Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VÁR­ KONSERT Leygardagin hevur rútmiska kórið Glymur konsert í Norður­landa­hús­ inum. Kórið hevur eina spennandi skrá við eini blanding av føroyskum og útlendskum sangum, og tað merk­ ist á skránni, at kórið syngur mest rút­miskan kórsang. Niels Winther er kórleiðari, men hetta er seinasta konsertin hjá hon­um sum leiðara, tí hann gevst nú. Konsertin byrjar leygardagin klokkan 16. EVNIS­ DAGUR UM UPP­ HAVSRÆTT Fríggjadagin skipa Kringvarp Før­ oya og SavnsGull fyri áhuga­verdum evnisdegi um upphavsrætt. Evnið verður lýst við trimum fyrilestrum og endar við orðaskifti. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum fríggja­dagin frá klokkan 13 til 16, og tað er ókeypis atgongd fyri øll­ um. Krígssavnið: Spennandi tíð fyri framman Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund. Enn er ikki komið á mál at beina burtur formligu forðingarnar fyri at fara undir at byggja nýggjan bygning til Krígssavnið og samstundis inniloka SOR-bygningin, kundi formaðurin greiða frá, men samskiftið við almennu myndugleikarnar er positivt, og savnið hevur fingið loyvi at fara undir neyðugar ábøtur á friðaða bygningin K rígssavnið hevði aðalfund í nýggju Marghøllini í skúlanum í Sørvági hóskvøldið. Nevndar­lim­ irnir Marna Jacobsen, Dánjal Poulsen og Fróði Poulsen stóðu fyri vali. Tey tóku øll við afturvali, og tá ongi onn­ ur valevni vóru, heldur øll nevndin óbroytt fram. Nevndin skipaði seg beint eft­ir fundin, og heldur ikki har hendi nøk­ur broyting: Karl Johan Nielsen er for­ maður, Poul Arni Jacobsen næst­for­ maður, Fróði Poulsen kassameistari, Marna Jacobsen skrivari, og Dánjal Poul­sen nevndarlimur. Eisini eyka­lim­ irnir Sonni Jacobsen og Tina Jacobsen vórðu afturvaldir. Savnið verður partvíst fíggjað við almennum pengum, og í 2011 kom ein kunngerð um lógarbundnar játt­ anir og stuðulsjáttanir, har tað verður kravt, at móttakararnir av slíkum játt­ anum skulu hava gókendan grann­ skoð­ara. Mentamálaráðið gjørdi Krígs­savnið vart við hetta, og á einum eyka­aðal­ fundi 7. januar í ár varð grann­skoðara­ virkið Numo valt til grannskoðara í staðin fyri Torfinn Jacobsen, ið ann­ ars var valdur grannskoðari á reglu­liga aðal­fund­inum í fjør. Hetta hendi alt í besta forstáilsi, legði Karl Johan Niel­ sen dent á síni formansfrágreiðing. Á aðalfundinum hóskvøldið var Numo so afturvalt sum grannskoðari. Spennandi framtíð Krígssavnið almannakunngjørdi í fjør eina stórsligna verkætlan fyri eitt nýtt krígssavn – ein stóran bygning við fjøllbroyttum funksjónum, og sum SOR-bygningurin við flogvøllin verður ein innilokaður partur av. Enn er ikki rokkið á mál at beina burtur allar formligar forðingar fyri at fara undir hesa verkætlan, men Karl Johan Nielsen segði, at samskiftið við almennu myndugleikarnar um hetta nú er gott og tónin positivur. Enn hevur ikki borið til at fáa prin­ sipielt byggiloyvi til verkætlanina, tí til tess mugu tillagingar ella undan­ tøk gerast í lógarverkinum. Men Krígs­ savnið hevur fingið loyvi til sjálvt at fara undir at gera bráneyðugar ábøtur á sjálvan SOR-bygningin, sum er frið­ að­ur, og fer hetta arbeiðið í gongd í næst­um við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Fólk, ið hava hug at taka lut í hesum, eru hjartaliga vælkomin til tað og kunnu venda sær til formannin ella onkran av hinum nevndarlimunum. Arbeiðið, sum Krígssavnið hevur fingið loyvi sjálvt at gera, er at reinsa og tetta rivur á tekjuni við biki, um­ væla betongúthangið á tekjuni, grava rennu at leiða vætu burtur frá hús­ inum, stoypa op í útvegginum, taka nið­ur tvørveggir av timbri og gólv, sum Landsverk hevur gjørt, og reinsa flatur við eitt nú Rodanol. Forkunnugar vitjanir Millum forkunnugu vitjanirnar, sum Krígs­savnið hevði í fjør, nevndi Karl Johan Nielsen norsku drotningin Sonju, sum vitjaði í fjør summar og var hugtikin av savninum. Í fjør hevði savnið eisini vitjan av bretska skot­ lands­málaráðharranum Alistair Car­ michael, og í august vitjaði bretski hernaðarflogsøgu-serfrøðinginum og fyrrverandi hernaðarflogskiparin Steve Lloyd. Hann er varaovasti fyri loft­søgudeildini hjá bretsku lofther­ megini Royal Air Force, RAF. Karl Johan Nielsen greiddi frá, at Steve Lloyd hevði gjørt eitt sera stórt og fyri Krígssavnið virðismikið arbeiði teir fáu dagarnar, hann var her, og úr­slitið kundi lesast í ikki færri enn fimm ringbindum. Millum annað er Steve Lloyd komin við tilráðingum um, hvussu SOR-bygningurin við flogvøllin best kann varðveitast. Skemt Tey høvdu landalæru í skúlanum, og lærarin spurdi Annu, hvar Amerika var. Anna kom upp til talvuna og peikaði á Amerika á heimskortinum. – Elsa, kanst tú siga mær, hvør fann Amerika? –Tað gjørdi Anna, var Elsa kvik at svara. Ongin broyting hendi í nevndini, tá Krígssavnið hevði sín aðalfund hóskvøldið. Frammanfyri úr vinstru eru tað Marna Jacobsen, skrivari, Karl Johan Nielsen, formaður, og Dánjal Poulsen, nevndarlimur. Aftanfyri úr vinstru eru tað Sonni Jacobsen, eykalimur, Fróði Pouslen, kassameistari, og Poul Arni Jacobsen, næstformaður. Tina Jacobsen, eykalimur, kundi ikki vera við á aðalfundinum Karl Johan Nielsen, formaður í Krígssavninum, vísti fram ein av nýggju lutunum, sum savnið hevur fingið hetta seinasta árið – ein sonevnd Stirrup- pumpa at sløkkja eld við. Fleiri av hesum pumpunum, ið bert kravdu eitt fólk at brúka, vórðu latnar út til strategiskt útvaldum húsum undir krígnum