mánadagur 11. mai 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 20 • 11. mai 2015
4
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
[rökkvi]
á Summar
Festival
Tungar løtur í lívinum eru íblástur
til tónleikin hjá [rökkvi]
Tónleikur hevur altíð havt nógv
at týða fyri [rökkvi]. Hann hevur
sungið nógv – bæði í kóri, í bólki
og sum einstaklingur. Hann hevur
eisini spælt trummur frá tí, at hann
var smádrongur.
[rökkvi] er sangskrivari og
tekstahøvundur og er á odda fyri
bólkin. Hann fór í gongd við pro
jektið saman við Alvini Ellebye
Andersen, ið hevur framleitt
nýggju útgávuna av sanginum
»Where Is The Sun«.
[rökkvi] hevur síðani savnað
ein bólk av royndum tónleikarum,
og hesir eru Arni Zachariassen á
guitar, Leivur Vitalis spælir bass,
Hjørtur P. Háberg trummur og
Símun Dam spælir tangentar.
[rökkvi] er sangari í bólkinum.
Tónleikurin, ið bólkurin spælir,
kann bólkast sum electro-rokk/
popp. Løgini eru fangandi og tekst
irnir bera allir íblástur frá tungu
løtunum í lívinum hjá [rökkvi].
[rökkvi] hevur framførslu á
Summar Festivalinum, sum verður
hildin 6. til 8. august.
S
amatha Fox var dreymurin
hjá mongum ungum manni
í 80’unum, songkvinnan og
modellin við so ómetaliga stórum
gávum, prýddi veggin hjá unglingum
í øllum vesturheiminum og ikki minst
í Føroyum. Alt meðan løg sum Touch
Me, Naughty Girls (Need Love Too),
Nothing's Gonna Stop Me Now, I
Wanna Have Some Fun, I Only Wanna
Be with You og onnur drønaðu upp
eftir topplistunum kring heimin. Tað
fyrstnevnda lá ovast á topplistunum
í 17 ymiskum londum.
Samantha Fox samstarvaði á fleiri
útgávum við hittmakararnar Stock/
Aitken/Waterman, ið stóðu handan
fleiri av allar størstu poppnøvnunum
í 80’unum. Hetta samstarvið riggaði
væl, og gjørdi Samanthu Fox til eina
stjørnu á pallinum.
Tað er eingin ivi um, at hennara
útsjónd spældi inn í, at hon gjørdist
so kend, men tað skerst heldur ikki
burtur, at hennara sangir vóru góð
poppløg, ið fangaðu og sum enn tann
dag í dag eru frálíkt soundtrack til
eina poppveitslu.
Samantha var ov lág á vøkstri til
at gerast siðbundin model, men innan
tað bretar kalla glamour model ar
beiðið var hon ein av teimum størstu,
ið hava verið. Hetta kom eisini til
sjóndar, tá The Sun í 2008 valdi hana
til bestu síðu 3 gentu nakrantíð.
Samantha
Fox
endurútgav
í
2009 sínar fløgur, og í desember
sama ár, kom hennara greatest hits
fløga. Í løtuni ferðast hon við sínum
stóra hittskatti og spælir á eitt nú
festivalum. Nú kemur hon til Føroyar
og verður at hoyra á Voxbotn, leygar
dagin 27. juni.
Umframt Samanthu Fox er svenska
popsensatiónin John Martin, X-Factor
stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan
Udo, elektropopduoin Byrta, fólka
rokkarin Marius Ziska, rappararnir
Swangah,
trubadururin
Stanley,
poppstjørnuskotið Ester Kristiansen
og divairnar í Flammu avdúkaði, um
framt Gluntan og Sunrise, ið spæla til
Bryggjudansin. Umframt hesi koma
nógv fleiri spennandi nøvn á skránn
komandi tíðina, nú tað nærkast til
Voxbotn.
Atgongumerkjasølan til Voxbotn
2015 gongur strúkandi, atgongumerki
eru at fáa í Kunningarstovuni og
Expert í Havn, Fast handlunum og á
ebillett.fo. Øll árini hevur verið útselt,
og fyrireikararnir vænta nógv fólk
aftur í ár.
Enska songkvinnan Samantha Fox verður millum nøvnini, ið skulu gera
Voxbotn til kanska størstu dansiveitslu nakrantíð í Føroyum
Samantha Fox
á Voxbotn 2015
Skemt
Hvat hava mann
fólk og ølfløskur
til felags?
– Bæði eru tóm
frá hálsinum og
uppeftir
Hví viga giftar
kvinnur meiri enn
einligar kvinnur?
– Tí at ein einlig
kvinna kemur heim,
hyggur hvat er í
køliskápinum og
fer so í song. Meðan
gifta kvinnan
kemur heim, hyggur
í kamarið og sær,
hvat er í songini, og
fer so í køliskápið.