týsdagur 12. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LEIÐARI TIL
DAGSTOVNIN STROPAN
Á KAMBSDALI
Í samband við at leiðarin á Stropanum er vorðin formaður í Føroya
Pedagogfelag, so søkir kommunan eftir leiðara til stovnin
tíðaravmarkað.
Leiðarastarvið á dagstovninum Stropanum verður sett
tíðaravmarkað í trý ár. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna at byrja
tann 01. juni 2015 ella skjótast eftir hetta.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá
Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum
Stropanum á Børkugøtu 1, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Møguligar bygnaðarbroytingar kunnu tó verða framdar innan
dagstovnaøkið.
Stropin er ein nýggjur dagstovnur í byrjaði sítt virksemi í
september 2012, fyri børn úr ½ til 5 ára aldur.
Vit bjóða
· Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur
stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.
· Møguleika at seta dám á stovnin.
· Møguleika fyri ráðgeving.
· Møguleika fyri eftirútbúgving.
· Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar
millum leiðarar innan ansingarøkið.
Vit vænta at tú
· Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
· Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd
sambært dagstovnalógini.
· Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði
vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
· Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfeløgunum.
· Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
· Sær møguleikar fram um vansar.
· Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
· Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og
kommunu.
· Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
· Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
· Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing
um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar býrað,
Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi
mikudagin 27. mai 2015 kl. 16.00.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Irenu Olsen,
sosialdeildarleiðara á telefon 238013 ella Jákup Frants Larsen,
býráðsskrivara á telefon 238002.
Fuglafjørður, tann 11. mai 2015
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Fuglafjarðar
Kommuna
Staravegur 1-3 · Postboks 1039 · 110 Tórshavn
Tel: 31 35 35 · info@bm.fo · www.bergmotors.fo
Til plátuverkstað okkara
søkja vit eftir røskum
plátusmiði at byrja skjótast
tilber
Um hetta hevur tín áhuga ber til at senda ein
teldupost við umsókn til: ms@bergmotors.fo
ella ring til Martin Simonsen á tel. 31 35 35
plátusmiður søkist
SANDEPLI
OG NEYTAKJØT
MIÐSTOVUGARÐURIN Á SANDI
Tlf. 220203 - 361057
Tann 15. mai kl. 11 við
Magn støðina í Klaksvík
Neytakjøt í durasølu.
20 kg eskir á 1500 kr.
Miðstovugarðurin selur í Klaksvík