týsdagur 12. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Nýskipan á veg forðar
skilagóðari loysn fyri
tilfeingið í havinum
Árni Gregersen
Millum løgtingsfólk er semja
um, at alt tilfeingið, sum Før
oyar og føroysk vinna eigur
rætt til, skal gagnýtast og
koma til lands.
Men Løgtingið vil ikki lóg
geva fyri hesum.
Og tí verða høvd, garnar,
ryggir og uggar blakað fyri
borð.
Tá Løgtingið hevði upp
skotið frá Tjóðveldi til 2. við
gerð kom enn einaferð heilt
greitt fram, at tað ikki altíð
snýr seg um at fáa so skila
góðar loysnir fyri samfelagið
sum møguligt, sum at mar
kera hvør tað er sum hevur
valdið.
Undir
orðaskiftinum
í tinginum søgdu øll sum
høvdu orðið, at sjálvandi
skal tað vera soleiðis, at alt
tilfeingi, sum Føroyar hava
vunnið sær rætt til skal
gagnnýtast.
Kortini er tað framvegis
so í dag, at skip uttan nakað
framvegis
kunnu
blakað
ein stóran part av hesum
tilfeingi fyri borð, uttan at
bróta nakra lóg ella áseting.
Uppskotið fall í tinginum.
11 atkvøddu fyri tí, meðan 15
atkvøddu ímóti.
Tríggir minnilutar
Tá ið málið fekk viðgerð
í vinnunevndini var stór
ósemja í álitinum.
Nevndin býtti seg í ein
meirluta og tríggjar minni
lutar.
Sa m g o n g u u m b o ð i n i
Alfred
Olsen,
Sambands
flokkurin, Bjarni Djurholm,
Fólkaflokkurin, Janus Rein,
Fólkaflokkurin, og Hanus
Samró, Fólkaflokkurin, siga,
at teir eru samdir um, at alt
tilfeingið skal til lands. Teir
halda eisini, at stór virðir
fara fyri skeyti, tá ið ein
partur av fiskinum fer aftur
í havið.
Teir halda eisini, at kemur
alt til lands, so fer hetta at
hava stóra positiva ávirkan
á bruttjóðarúrtøkuna.
– Tó vísandi til, at nevndin
er tilvitað um, at júst hetta
verður ein partur av tí
nýggju fiskivinnulóggávuni,
sum samgongan arbeiðir við,
tekur meirilutin ikki undir
við málinum og mælir Løg
tinginum frá at samtykkja
tað, sigur meirlutin í vinnu
nevndini.
Sum nenvt eru tríggir
minnilutar, sum hvør hevði
sítt uppskot.
Uppskotini frá minnilut
unum vórðu øll feld.
Bjørt Samuelsen, Tjóð
veldi, harmaðist um, at tað
altíð er sera góður vilji, tá
ið hesi uppskot eru frammi,
men tá ið ástendur, so verða
uppskotini ikki samtykt.
– Hetta gevur eina greiða
mynd av, at samgongan
hvørki hevur ektaðan vilja
– ella dirvið – til at seta
nøkur krøv, sum kanska
svíða hjá ávísum reiðarí
um í eina tíð. Men sum við
vissu fer at spjaða virð
ini og møguleikarnar fyri
virðisøking
soleiðis,
at
fleiri fiskimenn, flakafólk,
virkiseigarar og onnur fáa
atgongd til ovurstóra ríki
dømi okkara, og fáa møgu
leika at meirvirka og ný
skapa úr hesum, segði Bjørt
Samuelsen undir orðaskift
inum.
Kári P. Højgaard, Sjálv
stýrisflokkurin, hevði eitt
broytingaruppskot,
sum
gekk út uppá, at daggamal
útróðrarfiskur skal landast
blóðgaður til landingarmið
støðirnar, har hann so skal
kryvjast.
Kári P. Højgaard segði,
at hendan skipanin verður
brúkt í okkara grannalond
um og har vísa royndirnar, at
hetta gevur bestu góðskuna.
Aksel
V.
Johannesen,
Javnaðarflokkurin,
heldur
ikki tað er serliga skilagott
at lóggeva vinnuni, hvussu
hon skal rekast. Hann helt,
at tað er skilabetri, at vinnan
verður eggjað til at fáa alt til
høldar.
Hann skeyt upp, at ein
royndarskipan verður gjørd
komandi fiskiár, meðan bíða
verður eftir fiskivinnuný
skipanini.
Hendan
skipanin
skal
krevja, at 25 prosent av høvd
unum verða tikin til lands í
royndarárinum – og skal
restin av slógvinum koma
seinni.
Men øll broytingarupp
skotini og uppskotið frá
Tjóðveldi fullu á tingfund
inum.
Ómøguligt at fáa semju um uppskot frá Tjóðveldi, um at fáa alt tilfeingi til lands
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, heldur ikki, at samgongan hevur dirvið at seta krøv
Akseel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, hevði eitt upp
skot um at taka høvdini við heim í einum royndarári
Kári P. Højgaard, Sjálvstýris
flokkurin, helt, at daggamal
fiskur bert skal blógast og so
førast til lands at kryvjast
Reimund
Langgaard
Sambandsflokkurin
– Eg haldi, at hetta er eitt etiskt
mál, sum so mong onnur. Fáa vit
alt tilfeingið til høldar, so kann
ein stórur partur av teimum sum
liva á hungursmarkinum í til
dømis Afrika, á hendan hátt at
fáa mat í munnin. Stutt sagt havi
eg ikki samvitsku at atkvøða
ímóti hesum uppskoti.
Poul
Michelsen
Framsókn
– Tilmæli frá meirlutanum í
vinnunevndini er stutt sagt
skammiligt. Har er ongin ætlan
um at gera nakað. Nýskipanin
verður brúkt sum undanførsla,
men skuldi tað hent, at ein
nýskpan kemur, so ger hetta
uppskotið ongin skaða.
Jákup
Mikkelsen
Fólkaflokkurin
– Eg havi leingi sagt, at tað er
neyðugt, at vit fáa alt tilfeingi
til lands. Og eg ivist heldur
ikki í, at verður krav sett um,
at hetta verður gjørt, ja, so
fara reiðararnir eisini at fylgja
galdandi lógum og reglum.