Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bátastevna í Vestmanna So verður fólksliga brakið í Vestmanna Vilmund Jacobsen B átastevnan í Vestmanna er nak­ að serligt – ja, vit kunnu av røtt­ um siga, at hon er ársins báta­ stevna. Hetta er eitt stórt fólksligt tiltak, ið savnar nógvar bátar og bátafólk, nógvar kampingvognar, har lív er í hvørjum króki - og ein hóp av fólki, ið leita til bygdar at hugna sær. Pláss er til nógvar bátar við brúgv­ arnar í Vestmanna, og umstøðurnar eru framúr góðar hjá bátafólki at hugna sær og fáa nakrar ríkar upp­ living­ar. Í Vestmanna leggja tey stóran dent á at vera í góðari tíð, soleiðis at bæði bátafólk og fólk, sum koma við kampingvogni, kunnu koma til bygdar í góðari tíð, áðrenn sjálv bátastevnan byrjar. Ólavur í oddinum Felagssiglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna verður leygardagin 16. mai klokkan 14.30, og aftur í ár verður tað gamli postbáturin – Ólavur – sum fer at sigla í oddinum. Tá bátarnir eru komnir til bryggju umleið klokkan 15.30, verður ókeypis suppa og okkurt gott afturvið í stóra tjaldinum. Her eru øll hjartaliga væl­ komin. Um hetta mundið, tá bátarnir eru komnir til bryggju, verður eisini bjarg­ ingarroynd við luttøku av tyrlu og verju­skipi. Umframt ókeypis suppuna, verður á bátastevnuni eisini skipað fyri matarsølu í stóra tjaldinum. Nógv tiltøk Eins og undanfarin ár, verða eisini nógv ymisk tiltøk á bátastevnuni í ár, og úr rúgvuni kunnu nevnast: Hósdagin 14. mai, sum er kristi himmalferðardagur, verður contry­ konsert við eitt nú Halli Joensen, Kristinu Bærendsen og Halleluja Sofusi. Fríggjadagin 15. mai verður nýggj framførsla við Ævintýraferðini, og um kvøldið hevur Elis Poulsen beinleiðis ”Upp á tá” sending í Útvarpinum, har Elis fær vitjan av limum úr norska dansi­bandbólkinum Holmsve. Leygardagurin Tann stóri dagurin á bátastevnuni er leygardagurin 16. mai, ið sum nevnt byrjar við felags sigling av Fútakletti klokkan 14.30. Leygardagin verður eisini vælum­ tókta kappróðrartiltakið Ódnartak, og tá fara kappróðrarbátar at kappast á heilt stuttum róðrarteini. Um kvøldið fara Shamrock at undir­halda í stóra tjaldinum við írskum fólka­tónleiki. Stórdansur Eitt, sum savnar rættiliga nógv fólk á bátastevnuni í Vestmanna, er stór­ dansurin, sum byrjar 23.30. Tá fara væl­ umtókti dansibólkurin, Hans Jacob Hjelm & vinmenn og norski dansi­bandbólkurin - Holmsve - at syngja og spæla. Í lítla tjaldinum fara Signar í Homrum & Co eisini at spæla frá klokkan 23.30. Dansirnir í Vestmanna enda sunnu­ náttina klokkan 04. Atgongumerki – Ætlar tú tær eitt gott og fast pláss til bát ella húsvogn á bátastevnuni, kanst tú bíleggja við at senda teldu­ post til tilmelding@bs.fo ella við at ringja á tlf. 599350 millum klokk­an 8 og 16 gerandisdagar, siga fyri­ reikararnir av bátastevnuni í Vest­ manna, sum annars vísa til heim­a­ síð­una – www.bs.fo – har neyv­ari kunn­ing eisini er um sølu av atgongu­ merkj­um og annað. Vestmenningar leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til bátastevnuna í Vestmanna, sum verður nú um vikuskiftið, 14.-16. mai Bátastevnan í Vestmanna savnar ein hóp av fólki Felagssiglingin av Fútakletti byrjar leygardagin 16. mai klokkan 14.30 Pláss er til nógvar bátar, og umstøðurnar í Vestmanna eru framúr góðar