týsdagur 12. mai 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2015 · Nr. 54
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
So vóru aftur boð frá Sea Shepherd,
at tey ætla at koma til Føroya í
summar at »steðga ræðuleikunum«
teir »blóðugastu mánaðirnar«, sum
sambært Sea Sepherd er frá juni til
oktober.
Tað var væntandi, at felagsskap
urin aftur fór at vitja okkum, hóast
endamálið tykist eittans vera popu
listiskt og als einki at hava við hvørki
djóravernd ella umhvørvi at gera.
Bæði fólk og myndugleikar eiga
nú at vita, hvussu vit skulu uppføra
okkum. Danska løgreglan í Føroyum
í fjør tyktist hava gott tamarhald á
støðuni, meðan tað vóru einstakir
persónar, sum ikki altíð uppførdu
seg, sum tað sømir seg hampafólki
– og ikki minst hvussu tað sømir seg
fólkavaldum. Hesum eiga vit at læra
av. Sjálvandi skulu fremmand fólk,
sum koma til Føroya á eina slíka
ævintýraferð ikki sleppa at steðga
grindadrápi. Men tað er løgreglan,
sum skal forða teimum tað, og ikki
fullir menn og onnur, sum ikki duga
sær hógv.
At grindadrápið er hótt, tað vita
vit væl. Men tað er ikki hótt av Sea
Shepherd ella øðrum »ævintýrafel
agsskapum«, sum útnytta rík og gáv
umild fólk úti í heimi, so menn sum
Paul Watson kunnu liva eitt marglæt
islív sum ævintýrari á heimshøvum
– við stuðli frá falleraum ímyndum
sum Brigitte Bardot, ið soleiðis heldur
seg kunna keypa sær góða umrøðu.
Kanska tað er ein andsøgn – ella
júst trupulleikin í einum nøtuhylki
– at ein kvinna við so fasistiskum og
mannahatskum sjónarmiðum sum
Le Pen-fjepparin Brigitte Bardot skal
rinda fyri at bjarga grindahvalum
undan føroyingum.
Stríðið hjá Sea Shepherd hevur so
einki við umhvørvisvernd ella djóra
vernd at gera – tað snýr seg bara um
ein hátt at liva eitt ævintýrlív, sum
í hesum førum verður gjørt und
ir skálkaskjólinum av umhvørvi og
djóravernd.
Vit hava sjálvandi ikki uppiborið
slíka viðferð frá »umhvørvisfelags
skapum«. Vit hava í mun til restina
av heiminum altíð verið eitt friðar
fólk, sum hevur livað við og av nátt
úruni. Í so máta áttu fólk sum Paul
Watson ella Brigitte Bardot at spegla
sær í føroyingum. Hvat annað land
í heiminum kann t. d. siga, at vit
ikki hava framt deyðadóm seinastu
309 árini? Ella spurt á annan hátt:
Hvussu nógv fólk munnu lond sum
Frakland, Bretland, Týskland ella
USA hava dripið seinastu 309 árini?
Tað man vera fleiri støddina á grinda
hvalastovninum í Norðuratlantshavi.
Tað er gott, at Løgtingið endur
skoðar grindareglugerð og revsilóg
ina við atliti til popputar felagsskap
ir, sum Sea Shepherd.
Latið okkum bara taka væl ímóti
hesum fremmandu. Latið okkum
vinna á teimum við góðum argu
mentum, og latið so løgrelugna taka
sær av teimum, sum ikki duga at upp
føra seg.
Djóravernd sum skálkaskjól
fyri ævintýrlívi á sjónum
koma aftur á ævintýraferð
10
lond á
Atlantic
Fair
Tíðindi síða 8-9
Løg
reglan
fylgir við
tíðindi Síða 6
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
in.fo skrivaði gjár um, at á
bygdarskeltinum við Søldar
fjørð stóð navnið »Rituvík«.
Og rætt var tað. Men tað
vóru ikki tey á Landsverki,
sum høvdu trupulleikar við
landalæruni, men talan var um
skálkabragd.
– Nú er helst ov nógv gjørt
av at kalla hetta fyri herverk,
tí skeltini eru heil. Heldur er
talan um eitt skálkabragd, sum
onkur hevur funnið fragd í at
fremja. Hinvegin hava tann
ella tey, sum hava framt hetta,
veruliga gjørt sær ómak. Tað er
ikki heilt einfalt og tekur tíð at
skrúva skeltini av og á og fáa
býtt tey um, skrivar Landsverk.
Bygdaskeltini standa nú
aftur á røttum støðum, so
nú nevnist Rituvík aftur fyri
Rituvík og Søldarfjørður fyri
Søldarfjørð.
– Annars hendir tíverri við
jøvnum millumbilum, at ognir
nar hjá landinum á infrakerv
inum eru fyri herverki. Ikki
endiliga skeltini, men serliga
busskýlini ikki fáa frið, sigur
Landsverk.
Býttu um bygdarskelti
– Og Kringvarpið er farið í
hernað ímóti Klaksvík.
Tað sigur Steinbjørn O. Jac
obsen, tjóðveldismaður og fyrr
verandi borgarstjóri í Klaksvík.
Hann saknar politikarar,
sum sláa garð um Klaksvíkar
Sjúkrahús, sum verður offrað
av politikarum, sum vilja verða
valdir í Havn og av Kringvarp
inum.
Tað er einki óvanligt, at
Kringvarpið fær skolur fyri
at vera einsíðugt. Sum oftast
verða
okkara
starvsfelagar
lagdir undir at renna ørindi
fyri Tjóðveldi, viðhvørt eru
tey eitt sosialistiskt rottureið
ur, men nú er tað ein úr júst
sosialistiska
rottureiðrinum,
Tjóðveldinum,
sum
leggur
Kringvarpið – sum forrestin
í ovastu nevnd er stjórnað av
klaksvíkingi – undir at føra
herferð ímóti klaksvíkingum.
Tá skuldisetingarnar koma
frá øllum síðum, so man ikki
standa so illa til – í øllum før
um ikki í gjøgnumsnitt.
Sum vera man fær val
skipanin eisini skuldina fyri,
at klaksvíkingar eru so illa
fyri. Men eru tey í Klaks
vík so illa umboðað kortini?
Gamaní
vildu
klaksvíking
ar ikki hava nakran úr Tjóð
veldi at umboða seg. Men tey
valdu tvey úr Fólkaflokkinum,
tvey úr Javnaðarflokkinum
og ein úr Sambandsflokki
num. Borgarstjórin bestemm
ar í Sjálvstýrisflokkinum, og í
landsstýrinum eru tveir, sum
kappast um leiklutin sum
størsti lokalpatriotur í Norð
oyggjum við at meina so nógv
gott um Klaksvíkar Sjúkrahús.
Kanska tað ikki er so galið
kortini, sum Steinbjørn vil vera
við...?
Lot til andøvsgul av landsynningi
og suðri, turt og sólglottar, men
mjørkaflókar. Hitin millum 8 og
11 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Fríggjadagin strúkur í vindi av
suðri og regn seinnapartin.
Leygardagin upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, men
onkur sólglotti. Hitin millum 9
og 13 stig.
Veðrið týsmorgunin:
Eitt lágtrýst, 987 hPa. skamt
sunnanfyri Føroyar fer eystureftir
og grynnist.
Veðrið mikunáttina:
Ein hátrýstryggur vestanfyri
Føroyar kemur hendavegin.
E
F
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Andøvsgul upp í ein strúk av norði
og yvirhøvur turt og sólglottar.
Hitin millum 4 og 7 stig.
HÓSDAGIN
TÝSDAGIN
MIKUDAGIN
8-13 m/s
3-8 m/s
1-4 m/s
8-13 m/s
3-8 m/s
1-4 m/s
Fleyr til gul av ymsum ættum,
turt og sólglottar. Hitin millum 4
og 7 stig.
Norðoyignar gera einki til nyttu