Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 60

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bátastevna í Vestmanna SJH veitir ymiskar tænastur Bóka veitir allar bókhaldstænastur Vilmund Jacobsen Tað er Petur Frank í Innistovu, sum eigur og rekur bókhaldsvirkið Bóka í Vestmanna, sum hevur røtur aftur til 2005. Aftrat sær í fyritøkuni hevur hann tvey fólk í starvi, ein bókhaldara sum hevur verið í starvi tað mesta av 10 árum og ein lærling. Øll hava tey drúgvar royndir innan roknskap, bók­ hald og skrivstovuarbeiði. Slagorðið - um vit so kunnu siga - hjá Bóka er: “Ger tú tað, tú dugir best… og lat Bóka taka sær av hinum partinum…” - Vit leggja dent á, at góðskan og dygdin á tí, vit gera, er í hásæti - og í tøttum samstarvi við kundan veita vit eina skjóta og rætta tænastu. Vit hava eisini tætt samstarv við løggilt grannskoðaravirki. Petur Frank í Innistovu vísir á, at Bóka syrgir fyri, at vitanin innan bók­ halds­økið altíð er dagførd, eins og skipanirnar eru tað eisini. Sjálvur hevur eigarin sína skriv­ stovuútbúgving við denti á roknskap hjá fyrrverandi Rasmussen & Weihe. Seinni hevur hann eisini tikið partar av HD innan bókhaldsøkið. – Tá eg varð liðugur við útbúgv­ ingina, helt eg, at tørvur var á einum bókhaldsvirki í Vestmanna, og hetta hevur eisini víst seg í tíðini síðan. Nógv at gera Petur Frank í Innistovu sigur, at rími­ liga nógv hevur verið at gjørt øll árini síðan byrjan. - Tá eg byrjaði í Vestmanna, høvdu vit fleiri skip her í bygdini, og eg havi eisini havt nakað við skipini at gera. Tá alt stóð í blóma - stutt fyri 2008 - hugsaði eg um at seta meira fólk, men soleiðis, sum tíðin gjørdist eftir 2008, var tað gott, at eg ikki tók hetta stigið. Petur Frank sigur, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, veksa arbeiðs­upp­ gávurnar bara, men tað lættir sam­ stundis um, at nógv kundasamskifti nú fer fram um netið. – Í dag kunnu vit saktans sita í Vest­manna og hava viðskiftafólk úti um landið. Í so máta er alt lættari nú enn áður. Tað eru færri pappír á borð­ inum, tí neyðugt er ikki við útskriftum í sama mun sum áður, sigur hann. Ymiskar tænastur Umframt vanligar roknskapar­upp­ gávur, bókhald og skrivstovuarbeiði tekur Bóka sær eisini av lønarkoyr­ ing­um, innkrevjing og gjaldan fyri við­skiftafólk, eins og Bóka eisini fak­ turerar og skrivar út rokningar. – Vit kunnu átaka okkum tær upp­ gávur, sum viðskiftafólk ynskja, sigur Petur Frank í Innistovu, sum Viku­ blaðið hitti á skrivstovuni hjá Bóka í síðstu viku. Heimasíðan hjá Bóka er www. boka.fo - og tlf. Numrini eru 424707/ 222707. – Fólk eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri, sigur fryntligi eigarin av Bóka. Umframt sítt dagliga arbeiði á egnum virki, er Petur Frank í Innistovu eisini fíggjarleiðari hjá Kvívíkar komm­ unu. – Í dag kunnu vit saktans sita í Vestmanna og hava viðskiftafólk úti um landið. Í so máta er alt lættari nú enn áður. Tað eru færri pappír á borðinum, tí neyðugt er ikki við útskriftum í sama mun sum áður, sigur eigarin av Bóka, Petur Frank í Innistovu í Vestmanna Fyritøkan hjá Símini J. Højsted fevnir rættiliga breitt - alt frá kaving, flutningi um hav við tvíkilju, smiðjuarbeiði til flutning við kranabili Vilmund Jacobsen S ímin J. Højsted, sum er klaks­vík­ ingur, ið býr í Vestmanna, hevur í fleiri ár átt og rikið fyritøkuna SJH Commercial Divers, sum ger kavara­uppgávur kring um í Føroyum. Fyritøkan hevur eisini eina tví­kilju, sum umframt at vera brúkt í sam­ band við kaving, eisini ger ymiskar leigutúrar og uppgávur av handa slag. – Vit bjóða okkum at hjálpa tær við farmaflutningi. Við tvíkilju okkara kunnu vit flyta eitthvørt um hav, sund og firðir. Eigarin av fyritøkuni sigur, at við kavingin fevnir útboðið hjá fyritøkuni rættiliga breitt. – Vit eru til reiðar at hjálpa við øll­um hugsandi uppgávum undir vatni. Vit kunnu sveisa, skera, stoypa, bora, spreingja, líma, leggja kaðlar, vatn leidningar, avløb, skifta zink á bátum - ella, hvat tað nú kann vera, sum tørvurin er. Krana-og lastbil Men, virksemið hjá Símin J. Højsted fevnir eisini um meira enn kaving og flutning við tvíkilju. – Vit hava keypt nýggjan lastbil, sum bæði hevur krana og skiftilast. Bilurin er ikki minst ætlaður vest­ menn­ingum, sum hava brúk fyri okk­ um, men koma fyrispurningar aðra­ staðni, eru vit altíð til reiðar at finna eina loysn. SJH eigur eisini eina maskinhøll á bryggjuni í Vestmanna, og ætlanin er at hava ymiskar maskinur í bygn­ ing­inum, soleiðis at fyritøkan kann átaka sær nógv ymiskt arbeiði Símin J. Højsted sigur, at við­ skifta­fólk altíð kunnu venda sær til fyri­tøkuna við øllum hugsandi fyri­ spurningum. Øll vælkomin Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði einstaklingar, vinnulív og kommunur. – Við okkara royndum, útgerð og starvsfólkum eru vit til reiðar at veita tryggu loysnina, sigur Símun J. Højsted, sum Vikublaðið hevur skift orð við. Nú summar er í hondum, vil SJH eisini gjarna hoyra frá viðskiftafólki, sum hava brúk fyri mold, sandi - ella, hvat tað nú kann vera, sum ynskini eru. Fyritøkan hjá Símini J. Højsted fevnir rættiliga breitt - alt frá kaving, flutningi um hav við tvíkilju, smiðjuarbeiði til flutning við lastbili, ið eisini hevur krana Mynd: Birgir W. Høgnesen – Fólk eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri, sigur fryntligi eigarin av Bóka, Petur Frank í Innistovu, sum eisini er fíggjarleiðari hjá Kvívíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen