mánadagur 11. mai 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
26
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátastevna í Vestmanna
Teir halda lív
í Staðnum FM
Vilmund Jacobsen
S
taðið FM, sum er nærvarpið hjá
øllum vestmenningum, byrjaði
at senda í november í 2011. Tað
er ungdómshúsið Staðið í Vestmanna,
ið eigur Staðið FM, og tað Vestmanna
kommuna, sum eigur ungdómshúsið.
Teir, sum í fyrsta lagi standa aftan
fyri Staðið FM, eru Pauli Magnussen,
Páll Hellu og Símun Olsen, ið líka sum
tekur sær av tí tekniska.
– Umframt okkum tríggjar, eru
fleiri onnur við, sum hjálpa til við inn
sløgum. Upptøkur verða gjørdar við
vestmenningum, ið sløðast ymsa
staðni kring landið - og eisini uttan
lands. Tá vestmenningar, sum ikki
búgva í Føroyum, eru heima og ferð
ast, plaga vit at skifta orð við nøkur
teirra.
Serliga upplýsing
Pauli Magnussen, Páll Hellu og Sím
un Olsen siga, at Staðið FM sendir
hvørt sunnukvøld og síðan verður
endursend hóskvøld. Lagt verður fyri
klokkan 21, og síðan koyrir lokalradio
í hálvan annan til tveir tímar - alt eftir,
hvussu nógv er á skránni.
- Vit hava valt at senda prát - og
ikki serliga nógvan tónleik. Tá vit ikki
senda, liggur Staðið FM stilt og er
ikki at hoyra. Vit leggja okkum eftir
at upplýsa, soleiðis at tá tiltøk eru í
Vestmanna ella hava við Vestmanna
at gera, gera vit burtur úr, og ofta
liggur sjálv kunningin tíðliga í send
ingini sunnukvøld.
Staðið FM hevur egnan frekvens,
sum er 101. Sent verður um eina an
tennu, sum stendur á húsinum, og
umframt at hoyrast lokalt í Vest
manna, kann Staðið FM eisini hoyrast
eitt nú á Oyrargjógv.
– Tað vanliga er, at vit taka upp
tiltøk, sum eru her í bygdini, og síðan
verður klipt til og sent, tá sunnu
kvøldið kemur. Vit senda gjarna ikki
beinleiðis frá tiltøkum í bygdini, har
bátastevnan tó er eitt undantak. Vit
sleppa tó ikki langt burtur frá Stað
num við mikrofonini við teirri útgerð,
vit hava.
Pauli Magnussen, Páll Hellu og
Símun Olsen vísa á, at Staðið FM eisini
sendi á bátastevnuni í fjør - frá umleið
klokkan 18 til umleið klokkan 01 um
náttina. Soleiðis verður aftur í ár.
Teir tríggir eru samdir um, at Vest
manna er vælsignað við nógvum og
góðum fólki, sum hava fingist við
miðlar, og hetta hoyrist eisini aftur
í Staðnum FM, har fleiri av hesum
fólkum hava verið lokalradio’num til
hjálpar.
- Meginparturin av arbeiðnum er
sjálvboðið, men gjøgnum árini hava
vit - eftir afturmeldingunum at døma
- glett nógvar vestmenningar sum
hava lurtað.
Prát og tónleikur
Teir siga, at á bátastevnuni hesaferð
fara teir at gera burtur úr vestmenn
ingum, sum hava spælt við ymiskum
tónleikabólkum í seksti-og sjeyti
árunum.
- Vit fara at krydda sendingina við
tónleiki hjá hesum bólkum og skifta
orð við teir, sum mannaðu hesar
bólkar. Vit fara soleiðis at spæla løg
hjá Westhern, Thunderbirds, Naties,
Fox og Fools, siga Pauli Magnussen,
Páll Hellu og Símun Olsen.
Eftir bátastevnuna í Vestmanna
sendir Staðið FM ikki meira í summar,
men lagt verður til brots aftur, tá
komið er nakað út á heystið.
Á bátastevnuni fer lokalradio Staðið FM serliga at gera burtur úr vestmenningum, sum hava spælt við
ymiskum tónleikabólkum í seksti-og sjeytiárunum. - Vit fara at krydda sendingina við práti við tónleikarar,
og vit fara at spæla tónleik hjá hesum bólkum, siga Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen
Páll Hellu, Pauli Magnussen og Símun Olsen, sum mynda lokalradio Staðið FM. Teimum til hjálpar eru nógv onnur, sum gera ymiskar upptøkur
Mynd: Birgir W. Høgnesen