mánadagur 11. mai 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátastevna í Vestmanna
– Vit eru altíð við í bátasigling
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Vestmanna komm
unu, Pauli T. Petersen, dámar væl
at fara út í fjørðin, tá bátastevna er,
og siglt verður av Fútakletti og inn á
Vestmanna.
– Vit hava ein umleið 30 fót
stóran glastevjabát, og vit plaga
altíð at vera væl mannaði, tá siglt
verður.
Pauli T. Petersen sigur, at vanliga
er meginparturin av familjuni við í
bátinum henda dagin, umframt onk
ur vinfólk.
– Jú, hetta er altíð ein sera
hugnalig løta og ein deiligur túrur.
Hann vísir á, at líkamikið, hvussu
veðrið hevur eydnast bátastevnu
dagin, hevur túrurin altíð verið góður.
– Vit hava verið við bæði í góðum
og minni góðum veðri og teir túrar,
tá tað hevur ruskað eitt sindur, hava
ikki verið minni góðir, sigur borgar
stjórin, sum aftur fer at leggja út í
Vestmannasund á bátastevnuni,
sum nú stundar til.
– Allir túrar úti í
Vestmannasundi á
bátastevnuni hava
verið hugnaligir, sigur
Pauli T. Petersen
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Vestmanna størri
fíggjarligt rásarúm
Vilmund Jacobsen
S
keiðið hjá bý- og bygdaráðum
kring landið er nú stívliga hálv
runnið og farið er undir seinu
hálvu. Borgarstjóri í Vestmanna
kommunu er Pauli T. Petersen, ið situr
á sínum fyrsta skeiði sum borgarstjóri.
Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdar
ráðið í Vestmanna kommunu í 2005.
– Vit fingu vend í fíggjarligu
gongdina í fjør, eftir at nýggja ellis-
og røktarheimið á Grønanesi seinnu
árini er farið við at kalla øllum íløgu
karminum. Út yvir at gjalda fyri heimið,
sum kostaði kommununi stívliga 38
miljónir krónur, høvdu vit fram til
og við 2014 einans møguleikar til
ymiskar smáíløgur.
Men, soleiðis, sum gongdin hevur
lagað seg, og skattainntøkurnar hjá
kommununi eisini eru øktar, sær nú
munin betri út við fíggjarliga rásarúm
inum tey næstu árini.
Pauli T. Petersen vísir á, at tá ar
beiðið upp á ellis-og røktarheimið
byrjaði, hevði Vestmanna kommuna
eina skuld á stívliga 35 miljónir krón
ur, og í dag er skuldin á leið hin sama.
– Tað merkir, at vit longu nú hava
goldið hesa stóru íløgu aftur, og tað
kunnu vit øll fegnast um, leggur hann
aftrat.
Lyftið helt
Tá sitandi bygdarráð tók við, fingu
borgarar í Vestmanna ta lyfti, at
bygdarráðið vildi royna at koma niður
um eina álíkning í skuld 1. januar
2015.
– Hetta er eisini eydnast. Við árs
enda í fjør høvdu vit eina skuld á
stívliga 36 miljónir krónur, sum er
nakað minni enn ein álíkning í dag,
staðfestir borgarstjórin.
Fíggjarárið 2014/ 2015 hevur
Vestmanna kommuna eisini gjørt
eina íløgu í læknamiðstøð á stívliga
átta miljónir krónur, sum er goldin
yvir raksturin.
– Meginparturin av hesi íløgu er
longu goldin, og læknamiðstøðin
verður tikin í nýtslu 18. august í ár, tá
børnini byrja aftur í skúlanum.
Pauli T. Petersen sigur, at umstøð
urnar hjá læknanum í Vestmanna vóru
ógvuliga vánaligar, og umstøðurnar
hjá tannlæknanum vóru heldur ikki av
teimum bestu.
– Tá læknamiðstøðin verður tikin í
nýtslu, kunnu vit savna lækna, tann
lækna og heilsusystir undir sama
taki, soleiðis at her verður savnaður
ein fakkunnleiki á einum staði. Har
umframt verða felagshøli í lækna
miðstøðini.
Hann sigur, at kjallarahæddin, sum
er yvir 300 fermetrar stór, í fyrstu
syfti fer at standa óinnrættað, men
kann, tá tørvur verður, brúkast til
ymisk endamál.
Gongur væl
Pauli T. Petersen fegnast um, at tað
gongur væl í Vestmanna kommunu
– at fólkatalið seinastu tvey árini er
vaksið, eins og skattainntøkurnar
eisini eru øktar.
– Jú, eg haldi, at vit kunnu lata
væl at verandi gongd. Tað ger tað
eisini hugaligari, at lív aftur er við
havnalagið, har eini 40 fólk arbeiða
bæði uppsjóvarfisk og botnfisk á
fiskavirkjunum, sigur borgarstjórin í
Vestmanna kommunu.
Hóast Vestmanna kommuna hevur gjørt stórar íløgur í ellis-og røktarheim, og
kommunan í løtuni byggir læknamiðstøð, er kortini eydnast kommununi at sleppa niður
um eina álíkning í skuld, soleiðis at fíggjarliga rásarúmið nú verður størri
- Tað gongur væl í Vestmanna, og tað er hugaligt, at lív aftur
er við havnalagið, sigur borgarstjórin, Pauli T. Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen