mánadagur 11. mai 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Herfyri Yvirtók Smyril Line depilin í
Skálavík og broytti navnið til Hotel
Skálavík. Í hesum sambandi bleiv
Svein í Heiðunum, ið hevur nógvar
royndir úr Ferðavinnuni, serliga á
hotell og tænastu økinum, settur sum
dagligur leiðari.
Hotel Skálavík er nýtt og í sera
góðum standi. Á Hotel Skálavík eru
23 nútímans og vælútgjørd kømur,
umframt ein íbúð við 3 kømrum. Á
hotellinum eru 6 dupultkømur, 6
koyggjukømur og 11 familjukømur.
Við Hotel Skálavík kann Smyril
Line bjóða eitt væl røkt, nútímans
hotell á einum av vakrastu plássum
í Føroyum. Sandoyggin er heilt ser
lig. Her eru náttúruperlur sum Søltu
vík, mentanarupplivingar sum Lista
savnið á Sandi, og her er ein tann
besta strondin í landinum. Smyril Line
kann eisini, í samstarvi við Kunningar
stovuna í Sandoynni, hjálpa til við at
finna upplivingar og útferðir á oynni.
Smyril Line hevur longu eitt breitt
og gott sølunet, bæði í Føroyum og
uttanlands, sum er brynjað at selja
hotellið, so longu nú eru fleiri kam
panjur í gongd bæði í føroyum og
uttanlands til tess at royna at fylla
hotellið. Í Føroyum verður dentur
lagdur á at selja til pør, familjur við
børnum og fyritøkur, ið ynskja at hava
og bjóða skeið, starvsfólkadagar vm.
Sølan higartil hevur gingið væl –
serliga eru tað føroyingar, ið hava tikið
væl ímótið hotellinum.
Matstovan
Matstovan á Hotel Skálavík er opin so
at siga hvønn dag og í vikuskiftinum.
Tað er al neyðugt at hava opið so
nógv sum møguligt, soleiðis at bæði
tey, ið búgva í Sandoynni, tey sum
gista á hotellinum og onnur vitjandi
hava møguleika at fáa sær ein betri
bita – sigur Svein í Heiðunum, dagligur
leiðari á Hotel Skálavík. Víðari vísir
Svein á, at matstovan leggur stóran
dent á, at hava góðan mat til ein rími
ligan prís.
Tað er eisini møguligt at bíleggja
mat frá Hotel Skálavík og at taka mat
in útvið. Um stór tiltøk eru á hotell
inum, ber tíverri ikki altið til, at hava
matstovnina opna, men tá verður tað
lýst umvegis www.hotelskalavik.fo
ið er heimasíðan hjá hotellinum.
Legur og ítróttarbólkar vm.
Hotellið er soleiðis innrættað, at tað
ber sera væl til at hava skúlabólk
ar og onnur, ið ynskja at fara á legu,
gistandi. Longu nú hava fleiri ítróttar
bólkar verið og vitja í Sandoynni, ið
hevur eina spildurnýggja ítróttarhøll
við øllum hentleikum. Hesir bólkar
venja ella spæla sjálvandi í ítróttar
høllini og gista á hotellinum.
At ferðast í egnum landið, er nak
að ið føroyingar gera meira og meira
av. Hettar merkja vit eisini sera væl á
Hotel Skálavík, greiður Svein í Heið
inum frá. Vit síggja fleiri vinarpør og
familjur, ið velja at ferðast saman. Eitt
nú eru tað fleiri bindiklubbar ið koma
suður í summar. Tað er ótrúliga stutt
ligt hjá teimum at vera saman, sleppa
undan at gera mat og hugna sær í
vøkrum umhvørji sigur Svein at enda.
Hotel Skálavík
Svein í Heiðunum, dagligur
leiðari á Hotel Skálavík
Á hotellinum leggja tey stór
an dent á at bjóða góðan
mat fyri rímiligan prís
Nútímans og vælútgjørd kømur:
Dupultkømur, familjukømur,
koyggjukømur, umframt ein
íbúð við trimum kømrum
Hotellið egnar seg væl til
skeiðsvirksemi, starvsfólka
dagar og v.m.
Útsýnið er avbera gott