mánadagur 11. mai 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátastevna í Vestmanna
Alt er klárt í Vestmanna
Vilmund Jacobsen
A
t hann í seinastu viku legðist
við kava heilt niður í fjøruna
í Vestmanna, gjørdi, at vest
menningar, sum fyrireika bátastevnu,
vórðu eitt sindur seinkaðir við útlegg
ing av eitt nú bátabrúgvum og upp
setan av tjøldum.
Men, hetta kemur tó einki at
broyta, tí vestmenningar eru vanir at
fyrireika og at leggja til rættis. Dugir
nakar at skipa eina góða og gevandi
bátastevnu er tað vestmenningar, ið
trúliga - og ár um ár - hava gjørt sær
hesar royndir meira enn nakar annar.
100 fólk hjálpa til
Tað er ein bátastevnunevnd, ið stend
ur sum samskipari av stóra tiltakinum,
sum verður seinni í hesi vikuni og sum
byrjar longu hósdagin.
Ein av nevndarlimunum er Jan
Haldansen. Hann er sjómaður, og í fjør
eydnaðist honum at vera við í øllum
fyrireikingunum, men hann noyddist
avstað dagin fyri, at stevnan byrjaði.
Ein annar í stevnunevndini, Jónfinn
Egilsnes, er eisini sjómaður, og í ár eru
teir báðir heima.
- Eg veit ikki, um tað nú var so
ógvuliga keðiligt at fara avstað í fjør.
Saman við øðrum hevði eg malið
kring um á bryggjuni og hjálpt til við
ymiskum í einar 14 dagar. Tá alt var
klárt, var eg nokso moyrur. Hinvegin
var tað eitt sindur keðiligt ikki at
kunna uppliva tað, sum var á stevnuni.
Jan Haldansen vísir á, at nógv er at
taka hond um, tá eitt so stórt tiltak
skal reisast á føtur, og hann heldur, at
eini 100 fólk á ymiskan hátt eru knýtt
at fyrireikingunum.
– Vit eru nú við at vera komnir
undir land. Ætlanin var at leggja báta
brúgvarnar út í dag, men tað var ikki
hugsingur um, tí veðrið var so ónoss
ligt við kava heilt oman í fjøruna. Øll,
sum eru knýtt at stevnutiltakinum,
vita nú, hvørjar uppgávur tey hava, og
tí kunnu vit siga, at alt liggur í føstum
rammum og er undir landi.
Ágóði til ítróttin
Jan Haldansen sigur, at bátastevnu
nevndin er ein nevnd undir VÍF, men
hevur annars einki við felagið sum so
at gera.
– Í fleiri ár fór meginparturin av
ágóðanum av stevnuni til kappróðrar
neyst, men her er alt goldið. Í fjør fór
ein stórur partur til ungdómsvenjara
hjá VÍF, og tað verður annars altíð
gjørt soleiðis, at meginparturin av
ágóðanum av bátastevnuni fer til
ítróttin í Vestmanna.
Hann vísir á, at tað kostar pengar
og ymiskar fasilitetir at skipa fyri
bátastevnu á hvørjum ári, og tí er
eisini neyðugt, at stevnunevndin sjálv
hevur nakað at arbeiða við.
– Vit hava eitt nú brúgvarnar og
viðlíkahald av teimum, og vit hava
nógva el-útgerð við kaðlum, skápum
og øðrum. Í aðrar mátar hava vit góð
sambond bæði til Klaksvíkar og Toftir,
har vit læna ávikavist stóra tjaldið hjá
Summarfestivalinum og tjaldið hjá
Bátafelgnum á Toftum, sum bæði vera
til nýtslu í Vestmanna á bátastevnuni
í ár. Aftur fyri læna klaksvíkingar eitt
nú okkara stóru el-skipan.
Stóra tjaldið hjá Summarfestival
inum er 22x44 metrar stórt og tjaldið,
sum Bátafelagið á Toftum eigur, er
12x36 metrar.
Jan sigur, at í ár verður tað soleiðis,
at hann fer avstað mikudagin eftir
bátastevnuna. Tá fer hann til Rumen
ia, har reiðaríið, hann siglir hjá, letur
ein nýbygning byggja.
– So, í ár verður tað at seta upp
og at taka niður - og so beint avstað
aftur. Men, eg gleði meg sjálvandi til
at verða við til bátastevnuna, ið altíð
er nakað serstakt í Vestmanna, leggur
hann aftrat.
Eini 5000 fólk
Bátastevnan í Vestmanna hevur verið
væl vitjað øll undanfarin ár. Veðrið
hevur háttað sær ymiskt. Okkurt árið
hevur verið brennandi sól, og onnur ár
hevur tað verið regn og meira illfýsið.
Nú verður bara vónað, at alt fer at
laga seg stevnuni til fyrimunar, tá
hon fer av bakkastokki hósdagin, og
tann stóri dagurin við bátasigling og
stórum dansitiltøkum verður leygar
dagin, tá nógv ymiskt annað eisini er
á skránni.
– Vit hava pláss til einar 120
bátar, og vit hava streym til allar
bátarnar. Haraftrat hava vit pláss til
umleið 100 kampingvognar, og her
er eisini streymur til allar vognarnar.
Umstøðurnar og karmarnir um stevn
una eru tí teir allarbestu.
Jan Haldansen sigur, at tá stevnan
hevur eydnast væl, hava eini 5000
fólk verið í Vestmanna.
Umframt kunning á www.bs.fo,
er eisini kunning um bátastevnuna
at síggja á facebook-síðuni - Báta
stevnan í Vestmanna.
– Øll, sum eru knýtt at bátastevnuni, vita nú, hvørjar uppgávur tey hava, og tí kunnu vit siga, at alt liggur
í føstum rammum og er undir landi, sigur Jan Haldansen, sum er í bátastevnunevndini í Vestmanna
– Vit hava pláss til einar 120
bátar, og vit hava streym til allar
bátarnar. Haraftrat hava vit pláss
til umleið 100 kampingvognar,
og her er eisini streymur til allar
vognarnar, sigur Jan Haldansen