Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arbeiðs formaður til Fuglafjarðar kommunu Í samband við at arbeiðsformaður vegna aldur er farin úr starvi verður hervið søkt eftir arbeiðsformanni til tekniska økið hjá Fuglafjarðar kommunu. At byrjað í starvinum skjótast gjørligt Arbeiðsuppgávur: Umsita og hava ábyrgd av ávísum økjum og útbúnaði hjá kommununi, nýgerð og viðlíkahald av tekniskum viðuskyftum og útbúnaði, s.s. vegum, kloakkum, vatnverki, v.m. Starvið er sera fjølbroytt, og tann í settur verður í starv skal kunna góðtaka broytingar í bygnaði arbeiðsuppgávum. Nú eru 5 starvsfólk í starvi á hesi deild. Vit vænta at tú: • Hevur útbúgving sum handverkari og/ ella tekniska útbúgving. • Hevur leiðsluroyndir. • Dugir væl at samstarva. • Ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. • Hevur telduførleika á brúkarastøði. • Hevur koyrikort. • Hevur áhuga fyri tekniskum viðurskiftum sum heild. • Luttekur í dagliga arbeiðinum á arbeiðsplássunum. Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðar og hevur arbeiðsformaðurin beinleiðis tilvísing til teknisku deild kommununar. Annars kemur tú eisini at hava tætt samskiftið og samarbeiði við býargartnaran, húsa vøru­ toymi og onnur starvsøki í kommununi. Lønar og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Hava tygum áhuga: So eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við møguligum prógvum og CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38 530 Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2015 kl. 15.00. Upplýsningar um starvið: kunnu fáast við at venda sær til Pætur Joensen, býarverkfrøðing á telefon 238005, ella Jákup Frants Larsen býráðsskrivara á telefon 238002. Kommuna skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Umsóknirnar skulu verða merktar: “Starv sum arbeiðsformaður”. Fuglafjørður, tann 06. mai 2015 Fuglafjarðar kommuna Fuglafjarðar Kommuna Fuglafjarðar Kommuna fer í summar at skipa fyri “Ung í arbeiði” Ynskir tú at fríðka um kommununa og vinna nakrar krónur? Ert tú millum 14-16 ár, kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, gera gøtur og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hetta svarar til 80 tímar. Aldursmark: Umsøkjarin má vera vorðin 14 ár, áðrenn 30. juni, men má ikki fylla 17 ár 25. juli. Arbeitt verður átta tímar um dagin frá klokkan 8 til klokkan 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag. Tað er ein treyt, at umsøkjarar skullu arbeiða tað tíðarskeið teimum verður tillutað, soleiðis at skilja, at tað ikki verður góðtikið, at umsøkjari verður burturstaddur, fer at ferðast el.l. í tíðarskeiðinum. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu: www.fuglafjordur.fo Seinasta freist er 7. juni 2015 kl. 24.00 Tíðarskeiðini er: tíðarskeið 1. frá 29.06 til 10.07 tíðarskeið 2. frá 13.07 til 24.07 Fuglafjørður, tann 11. mai 2015 Fuglafjarðar kommuna Tekniska deild Fuglafjarðar Kommuna Námsfrøð ingur og Hjálparfólk til Stropan at byrja 10. august 2015.   Stropin er ein nýggjur dagstovnur í byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 5 ára aldur. Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.   Vit sóknast starvsfólkum, ið hava dirvið at seta dagsskránna. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.   Vit bjóða tvey spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.   Eitt 35 tíma starv ætlað námsfrøðingi frá 10. August Eitt 20 tíma fyribilsstarv frá 10. August til 31. Desember 2015, ætlað hjálparfólkið. Setanarviðurskifti Størvini vera sett 10. August 2015. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11-18 fyri Námsfrøðingar Lønarstig 01-07 fyri Hjálparfólk Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00.   Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk fyribils sett í starvið, ið er ætla námsfrøðinginum .   Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. Mai 2015 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fo-530 Fuglafjørður Ella info@fuglafjordur.fo   Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Siggu Óladóttir Joensen, fyribils leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo. www.stropin.fo Fuglafjarðar Kommuna