Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 14 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ SØLA AV TEKNISKUM VØRUM Í FØROYUM Tekniskt kompetentur seljari Vit søkja eftir einum tekniskt kompotentum sølufólki til okkara deild í Tórshavn. Vit hava nógvar uppgávur, og tí er tað týdningarmikið, at tú trívist í einum rokaligum og broytiligum umhvørvi, har vit eisini leggja dent á at hava tað stuttligt. Millum tínar arbeiðsuppgávur kann nevnast: • Søla og viðgerð av kundum - serliga um telefon og teldupost • At geva tilboð fyri ávísan kundaplatform • Luttaka í kundavegleiðandi uppgávum • Breyt og meirsøla - Lemvigh-Müller hevur 300.000 vørunummur • Viðvirka til at optimera lønsemi og vøkstur hjá Lemvigh-Müller • Viðvirka til, at Lemvigh-Müller verður valdi samstarvsparturin hjá kundanum Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í Føroyum, men tað er sjálvandi eisini eitt neyvt samstarv við starvsfelagar í Danmark. Sølufólk við góðum samstarvsevnum Tú hevur eina bakgrund innan el, hvs ella tilsvarandi tekniskt øki og gjarna royndir við sølu innan líknandi øki. Haraftrat er tað ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til CRM og SAP, men hetta er ikki nakað krav. Tú hevur ein handilsligan hugburð til bæði marknaðin og arbeiðsgevaran, og tú hevur evni at hugsa góðan keypskap og lønsemi í tínum arbeiði. Sum persónur ert tú málrættaður og dugir væl at meta um støður. Haraftrat ert tú tænastuáhugaður, hevur góð samskiftis-og samstarvsevni og ert vællýddur bæði av kundum og starvsfeløgum. Ein serstakur møguleiki í einum professionellum og fakliga ambitiøsum samtaki Vit bjóða tær ein serstakan møguleika at gerast partur av Lemvigh- Müller, har tú kemur at arbeiða í einum fakliga ambitiøsum umhvørvi og óhátíðarligari professionalismu - við góðum starvshugi og náttúrligum fokusi á at skapa vøkstur og menning. Lemvigh-Müller er ein kapitalsterk fyritøka við stórum framburði - ein fyritøka, ið hevur stundir til at velja røttu loysnirnar og hevur orku til at seta teg í starv. Tú verður partur av einum bygnaði, har samstarv, deilan av vitan og menning eru lyklaorð, og har interna samstarvið við starvsfelagar og samstarv við kundar og samstarvspartar tryggjar, at tú fært møguleikan fyri framhaldandi at brúka og víðarimenna títt knowhow og tína teknisku vitan. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønin er sambært avtalu. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarstjóran, Peter Lund Kofod á tlf. + 298 281155 ella um teldupost pelk@lemu.dk Vit síggja fram til at fáa tína umsókn á pelk@lemu.dk - ella tú sendir umsóknina skrivliga á hesa adressu: Lemvigh-Müller P/F R.C. Effersøesgøta 10 Postbox 1379 FO-110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er hin 1. juni 2015 og starvstíðin byrjar skjótast gjørligt. Sølufólk TIL SØLU SUZUKU WAGON R AUTOMATIC FRÁ 2002 KOYRT 100.000 KM NÝGGJ SUMMARDEKK ÁHUGAÐ KUNNU RINGJA 596600. DEKKSØLAN Á SELATRAÐ ‒ EITT SINDUR BÍLIGARI ‒ OPIÐ ER EISINI UM KVØLDARNAR OG Í VIKUSKIFTUNUM Ø D R R OG Í S Ø D R R OG Í S TLF. 218195