mánadagur 11. mai 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátastevna í Vestmanna
Søgan livir í Vestmanna
AJ-Service bjóðar sær
at gera uttanduraarbeiði
Vilmund Jacobsen
Tað er Agnar Joensen í Vestmanna,
sum eigur og rekur fyritøkuna AJ-
Service, sum kann loysa at kalla allar
handverkarauppgávur.
– Fyritøkan er bygd upp sum ein
handverkaratænasta, ið tekur sær av
bygningum, viðlíkahaldi, umvælingum
og nýgerð.
Agnar Joensen sigur, at síðan
fyritøkan varð stovnað, hevur fasti
staburin av fólki verið tríggir og fýra
sveinar, og arbeitt hevur verið ymsa
staðni kring landið.
Tá meira hevur verið at gera, hevur
AJ-Service serliga fingið hjálp frá
maskinsmiðjum og maskinmonnum,
sum sigla og eru heima millum túrar.
Sjálvur er Agnar útbúgvin maskin
smiður, og hann fekk sína læru á
Vestmanna Skipasmiðju fyri umleið
fimtan árum síðan.
Eisini uttanduraarbeiði
Nú summarið stundar til, bjóðar AJ-
Service sær at gera ymiskt uttan
duraarbeiði fyri privatfólk, fyritøkur,
stovnar og kommunur.
– Vit gera nógv ymiskt uttandura
arbeiði, eitt nú stoyping, grót-og
flísalegging, og vit kunnu gera
gelendarar, terassir, altanur - ella,
hvat tað nú kann vera.
Sum húsavørur á Hotel Føroyum í
fleiri ár, hevur Agnar sjálvur royndir av
øllum handa slag.
– Okkara handverkaratænasta
fevnir soleiðis rættiliga víða - alt frá
kloakkarbeiði og urtagarðsarbeiði til
hvs, ketlar, oljufýr og hitapumpur.
Er okkurt, sum skal sveisast, fresast,
dreygast ella slípast - skulu húsini
málast ella garður laðast - eru vit til
dystin fúsir.
Agnar Joensen sigur, at AJ-Service
bæði hevur gjørt rustfríar og galvani
seraðar gelendarar til ymisk endamál.
– Vit leggja dent á at veita eina
góða og fjøltáttaða tænastu, og vit
leggja stóran dent á at halda tað,
sum lovað verður. Er tað eitt hvørt,
sum vit ikki duga, gera vit tað heldur
ikki, men vit kunnu taka okkum av tí
allar mesta.
Uttanduramáling
Agnar Joensen sigur, at ein tænasta,
sum AJ-Service bjóðar, nú summarið
stundar til, er máling uttandura.
– Vit átaka okkum gjarna at mála
hús og bygningar uttan, og fólk eru
vælkomin at venda sær til okkum um
hesa tænastu.
Eigarin av AJ-Service sigur, at hann
gjarna tekur fleiri fólk til arbeiðis, nú
summarið stundar til, og hann vónar,
at fyritøkan - umframt allar aðrar
tænastur - eisini fær høvi at gera nógv
uttanduraarbeiði og málaraarbeiði í
summar.
Tú fært fatur á AJ-Service við at
ringja á tlf. 289090/ 289080 - ella
við at senda teldupost til aj@aj-
service.com
– Vit gera nógv ymiskt uttanduraarbeiði, eitt nú stoyping, grót-og flísalegging, og vit kunnu gera
gelendarar, terassir, altanur - ella, hvat tað nú kann vera, sigur eigarin av AJ-Service, Agnar Joensen
– Vit taka gjarna fleiri fólk til arbeiðis, nú summarið stundar
til, og vit vóna, at fyritøkan - umframt allar aðrar tænastur -
eisini fær høvi at gera nógv uttanduraarbeiði og málaraarbeiði
í summar, sigur eigarin av AJ-Service, Agnar Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Øll kunnu vitja forkunnuga SøguSavnið í Vestmanna, har tú fært eitt serstakt
innlit í Føroya søgu og teir persónar, vit kenna úr Føroya søgu
Vilmund Jacobsen
T
að er ein heilt serstøk upp
living at vitja SøguSavnið í
Vestmanna. Savnið lýsir Før
oya søgu á ein nýggjan og higartil í
Føroyum púra ókendan hátt.
Á savninum hittir tú søguligar
persónar sum eitt nú Sankta Brand
an, Sigmund Brestirsson, Trónd í
Gøtu og Húsfrúnna í Húsavík í fullari
stødd.
Hevur tú vitjað SøguSavnið, sært
tú skjótt, at ”dukkurnar” eru í full
ari stødd, og tær eru so meinlíkar
menniskjum, at tú valla trýrt tínum
egnu eygum. Sjálvir persónarnir eru
gjørdir úr silikoni.
Um oyratelefonir fært tú eisini
høvi at hoyra søguna um forfedrar
nar - alt, meðan ljós, ljóð og luktur
gera vitjanina til eina sera forkunn
uga og einastandandi uppliving.
Heilt serstakt
Øll kunnu vitja SøguSavnið í Vest
manna, og hetta er ikki minst ein
forkunnug vitjan hjá teimum, sum
hava áhuga fyri søgu, fyritøkur og
skúlaflokkar.
Pallmyndirnar á SøguSavninum
eru sera flottar og hugtakandi. Tær
eru ein uppliving í sær sjálvum og
gera savnið til nakað heilt serstakt.
Vikublaðið vitjaði SøguSavnið í
Vestmanna í síðstu viku, og eingin
ivi er um, at savnið avgjørt kann við
mælast øllum.
»Dukkurnar«, sum eru gjørdar úr silikoni, eru í fullari stødd, og tær eru so meinlíkar menniskjum, at tú valla trýrt tínum egnu eygum