Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 36 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Atlantic Fair Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo Terji Nielsen T að verður sjálvur lands stýris- mað urin í vinnumálum, Johan Dahl, ið fer at seta hol á fyri- lestra røð ina, tá ið hann týsdagin kl. 13 fer at røða um maritimu framtíðina – um hon er svørt ella bjørt. Johan Dahl skal geva sína meting av, hvussu vit kunnu menna og skapa fram tíð ar olju- og maritimt virksemi í Før oy um. Honum á baki kemur Tróndur Djur- huus, stjóri og ráðgevi, ið fer at geva sína fatan av, hvussu vit kunnu brúka før oysk an sjómansskap sum grund undir nýggjum vinnum. Møguleikarnir í oljuvinnuni Tveir aðrir fyrilestrar verða á skránni týs dagin, tá ið fyrst Magni Arge, stjóri í Olju vinnu felagnum, og Sjúrður Skaale, for maður í arkitiska arbeiðsbólkinum í Fólka tingi num, fara á pallin at røða. Magni Arge fer at tosa um, hvussu vit í Føroyum hava flutt okkum frá førleikamenning til at vera ein tænastudepil í Atlantshavi, meðan Sjúrður Skaale fer at røða um, hvussu vit framvegis kunnu arbeiða okkum bæði sterk og sunn í oljuvinnuni, hóast hvørki royalties ella skattur frá oljurisunum fara at renna inn í samfelagsæðrarnar. Mikudagin eru eisini nógvir fyri- lestr ar á skránni, og eitt nú fer Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, at tosa um útlitini og menn- ing ar møguleikarnar í føroysku frá- landa vinnuni. Jens Meinhard Rasmussen fer í sínum uppleggi at viðgera støðuna, nú ógvuslig sveiggj í oljuprísinum hava havt við sær, at nógv oljufeløg halda seg aftur við at seta nýggjar og størri verk ætlanir í gongd, samstundis sum at seinasta oljuleitingin á føroysku øki var eitt vónbrot og ein smeitur fyri føroysku frálandvinnuna. Stjórin í Skansi Offshore fer tí at seta spurn- ingin, hvussu eru útlitini fyri olju- vinnu ni í síni heild, og hvussu eru út- lit ini- og menningarmøguleikarnir fyri før oyska frálandavinnu. Aðrir fyrilestrarhaldarar á Atlantic Fair eru Martin Sonny Frederiksen, nevnd ar limur í Antares, Hanus Samró, rit høvundur og løgtingslimur, Mouritz Mohr, stjóri í MEST, Óluva Klettskarð, for kvinna í Havna- og Vinnunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, Maria Hús- garð, Granskingarráðið, Brynhild Absalon sen, Vinnuframi, Jákup Mør- køre, Fiskivinnuroyndir og Sunvard Joen sen, MEST. Fjølbroyttir fyrilestrar á Atlantic Fair Ein týðandi partur av skránni á Atlantic Fair eru teir mongu fyrilestrarnir, sum ymsir føroyingar innan ymsar vinnur og politikkarar fara at halda Johan Dahl, landsstýrismaður, fer at seta hol á drúgvu røðina av fyrilestrum á Atlantic Fair