týsdagur 12. mai 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
»Sleppið Grindini« er heitið á
herferðin hjá Sea Shepherd í
Føroyum í ár. Tað var vænt
andi, at felagsskapurin fór at
gera enn eina roynd at varpa
ljós á grindadráp aftur í ár.
Í fjør sóust hesi fólk í
myrkum klæðum standa á
varðhaldi kring landið, og
hóast tað fyri føroyingar sá
út, sum um tey nærum einki
fingu burturúr, so segði fe
lagsskapurin aftaná, at at
gerðin var væl eydnað.
Tað var ein samanbrestur,
tað var í grind á Sandi 30.
august í fjør, tá fleiri av
fólkunum hjá Sea Shepherd
vórðu handtikin og bak
bundin førd við tyrlu Havnar
og stongd ikki í geglinum í
Mjørkadali.
Gjáramorgunin
boðaði
Sea Shepherd frá, at næsta
herferðin hjá teimum móti
Føroyum eitur »Operatión
Sleppið Grindini«, og at hon
byrjar 14. juni og heldur
áfram út í oktober mánað.
Herferðin skal markera
byrjanina til økta virksemið
hjá Sea Shepherd í Norður
atlantshavi, har felagsskap
urin fer at brúka hepnið,
hann sigur seg hava úr Suð
urhøvum, at vinna á óneyð
ugu slátrinum av grindahval
um í Føroyum.
Tað verður Alex Cor
nelissen, sum verður leið
ari av herferðini í Føroyum.
Hann sigur í tíðindaskrivin
um frá Sea Shepherd soleiðis:
– Aftur í ár fara okkara
fólk at gera alt tað, tey kunnu
– á lógligan – hátt at tryggja,
at grind ikki verður dripin í
Føroyum. Uppíleggingin hjá
Sea Shepherd í grindadráp
í Føroyum er ikki fyri at
áleggja føroyingum onnur
virði. Vit eru ein altjóða
rørsla við fólkum, sum hava
kenslur fyri at hjálpa hesum
verjuleysu djórunum, og sum
vilja verja alt virðismikið lív í
sjónum, sigur hann.
Operatión Sleppið Grind
ini verður sætta herferðin hjá
Sea Shepherd í Føroyum – og
verður sambært felagsskap
inum tann higartil størsta.
Tað verða skipini Bob
Barker og Sam Simon, sum
verða við í herferðini. Tey
koma úr Suðurhøvum, har
tey hava verið við í Operation
Icefish. Saman við teimum
verður eisini trimaranurin
Brigitte Bardot, sum eisini
var í Føroyum í fjør.
Skipini fáa stuðul frá
einum bólki á landi undir
leiðslu av Rosie Kunneke
úr Suðurafrika, sum eisini
var í Føroyum í fjør. Hon
skal hjálpa og samskipa her
ferðina í »blóðugastu mán
aðunum av slátrinum«, sum
felagsskapurin málber seg.
– Hátturin, sum føroying
ar brúka í grindadrápi, við
at reka hvalirnar inn móti
landi og drepa teir, hevði
ikki verið góðtikin í nøkrum
sláturhúsi í verðini, sigur
Rosie Kunneke.
Hon vísir á, at føroyingar
ikki longur tørva grind sum
mat, m. a. vegna dálking.
– Tað er upp á tíðina, at
hesir óneyðugu og yvir
drivnu ræðuleikar steðga, og
at hvalirnir verða bjargaðir,
sigur hon.
RÆÐULEIKARNIR
Í FØROYUM SKULU
STEÐGAST
Grindadráp skal steðgast. Einki sláturhús í heiminum hevði góðtikið
drápsháttin hjá føroyingum, sigur Rosie Kunneke, sum aftur í
ár verður samskipari hjá Sea Shepherd á landi í Føroyum
POLITIKKUR
Tað var nýtt fyri løgregluni,
at Sea Shepherd ætlar sær
aftur til Føroya, tá Sosialurin
ringdi at frætta, hvørji stig
løgreglan fer at taka.
Tað er Niels Erik Nymark
Jensen, chefpolitiinspektør
ur, hevur ábyrgdina av hes
um økinum, men hann var
ikki at hitta.
Tilbúgvingin
hjá
løg
regluni var sera effektiv, tá
Sea Shepherdfólkini vóru í
Føroyum í fjør. Av trygdar
ávum vildi løgreglan einki
siga um, hvussu stór til
búgvingin var. Men her
vóru nógvir politistar, fleiri
stórir politibilar, fleiri skjótt
gangandi bátar og fleiri tyrlu
eins og frømandskorpsið hjá
verjuni eisini var í Føroyum.
Hildið verður, at løgreglan
man fara at hava ein stóra
tilbúgving í summar.
Løgreglan fylgir við
Sea
Shepherd
kemur við
drotningini
til Føroya
Sea Shepherd boðaði í gjár
frá, at teirra nýggja herferð
ímóti grindadrápi byrjar
14. juni. Tá verður farið
undir kampanjuna, ið tey
kalla »Sleppið grindini«, og
felagsskapurin ætlar sær
at gera enn meiri burtur
úr vaktarhaldi og átøkum
í Føroyum, enn gjørt var í
fjørsummar.
Um tað er av tilvild ella
ikki, ber ikki til at siga,
men í øllum førum byrjar
herferðin hjá Sea Shepherd
dagin fyri, at Margretha
drotning og Heindrikkur
prinsur koma til Føroya á
almenna vitjan.
Í hølunum á kongshjún
unum eru sum vera man
nógv útlendsk fjølmiðla
fólk, og hetta kundi verið
nakað, sum Sea Shepherd
ætlar sær at gera sær dælt
av.
Kongshjúnini eru í Før
oyum frá 15. til 19. juni, og
tey skulu vitja eitt nú í
Suðuroy, Skúvoy, Sandoy
og í Havn.
Rosie Kunneke