Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 altjóða maritim stevna í Klaksvík Fleiri enn 170 framsýnarar úr 18 londum eru komandi dagarnar við á altjóða maritimari stevnu í Klaksvík 18 lond á Atlantic Fair Eyðun Klakstein Altjóða stevnan Atlantic Fair hevur strikað millumnavnið »fish« og veksur ár um ár. Í hesum døgum verður sjeynda Atlantic Fair stevn­ an hildin, og fyri triðju ferð er hon staðsett í Klaks­vík, har samanbygdu ítróttar­ hall­ir­nar eru miðdepil fyri stevn­una. Atlantic Fair er ein maritim stevna og við at taka orðið »fish« burt­ur úr heit­inum, vilja fyri­reik­arar­ nir leggja seg eftir einum breiðari málbólki til stevn­ una. Frameftir skal Atlantic Fair snúgva seg um alt vinnu­lív á sjónum – eisini inn­an eitt nú oljuvinnu og farma­vinnu. Í ár eru nakað yvir 170 fram­sýnarar við á Atlantic Fair, og teir koma úr 18 lond­ um. Hetta er nakað meira enn fyri tveimum árum síð­ ani, tá ið 15 lond og 158 fram­ sýn­arar luttóku. Nógvar fyri­ tøkur, sum eru við á stevnuni í ár, hava eisini luttikið undan­farin ár, og tað fegnast fyri­reikararnir um. Krøv um menning Tá ið Atlantic Fair varð sett týsmorgunin, segði borgar­ stjórin í Klaksvíkar komm­ unu seg fegnast um, at Atlantic Fair varð hildin í Klaks­vík. – Klaksvík er fiski­vinnu­ høvuðsstaður í Føroyum og tí eisini ein natúrligur vertur fyri Atlantic Fair. Vit eru fegin um, at fyrireikararnir hava valt Klaksvík at hýsa stevnuni aftur í ár, og at vit aftur í ár hava havt eitt gott sam­starv um Atlantic Fair, segði Jógvan Skorheim. – Tað er eitt støðugt krav um menning og nýggja tøkni innan vinnuna, og her er Atlantic Fair ein góður møgu­ leiki hjá fyritøkum og fólki at hitt­ast og tosa um framtíðar sam­starv og møguleikar, segði hann. Skapar vøkstur Løgmaður setti Atlantic Fair týsmorgunin, og í røðu síni segði hann, at ein stevna av hes­um slagi var við til at skapa grundarlag undir Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Teir hildu røður, tá ið Atlantic Fair varð sett týsmorgunin