mánadagur 11. mai 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
38
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Atlantic Fair
4 3 0 H v a l v í k · t e l 4 2 2 3 9 4 · w w w . o k H e i l s o l a . c o m
Landsins bestu fígging
Fígging fæst á stevnuni
Vit eru við á Atlantic Fair
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
www.krosstein.fo
Skrivstovulærlingur
Vit leita eftir tær sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving.
Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan og øðrum
skrivstovuarbeiði, har góðir møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi
arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi
sáttmála við S&K.
Um teg:
Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi HH ella FHS prógv í summar, ert tú eisini vælkomin
at søkja. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
Handilslærlingur
Sum handilslærlingur fært tú eina útbúgving, sum tryggjar at tú kemur runt í øllum liðunum, ið
skapa tann góða handilin. Tú kemur at arbeiða við at veita okkara kundum dagliga tænastu innan
eitt nú sølu, ráðgeving, tilboðsgeving og gloymslustýring.
Útbúgvingin ein góðkend handilsútbúgving, sum gevur góðar møguleikar fyri víðariútbúgving innan
onnur øki. Sum partur av útbúgvingini skalt tú til Danmarkar í skúla seks ferðir í lærutíðini at taka
ástøðiliga partin.
Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi
sáttmála við S&K.
Um teg:
Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi HH ella FHS prógv í summar, ert tú eisini vælkomin
at søkja. Tú ert fyrikomandi, dámar nýggjar avbjóðingar og dugir væl at samstarva. Tær dámar
væl at arbeiða sjálvstøðugt og at veita eina góða tænastu.
Vit leita eftir tveimum talentum
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin 15. mai 2015 kl.
12:00.
Størvini verða sett skjótast tilber. Vit bíða tó fegin um tú ert rætti
persónurin.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Anniku Krosstein,
tlf. 344690, teldupostur annika@krosstein.fo.
Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til annika@krosstein.
fo ella:
P/f Svend Krosstein
Falkavegur 6
Postboks 3229
110 Tórshavn
Viðmerkt: Starvsumsókn
Um okkum
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari
menning og við okkara 18 dugnaligu starvsfólkum,
bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara
viðskiftafólk um alt landið. Sum stórsti HVS handil
og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og
ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk,
sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt
úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.