Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 34 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Atlantic Fair Vilmund Jacobsen V innustevnan Atlantic Fair verð- ur hildin í Klaksvík í døgunum 12.-14. mai, og hetta verður á triðja sinni, at hon verður hildin í Klaks vík. Tað er KÍ-høllin og Bad minton- høllin, sum saman eru karmur um stevnu na, ið húsast á umleið 2000 fer metr um tilsamans. Stívliga 80 básar verða í báðum hallu num, men talið av framsýnarum ligg ur um 170. Føroyskar fyritøkur telja umleið helm ing in av framsýnarunum, og síðan eru tað serliga grannalondini, ið eru væl umboðað. Framsýnarar eru eisini úr øðrum evropeisk um londum, og onkur ein- støk fyritøka hevur heimstað uttan fyri Evropa, eitt nú í Ruslandi. Á nøkrum básum er meira enn ein út bjóðari, og tað eru eisini fyritøkur sum hava felags bás. Atlantic Fair verður opin týsdagin 12. mai frá klokkan 10-17, mikudagin 13. mai verður eisini opið frá klokkan 10-17, og hósdagin 14. mai verður fram sýningin opin frá klokkan 10-16. Fullteknað Tað er Áki í Skemmuni, ið stendur aftan fyri Atlantic Fair, og hann held- ur, at um umstøðurnar í Klaksvík eru rætti liga góðar. - Tað hevur stóran týdning, at fram sýningin er undir taki í mun til, tá hon í sínari tíð partvís var í tjøldum. Hevur tú eitt so stórt tiltak í tjøldum, gerast umstøðurnar so neyvt tengdar at veðrinum. Tá verður tað meira eitt lottarí, um alt skal eydnast til fulnar. Fyriskiparin hevði einki havt ímóti, at plássið var enn størri, men hann held ur kortini, at hetta er júst til pass. - Atlantic Fair er fullteknað, og her sleppa snøgt sagt ikki fleiri fyritøkur inn í hallirnar. Hann sigur, at framsýningin verður hildin annaðhvørt ár, og tað eru einir 20 framsýnarar fleiri við í ár enn fyri tveim um árum síðan. - Men, okkurt árið hevur talið verður enn størri, leggur hann aftrat. Ikki bara fiskur Framsýningin bar navnið North Atlantic Fish Fair, og sambært fyri - skip ara num hevði hetta sínar av- mark ingar, kanska serliga mótvegis út lendsk um útbjóðarum og veitarum. - At orðið “fish” var partur av navni- num, gjørdi, at fyritøkur, sum eitt nú veita tænastur til frálandavinnu, hildu seg burtur. Nú kallast framsýningin bara Atlantic Fair og fevnir soleiðis eisini breiðari. Hetta hevur gjørt, at eitt nú frálandavinnan er meira við enn áður, tá fiskur og virksemi knýtt at fiski líka sum domineraði fram sýn- ingina. Áki í Skemmuni sigur, at Atlantic Fair í breiðari merking vendir sær til sjóvinnu í síni heild, og tá fevnir til tak- ið meira enn um fiskivinnu. - Atlantic Fair er ikki skipað so- leiðis, at vit seta treytir fyri, hvør kem ur við. Vit blanda okkum ikki, um fleiri veitarar kanska eru innan sama øki ella vinnugrein. Tað er upp til fyri- tøk ur nar sjálvar at gera av, hvørj um tær koma við. Hann vísir á, at russiska fyritøkan, sum verður við í ár, umboðar ymiskt inn an trolútgerð. - Tað eru eisini føroyskar fyritøkur við, sum umboða annað enn bara fisk. Soleiðis er skipasmiðjan MEST við, og tað var MEST, ið stóð á odda fyri arbeiðnum, sum gjørt varð í fjør heyst umborð á boripallinum, West Her cu les. Alivinnan er eisini umboðað á Atlan tic Fair í ár. Tvey ára arbeiði Áki í Skemmuni sigur, at longu, tá ein stevna er løgd aftur um, verður farið í holt við at fyrireika tí næstu. - Í byrjanini eri eg gjarna í gongd einsa mallur, men so hvørt, sum stevn- an nærkast nakað, havi eg fólk til hjálp ar. Jú, hetta sær spennandi út í ár, og eg vóni, at alt fer at eydnast væl. Hann heldur, at í stuttum kann sigast um Atlantic Fair, at fram sýn- ingin í størstan mun fevnir um útgerð og tænastur til sjóvinnuna - á sjógvi og landi. Spurdur, hvør eigur básaskipanina, sum verður sett upp í hallunum í Klaks vík, sigur fyriskiparin, at hana eigur Atlantic Fair. - Tað var soleiðis, at fleiri fyritøkur áttu básatilfar, ið líka sum var savnað undir Sendistovuni. Hetta tilfar hava vit keypt og eiga tí básarnar sjálvi, sigur Áki í Skemmuni. Soleiðis verður básaskipanin í KÍ-høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík, tá Atlantic Fair verður hildin í døgunum 12.-14. ma Atlantic Fair - ein fjølbroytt vinnustevna Navnið var North Atlantic Fish Fair. Í dag kallast hon bara Atlantic Fair. At orðið “fish” var partur av navninum, gjørdi, at fyritøkur, sum eitt nú veita tænastur til frálandavinnu, hildu seg burtur. - Nú fevnir stevnan breiðari, og í breiðari merking vendir Atlantic Fair sær til sjóvinnu í síni heild, sigur fyriskiparin, Áki í Skemmuni Tað er Áki í Skemmuni (vinstrumegin), sum er fyriskipari, og nú verður stevnan á triðja sinni hildin í Klaksvík, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er vertur. Mynd: Dávur Winther Atlantic Fair hevur broytt samleika, soleiðis at stevnan nú fevnir um alt tað maritima