hann 82 ár, fimm mánaðir og 19 dagar. Hann hevði tá sitið í Fólkatinginum í 51 ár, tveir mánaðir og 12 dagar. Yngsti fólkatingslimurin í dag er Jeppe Mikkelsen (RV). Hann er føddur 1. februar í 1991. Hann var 20 ár, seks mánaðir og 14 dagar, tá hann varð valdur á Fólkating 15. september í 2011. Yngsti persónur, sum nakrantíð er valdur á fólkating, er Karina Sørensen úr Danska Fólkaflokkinum, sum varð vald á Fólkating á valinum 20. november í 2001. Tá var hon 19 ár, sjey mánaðir og 12 dagar. Edmund Joensen er valdur á Fólkating tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1994. Men hann tók ikki sætið, tí hann var løgmaður. Johannes Martin Olsen røkti starvið fyri hann. Fólkatingsvalið í 1998 kom áðrenn Edmund Joensen fór frá sum løgmaður – og tað misti Sambandsflokkurin sætið. Edmund Joensen var valdur í Fólkatingið á valinum í 2007 og aftur í 2011. Edmund Joensen varð fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Hann er afturvaldur seks ferðir: Í 1990, í 1994, í 1998, í 2002, í 2004 og í 2008. Í 2011 stillaði hann ikki upp til løgtingið. Millum Fólkatingsins elstu Tað veldst um, hvør eigur tað góða hugskotið Lot til andøvsgul av norði, seinnapartin lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin lot av eystri, fríggjadagin lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið mánanáttina: Eitt lágtrýst, 978 hPa. sunnanfyri Ísland fer í landnyrðing og grynnist nakað. Veðrið týsnáttina: Lágtrýstið í ein útsynning úr Føroyum fer eystureftir og grynnist nakað. gr Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri og ælingur, men eisini sólglotttar. Hitin millum 7 og 10 stig. MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 6-11m/s 3-8 m/s 12-17 m/s 6-11m/s 1-6 m/s 12-17 m/s Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig.