Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 12 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Skálaberg KG 118 Ford Galaxie í Sørvági við Óla Olsen Í 1956 læt pf. J. F. Kjølbro í Klaksvík síðutrolaran Skálaberg smíða í Bremerhaven í Týsklandi. Fiskifarið, ið fermdi 550 tons av saltfiski, hevði guvumaskinu og turbinu, sum til­ samans góvu 1500 hestar og eina ferð upp á 14-15 míl. Hetta var annar trolarin við navn­ inum Skálaberg. Hin fyrsta Skálaberg keypti Kjølbro í 1933 saman við Chr. Holm Jacobsen í Havn. Trolarin var merktur til Havnar, men Kjølbro reiddi hann út øll árini. Gamli Skálaberg varð í 1951 seldur til upphøggingar. Í bókini »Havið og vit I« (1960) sigur J. Símun Hansen um nýggja Skálaberg, at tað sum hesa ferð vakti mest áhuga millum manna, var at skipið kundi stýra beina kós, uttan at nakar maður nam við róðrið – at sjálvstýringin fór fram við eini gyrokumpass og elektriskum róðurgreiðum. Kaj Johannesen, Kaj hjá Mortani, var skipari á Skálabergi, og stýrimaður var Jákup Oluf á Lakjuni, sum loysti Kaj av á brúnni innímillum. Seinni fór sonur Kaj, Mortan, at føra trolaran, og eisini Samson O. Samson førdi Skálaberg. Erling Laksafoss var maskinmeistari. Í 1974 varð Skálaberg seldur av land­ in­um. Ógvuliga væl lá fyri hjá Kaj at fiska, men hann hevði eisini gott í at bregða. Faðirin, Mortan í Hvannasundi, var tiltikin góður sjómaður og skipari. Kaj fór fyrsta túrin til skips við honum, og nú, hann í 1956 fór at føra Skálaberg, hevði Kaj verið skipari á trolaranum Sjúrðarbergi hjá Kjølbro, frá tí at hann kom nýggjur til landið í 1948. Á heysti 1935 fylgdust Mortan og sonurin Kaj heim úr Grønlandi við hvør sínum skipi. Kaj førdi Coraliu og Mortan Johannesen Blithesome. Komnir á Kappan varð rokstormur, og Blithesome tók at søkka. Nú fór fram føroyskur sjómansskapur, tá ið hann er allar bestur, og eitt tað hættisligasta og hepnasta bjargingarbragd í Føroya siglingarsøgu varð útint. Í ófatiliga truplum umstøðum eydnaðist at stjóra alla manningina av søkkandi skútuni umborð í Coraliu. Við Blithesome hevði Mortan tveir synir, og Kaj hevði tveir brøður við Coraliu – tað vil siga, at seks mans úr sama húsi vóru staddir á Kappanum henda lívshættisliga ódnardag. Báðar manningarnar komu heim við Coraliu í øllum góðum. Mynd: Søvn landsins Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Ford Galaxie Country hjá Eilif Weihe í Sørvági. Bilurin, sum var keyptur nýggjur frá P/F Wenzel Petersen í 1963, varð brúktur bæði sum rutubilur og til sjúkraflutning. Hetta var um tað mundið, tá rutan til og frá flog­vøll­ inum byrjaði. Bilurin var rættiliga stórur, hann var yvir fimm metrar langur og yvir tveir metrar breiður og kostaði 31.000 krónur at keypa. Sofus Joen­ sen í Fuglafirði keypti bilin í 1968 til rutu­koyring í Eysturoynni. Ford Galaxie vórðu framleiddir av Ford Motor Company í USA í ymiskum modellum frá 1959 til 1974. Myndaeigari: Eilif Weihe SKIPASØGA BILASØGA