Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 ítróttur Jóannes Hansen Tað gekk, sum støðutalvan legði upp til, at tað skuldi gera, tá ið níggjunda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni leygardagin. 07 Vestur, Skála og B68 áttu øll heimavøll, og tey vunnu øll fulla úrtøku. Toppdysturin var í Sandavági, har oddaliðið 07 Vestur hevði vitjan av B71, sum undan hesum um­far­ inum hevði sama stigatal sum B68, og sum undan hes­um umfarinum hevði vunnið úrtøku úr øllum dyst­unum. Á Valloyrini var heima­liðið omaná. 07 Vestur vann 4-1, men tað var B71, sum setti hol á, og tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 1-1. Merkisvert var tað, at sandoyingar sóu gula kortið fimm ferðir, meðan heima­ menn­inir einki kort fingu. Skála sendi miðvingar vestur aftur við 5-1 tapi. Toppskjúttin í deildini gjørdi ein orduligan vørr. Brian Jacobsen skoraði fýra ferðir, og nú er hann púra einsa­ mall­ur á mál­tindinum við 12 málum. Á Svangaskarði vann B68 3-0 á teimum næstbestu hjá AB. Gøtumaðurin Martin Olsen skoraði øll B68 málini. Hann hevur ikki verið fastur maður á liðnum higartil í ár. B68 venjarin, Súni Fríði Barbá, hevur leitað eftir røttu uppstillingini frammi á vøllinum. Martin Olsen var fyri aðru ferð í ár á vøllinum allar 90 minuttirnar, og tað kann ikki sigast annað, enn at hann takkaði fyri álitið. Næstbestu liðini hjá B36 og NSÍ hittust í Gundadali, og har var einki at ivast í. NSÍ vann stórsigur – 5-0. Merkisvert var tað, at allir fýra málskjúttarnir hjá NSÍ eru unglingaspælarar. Tað sigur ikki so lítið um, at tað stendur væl til við fólki í Runavík, og at tað ikki minst eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar á veg. Í Klaksvík vitjaðu teir næstbestu hjá Víkingi, og teir vórðu sendir til hús við 1-0 tapi. Viðoyingurin Eivindur Sørensen skoraði einsamalla málið longu í 10. minutti. Harvið kann ikki sigast annað, enn at tað hetta vikuskiftið royndist væl hjá KÍ ímóti Víkingi. Í gjár varð besta liðið hjá Víkingi sent úr Klaksvík við ongum. Tapini hjá B36 og Víkingi bera við sær, at tað nú eru hesi liðini, sum kappast fyri at sleppa undan plássinum undir strikuni, har MB framvegis er stigaleyst. fótbóltur Tað er tætt í toppinum 07 Vestur - B71 3-1 (1-1) 0-1: Ari M. Olsen 13. 1-1: Gunleif Olsen br 25. 2-1: Mikey Minutillo 48. 3-1: Holgar Durhuus br 62. 4-1: Mikey Minutillo 70. B36 - NSÍ 0-5 (0-2) 0-1: Meinhard E. Olsen 6. 0-2: Kristian Simonsen 24. 0-3: Petur Knudsen 83. 0-4: Petur Knudsen br 86. 0-5: Jannik Mathias Olsen 90. KÍ - Víkingur 1-0 (1-0) 1-0: Eivindur Sørensen 10. Skála - MB 5-1 (2-0) 1-0: Petur Pauli Mikkelsen 13. 2-0: Brian Jacobsen 31. 2-1: Ingi Wiberg Joensen 52. 3-1: Brian Jacobsen 61. 4-1: Brian Jacobsen 63. 5-1: Brian Jacobsen 88. Brian Jacobsen toppskjútti við 12 málum B68 - AB 3-0 (1-0) 1-0: Martin Olsen 36. 2-0: Martin Olsen 52. 3-0: Martin Olsen 75. Bara aðru ferð martin olsen hevur verið á vøllinum allar 90 minuttirnar hevur skorað sjey mál 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 07 Vestur 10 8 0 2 27 11 +16 24 2 Skála 9 7 1 1 26 9 +17 22 3 B68 9 6 1 2 16 5 +11 19 4 B71 9 4 4 1 13 8 +5 16 5 AB II 9 4 2 3 14 16 -2 14 6 NSÍ II 10 4 0 6 19 14 +5 12 7 KÍ II 9 4 0 5 21 17 +4 12 8 B36 II 9 1 4 4 7 25 -18 7 9 Víkingur II 9 1 2 6 7 14 -7 5 10 MB 9 0 0 9 5 36 -31 0 Úrslit 9. umfar Favorittarnir í 07 Vestur, B68 og á Skála vunnu fulla úrtøku, og harvið er kappingin um tvey tey fremstu plássini framvegis stór Myndir: Álvur Haraldsen