mánadagur 11. mai 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
16
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Agnar Joensen
SJÓRIN HESA VIKUNA
STJÓRIN
Agnar Joensen klárar
næstan allar uppgávur
- Vit gera ikki tað, vit ikki duga, men vit duga tað allar mesta, sigur Agnar Joensen, sum eigur og rekur AJ-Service
Navn: Agnar Joensen
Aldur: 36 ár
Hjúnarfelagi: Angilie Joensen
Børn: Tvær gentur
Fyritøka: AJ-Service
Vilmund Jacobsen
Á
heysti í 2013 fór Agnar
Joensen í Vestmanna undir
egna fyritøku, AJ-Service, sum
virkar á rættiliga breiðum grundar-
lagi. Hetta er ein húsavarða-og hand-
verkara fyritøka, ið tekur sær av upp-
gáv um av at kalla øllum handa slag.
Hugskotið aftan fyri fyritøkuna
fekk Agnar eftir í fleiri ár at hava
starv ast sum húsavørður á Hotel Før-
oyum, har uppgávurnar kundu vera
rætti liga ymiskar.
- Hesi árini fekst eg við næstan alt,
sum kann fyrikoma í einum húsum,
bygn ingi ella á hotelli, og soleiðis
kendi eg meg at hava góðar førleikar
at fara í holt við eina fyritøku og tæn-
astu, sum fevndi rættiliga breitt.
Hann vísir á, at tað eru nógv, sum
sita við sethúsum ella ráða yvir bygn-
ingum, ið ikki hætta sær í holt við
summi ting, ið kunnu fyrikoma - ella,
tey bara ikki hava stundir at fara í holt
við ting, ið liggja á láni.
Næstan alt
- Talan kann vera um alt frá at mon-
tera eina vaskimaskinu til at snøgga
um urtagarðin ella eitt hvørt heilt
ann að.
Síðan AJ-Service fór undir sítt
virksemi, hevur fyritøkan eitt nú
tikið sær av maskinarbeiði, rør-
arbeiði,
timburarbeiði,
málara-
upp gáv um, betongarbeiði, flísa ar-
beiði, glasfipurarbeiði, urtagarðs ar-
beiði og vaskiarbeiði uttan durða.
- Nú summarið stundar til, bjóða
vit okkum eisini at syrgja fyri urta-
garði num, sláa grasplenina, byggja
altanu na ella terassuna. Vit bjóða
okk um eisini at mála uttandura
Agnar Joensen sigur, at fasti stab-
ur in av fólki er tríggir og fýra mans,
men tá ræður um uttanduraarbeiði
ella málaraarbeiði, taki eg gjarna fleiri
fólk til arbeiðis.
- Vit gera ikki tað, vit ikki duga,
men vit duga tað allar mesta, sigur
hann brosandi.
Í fjør summar málaði AJ-Service
eisi ni fyri skipasmiðjuna MEST.
- Vit málaðu dekk, hekkur og
mastr ar á skipum, sum menn hjá
skipa smiðjuni tá ikki høvdu so góðar
stund ir til. Hetta var í juni, juli og
august mánaði í fjør, leggur Agnar
Joen sen aftrat.
Tað er lítið, sum hann ikki dugir eftir at hava starvast sum húsavørður á Hotel Føroyum í fleiri ár
Mynd: Vilmund Jacobsen