Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 20 • 11. mai 2015 8 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Heilt strongdur blívi eg ikki Lýs teg sjálvan við trimum orðum?     – Jaligur, tvørur og ágrýtin. Hvat merki er bilur tín? – Toyota Hvat merki er telefon tín? – Iphone Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? – Torført, nógvar hava veri góðar, serliga saman við børnunum. Men ein vikuskiftisferð á yvir 60 km langan fjallatúr eftir umleið 25 tindum í 2013, saman við góðum fólkum, var ein heilt serlig uppliving og avbjóðing. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? – Jolly good. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? – Heildini. Hvat ger teg í góðum lag? – Tá eg merki at eg geri mun fyri onnur. Hvat stressar teg? – Ávís fólk kunnu vekja eitt sindur av strongdarkenslum, men sum heild blívi eg ikki strongdur. Hvør er tín yndisrættur? – Langtíðarstokt lambskjøt er í løtuni mín yndisrættur. Men annars rættir sum hava ymiskar smakkir. Hvat gleðir teg? – Um eg kann vera til hjálp fyri onnur. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? – Vann eitt ávíst val. Hvar arbeiðir tú? – Akkurát byrjaður sum formaður í Føroya Pedagogfelag. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? – Námsfrøðin hevur stóran týdning fyri menningina í samfelagnum, og við góðum námsfrøðingum ber til at økja um lívs­ góðskuna hjá øðrum menniskjum, og tað er nakað, sum eg haldi, hevur stórt virði. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? – Havi verið so stutt í nýggja starvinum, men í tí sum eg eri á veg úr, hava nógvar stuttligar upplivingar verið. Kanska serliga ta einu ferðina, eg kom inn á skrivstovuna og alt var avtaglað í gulum post-it seðlum. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? – Veit ikki, hvussu tað eitur, men kanska trip pop tónleikur, Portishead, Tricky og líknandi fyri tað mesta. Hvat er besta uppfinningin og hví? – Internetið – tí tað hevur so nógvar møguleikar og serliga at øll fáa at­ gongd til nógva vitan. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? – Besta íløgan var tíðin sett í at taka útbúgvingina til námsfrøðing. Tað hevur givið mær stóra gleði. Hvat er títt besta heimaráð? – Ein fjalltúrur er góður fyri sinn og skinn. Hevur tú nakað húsdjór? – Ein frens sum eitur Frísi. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? – Eg hevði, nokk sum flest onnur, roynt at havt minni skuld og nokk eisini ferðast við familjuni eitt sindur meir. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? – Nokk tað sama sum um eg vann eina millión. Hvat er best við Føroyum og hví? – Tað besta við Føroyum er, at tað er so lætt at gera mun og ávirka. Vit blíva ikki bara burtur í fjøldini, øll kunnu ávirka. Samfelagið er lítið, og tískil er nokk so lætt at síggja, hvussu ábøtur kunnu fremjast, soleiðis at vit flest møgulig kunnu hava eitt gott lív. Hetta er kanska samstundis tað sum er keðiligast. Hvar ert tú um 10 ár? – Vónandi havi eg eina kandidat út­ búgving innan almennari námsfrøði. Jógvan Philbrow Tað besta við Føroyum er, at tað er so lætt at gera mun og ávirka Stólurin í stólinum hesa vikua