Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bátastevna í Vestmanna Søgan livir í Vestmanna Vilmund Jacobsen S p/f Regin Jóanesarson er fyri­ tøka í Vestmanna, sum serliga fæst við grótlaðing. Regin hevur gjøgnum árini greitt úr hondum manga laðing, ið fríðkar um umhvøri. Ikki minst í Fuglafirði, har hann hevur arbeitt nógv fyri komm­ un­una, liggur nógv, sum Regin hevur gjørt. Hann hevur eisini laðað heilt fitt í Gøtu, bæði fyri Varðan og privatfólk í bygdini. Nú heim fyri fjølbrekað er bygt í Runavík, hevur Regin Jóanesarson eisini sett síni fingramerki í um­hvørv­ in­um har. Alt suðuroyargrót Í síðstu viku vitjaði Vikublaðið inni á gólvinum hjá Regini Jóanesarson í Vestmanna. Hann tók væl ímóti, og vit fingu gott kaffi. Fryntligur og lættur, sum Regin er, prátaðu vit eina góða løtu, og hann greiddi okkum frá, at hann øll árini hevur laðað við suðuroyargróti - ella porkerisgróti, sum hann eisini rópar tað. – Mær dámar ógvuliga væl at laða við hesum gróti, sum gjarna hevur rímiliga slættar síður og er gott at sláa, sum Regin tekur til. Regin slær gjarna grótið í kant­ un­um, áðrenn hann endaliga leggur steinarnar. Hann sigur, at tað hevur verið trup­ ult at fingið grót úr Suðuroy í vetur, men sum hann hevur skilt, verður nú sprongt har suður aftur skjótt. Mest garðar Regin hevur lagað í meira enn fimtan ár. Tað var soleiðis, at hann plagdi at koyra eina maskinu, og soleiðis kom hann at kenna kenda grótlaðaran, Andrias Jacobsen, vanliga róptur Dia. – Eg sá, hvussu Dia laðani og helt, at kanska hevði eg eisini dugað hetta handverk, um eg legði meg eftir tí. Eg fór at royna meg og fall fyri laðingini. Regin Jóanesarson laðar gjarna einsa­mallur, og alt arbeiðið verður gjørt við hond. Hann hevur ein lítlan renni­gravara, men hesin verður sjáld­ an brúktur. – Eg taki gjarna ímóti fyri­spurn­ ing­um um laðing. Tey, ið kundu hugs­ að sær at spyrt seg fyri, eru altíð væl­komin at venda sær til mín á tlf. 424767/ 214367, sigur hann. Vilmund Jacobsen T að er ein heilt serstøk upp­ living at vitja SøguSavnið í Vestmanna. Savnið lýsir Før­ oya søgu á ein nýggjan og higartil í Før­oyum púra ókendan hátt. Á savninum hittir tú søguligar persónar sum eitt nú Sankta Brand­ an, Sigmund Brestirsson, Trónd í Gøtu og Húsfrúnna í Húsavík í fullari stødd. Hevur tú vitjað SøguSavnið, sært tú skjótt, at ”dukkurnar” eru í full­ ari stødd, og tær eru so meinlíkar menniskjum, at tú valla trýrt tínum egnu eygum. Sjálvir persónarnir eru gjørdir úr silikoni. Um oyratelefonir fært tú eis­ini høvi at hoyra søguna um for­fedrar­ nar - alt, meðan ljós, ljóð og luktur gera vitjanina til eina sera for­kunn­ uga og einastandandi uppliving. Heilt serstakt Øll kunnu vitja SøguSavnið í Vest­ manna, og hetta er ikki minst ein forkunnug vitjan hjá teimum, sum hava áhuga fyri søgu, fyritøkur og skúlaflokkar. Pallmyndirnar á SøguSavninum eru sera flottar og hugtakandi. Tær eru ein uppliving í sær sjálvum og gera savnið til nakað heilt serstakt. Vikublaðið vitjaði SøguSavnið í Vestmanna í síðstu viku, og eingin ivi er um, at savnið avgjørt kann við­ mælast øllum. »Dukkurnar«, sum eru gjørdar úr silikoni, eru í fullari stødd, og tær eru so meinlíkar menniskjum, at tú valla trýrt tínum egnu eygum Beding til smábátar í Vestmanna Regin laðar við suðuroyargróti – Mær dámar ógvuliga væl at laða við suðuroyargróti, sum gjarna hevur rímiliga slættar síður og er gott at sláa, sigur Regin Jóanesarson, grótlaðari í Vestmanna Stendur báturin uppi, og eitt hvørt skal gerast við el-skipanina í bátinum, er El-Net eisini til reiðar at tosa um tað Vilmund Jacobsen Fyritøkan El-Net, sum hevur høvuðs­ sæti í Havn og húsast í rúm­lig­um bygningi við stórum nýtslu­møgu­ leikum, hevur eisini bygning við til­ hoyrandi beding til smábátar í Vest­ manna. Hetta er bygningur og beding, sum í sín­ari tíð hoyrdi undir Vest­ manna Skipa­smiðju, sum MEST seinni keypti. Smábátaeigarar Nú El-Net, sum annars er ein av størru el-innleggjarafyritøkunum í Før­oyum, eigur bygningin við bed­ ingini, bjóðar fyritøkan bátaeigarum at leiga seg inn, um eitt hvørt skal gerast við bátin. Talan kann vera um botnreins, onkur minni umvæling ella ábøtur og viðlíkahald á bátin annars. Tað er bátaeigarin sjálvur, ið tekur sær av at gera arbeiði - ella onkur, ið bátaeigarin samstarvar við. Tey, sum ynskja at spyrja seg fyri hjá El-Net um leigumøguleikar á bedingini í Vestmanna, kunnu ringja á 600060 og fáa nærri at vita. Meira um El-Net Stendur báturin uppi, og eitt hvørt skal gerast við el-skipanina, er el- fyritøkan eisini til reiðar at tosa um tað. Meira kann lesast um El-Net á heimasíðuni elnet.fo, har neyvari kunn­ing er um tað virksemi, ið fyri­ tøkan stendur fyri. Regin Jóanesarson er óføra snøggur og dugnaligur grótlaðari. Her í túninum hevur hann laðað við suðuroyargróti Mynd: Vilmund Jacobsen El-Net bjóðar bátaeigarum at leiga seg upp á lítlu bedingina í Vestmanna, um eitt hvørt skal gerast við bátin